mikudagur 7. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Burtursæð at Rani
Nolsøe við sigri á
Olafi Berg kom á talv-
una, so endaðu øll
talvini í landsliðs-
bólkinum remis
FM EINSTAKLINGAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fjórða umfar í talvi fyri
einstaklingar var á skránni
mánadagin, og tað spældi
friðarliga av. Í hvussu so er,
tá ið tað ræður um úrslitini.
Bara ein av teimum tíggju í
landsliðsbólkinum tryggj-
aði sær eitt heilt stig. Tað
var Rani Nolsøe. Eftir trý
tey fyrstu umførini var
hann tann einasti, sum bara
hevði drigið svart. Ímóti
Olafi Berg eydnaðist tað
Rana við svarta fólkinum at
fáa fulla úrtøku.
Øll hini fýra talvini end-
aðu jøvn. John Rødgaard
hevur á fremsta plássinum
trý stig, og Olaf Berg og
Rani Nolsøe hava á aftastu
plássinum hvør sítt stig. Tá
ið hetta blaðið fór til prent-
ingar, vóru fimm umfør
eftir at telva. Harvið bar
ikki til at siga annað, enn at
alt framvegis var rættuliga
opið. Mánadagurin var eyð-
kendur av, at allir framveg-
is mettu seg hava møgu-
leika at vera við í kapping-
ini, og at teir flestu mettu
seg hava ráð til at tryggja
sær eitt hálvt stig í staðin
fyri at satsa fyri at vinna
eitt heilt stig, er viðmerk-
ingin frá telvarum, sum lut-
taka í landsliðsbólkinum.
Teir báðir ungu menninir,
sum tvey tey seinastu árini
hava vunnið FM, sótu mána-
dagin yvir av hvørjum øðr-
um. Hans Kristian Simon-
sen hevði hvíta fólkið ímóti
Martini Poulsen, og tað var
heilt skjótt, at teir vóru
samdir um javnleik.
Carl Eli Nolsøe Samuel-
sen hevði hvíta fólkið ímóti
Boga Ziska, og tað var eis-
ini skjótt, at teir báðir vóru
samdir um at býta stigið
ímillum sín.
Veteranarnir
royndu leingi
Tvey tey síðstu talvini end-
aðu eisini við javnleiki.
Steintór Rasmussen við
hvíta fólkinum tóktist hava
fyrimun ímóti Torkili Niel-
sen, og tað varð tosað um,
at hann við kompliseraðum
kombinatiónsspæli og møgu-
ligum frúgvaofri kundi havt
vunnið. Men Steintór tókt-
ist nýta eyka leik at fyri-
reika seg og harvið eisini at
binda um, og so svann
møguleikin burtur. Torkil
bjóðaði javnt, og Steintór
tók av.
John Rødgaard og Jens
Kristian Hansen vóru eisini
í drúgvum stríði, áðrenn
teir gjørdu upp við seg
sjálvar, at teir skuldu eiga
eitt hálvt stig í part. Ikki
minst hjá Jens Kristiani
Hansen, sum tey seinnu ár-
ini hevur verið nógv á sjó-
num og tískil hevur telvað
heilt lítið, varð hetta mett at
vera gott úrslit. Millum
teirra, sum fylgja við í FM
kappingini í Tofta skúla,
verður mett, at John Rød-
gaard í fýra teimum fyrstu
umførunum hevur verið
tann, ið hevur víst mest
trygga og støðuga spælið.
Seinnapartin í gjár varð
farið undir fimta umfarið.
Tá ið telvararnir klokkan
tvey sessaðust var John
Rødgaard einsamallur á
odda. Burturúr fýra teimum
fyrstu umførunum hevði
hann fingið trý stig. Aftan-
fyri hann sá soleiðis út:
Hans Kristian Simonsen,
Carl Eli Nolsøe Samuelsen,
Bogi Ziska og Martin Poul-
sen høvdu 2,5 stig, Torkil
Nielsen 2,0 stig, Jens
Kristian Hansen og Steintór
Rasmussen 1,5 stig og Olaf
Berg og Rani Nolsøe 1 stig.
Í blaðnum í gjár varð
sagt, at tað verður telvað
hvønn dag fram til leygar-
dagin, og at eitt umfar er á
skránni hvønn dagin. Hetta
var ikki heilt rætt. Langi
fríggjadagur er frídagur, og
Skírisdag eru tvey umfør á
skránni.
Í fimta umfarinum vóru
telvararnir í landsliðsbólk-
inum paraðir soleiðis: Tork-
il Nielsen-Hans Kristian
Simonsen, Martin Poulsen-
Jens Kristian Hansen, John
Rødgaard-Carl Eli Nolsøe
Samuelsen, Rani Nolsøe-
Steintór Rasmussen og
Bogi Ziska-Olaf Berg.
Í fyrsta bólki er Eyðálvur
Johannesen úr Kollafjarðar
Talvfelag greitt á odda.
Hann hevur 3,5 stig. Hon-
um næstir eru Finnbjørn
Vang úr Klaksvíkar Talv-
felag og Jákup á Rógvu
Andreasen úr Vestmanna
Talvfelag. Teir hava 2,5
stig.
Í unglingabólkinum eru
Helgi Dam Ziska úr Havnar
Telvingarfelag og Rógvi
Egilstoft Nielsen úr Sanda-
vágs Talvfelag á odda við
4,0 stigum, og teimum næst-
ur er Rógvi Dragaberg úr
Klaksvíkar Talvfelag við
3,5 stigi.
Friðarligur mánadagur á Toftum
Ikki óvæntað er tað John Rødgaard, ið liggur á odda í kappingini um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar
Savnsmynd
Nýggju FIDE tíðir-
nar bera við sær, at
møguleikarnir fyri
styttri talvum eru
størri samstundis
sum tað ikki á sama
hátt sum áður eru
møguleikar at tapa
upp á tíð
FM FYRI
EINSTAKLINGAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í FM kappingini, sum í
hesi vikuni er á Toftum,
verður telvað undir nýggj-
um tíðarkarmi. Talan er
um broyttu ásetingarnar,
sum altjóða talvsamtakið,
FIDE,
hevur
samtykt.
Broytingarnar eru gjørdar
við tí fyri eyga, at niður-
løgd talv ikki skulu koma
upp í røkur, og ikki minst
at talv og talvkappingar
skulu verða meiri fjøl-
miðla vinarligar, siga teir,
sum luttaka í FM kapping-
ini í Tofta skúla.
Higartil hevur tað verið
soleiðis, at telvararnir
hava havt tveir tímar til
fjøruti leikir, so ein tíma
til tjúgu leikir og so ein
hálvan tíma at gera talvið
liðugt í. Tað vil við øðrum
orðum siga, at møguleikar
vóru fyri, at tað kundu
fara upp til sjey tímar til
eitt talv.
Nýggju
ásetingarnar
siga, at telvararnir hava
hálvan annan tíma í part til
alt talvið. Harafturat fáa
teir ein hálvan minutt eyka
fyri hvønn leikin, sum teir
flyta. Um eitt talv er eitt
nú seksti leikir, so verður
samlaða tíðin fýra tímar.
Tað kemur ikki ofta fyri,
at tað í kappingum av tí
slagnum, sum nú er á Toft-
um, fara so nógvir leikir
til eitt talv.
Telvararnar, sum taka
lut í landsliðsbólkinum
hesa ferð, eru væl nøgdir
við broytta tíðarkarmin.
Serliga væl nøgdir eru teir
við, at tað nú er møguleiki
fyri at gera talvið liðugt,
uttan at møguleikin fyri at
tapa upp á tíð, sum tað
verður nevnt, er so stórur,
sum hann áður hevur ver-
ið.
Fyrsta ferðin at klokka
yvirhøvur varð nýtt í talv-
kapping var í 1866. Tá
vóru tað týskarin Adolph
Andersson og eysturríkar-
in Wilhelm Steinitz, sum
royndu seg. At tosa um
serligar avmarkingar í hesi
fyrstu royndini fyri næstan
140 árum síðani er í nútíð-
ar høpi kanska burturvið.
Teir høvdu til fyrstu fjør-
uti leikirnar fýra tímar í
part! og so tveir tímar til
næstu tjúgu leikirnar. Tá
var møguleiki fyri fleiri
ferðir at leggja talvið nið-
ur.
Síðani eru tíðaravmark-
ingarnar
fleiri
ferðir
broyttar. Tíðin til hvørt
talvið er vorðin alt styttri.
Tað er ikki so langt síðani,
at tað í FM kappingunum
fyri einstaklingar var van-
ligt, at talvini vóru løgd
niður. Nýggi tíðarkarmur-
in ber við sær, at hesin
møguleikin nú so at siga
ikki er til longur.
Nýggjar tíðir á Toftum
Støðan í
landsliðsbólkinum
1 IM John Rødgaard . . . . . . . . . . . . . . .
3,0
2 Hans Kristian Simonsen . . . . . . . . . . .
2,5
2 Martin Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . .
2,5
2 Bogi Ziska . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
2,5
2 Carl Eli Nolsøe Samuelsen . . . . . . . . .
2,5
6 Torkil Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
2,0
7 Jens Kristian Hansen . . . . . . . . . . . . . .
1,5
7 Steintór Rasmussen . . . . . . . . . . . . . . .
1,5
9 Rani Nolsøe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
1,0
9 Olaf Berg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
1,0
C
M
Y
K
22
Nr. 68 - 7. apríl 2004
23
Leiðari
Barnagarðurin Sýslan
og Frítíðarskúlin
søkir eftir leiðara við námsfrøðiligari útbúgving,
at arbeiða 40 tímar um vikuna frá 1. mai 2004,
lønarstig 22/28.
Barnagarðurin er normeraður til 36 børn við 3
stovum, 12 børnum og 2 vaksnum á hvørjari
stovu.
Frítíðarskúlin er normeraður til 25 børn við ein-
um deildarleiðara og 2 hjálparfólkum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at ringja til leiðaran,
Súsannu á Stongum, tlf. 223423 ella 332948.
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 21.
apríl 2004.
Stýrið fyri barnagarðin Sýslan
Sólvá Thomassen, formaður
FO-380 Sørvágur
Pedagogur
Barnagarðurin Sýslan søkir eftir einum pedagogi
at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. mai 2004,
lønarstig 10/16.
Barnagarðurin er ein sjálvsognarstovnur normer-
aður til 36 børn við 3 stovum, 12 børnum og 2
vaksnum á hvørjari stovu.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at ringja til okkum og tosa
við leiðaran ella varaleiðaran, tlf. 332948.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum skal vera okkum í hendi seinast 21. apríl
2004.
Barnagarðurin Sýslan
FO-380 Sørvágur
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 3752
Navn: P/F Rasmussen &
Weihe. Adressa: á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 18.02.2004
Viðtøkudato: 18.02.2004
Kapitalur: Kr. 500.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 500.000,00 til kurs 100.
Stovnari: P/F 17. november
1979, 100 Tórshavn (P/F
267).
Nevnd: Ann-Mary á Rógvi
Rasmussen, Undir
Glaðsheyggi 6, 100 Tórshavn
(formaður), Klaus
Rasmussen, Undir
Glaðsheyggi 6, 100 Tórshavn
og Ole Johan Guldborg
Nielsen, Turiðargøta 16, 100
Tórshavn.
Stjórn: Klaus Rasmussen,
Undir Glaðsheyggi 6, 100
Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum
ella av nevndarformanninum.
Grannskoðari: Sp/f Jóannes
Skorheim, Heygavegur 62,
700 Klaksvík.
Roknskaparár: 01.02. -
31.01.
Fyrsta roknskaparár:
18.02.2004 - 31.12.2005
Endamál: Endamál felagsins
er at reka
grannskoðaravirksemi og
annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 5.
apríl 2004
Kristin Balle
_______________________
23