Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 68 - 7. apríl 2004 Nr. 68 - 7. apríl 2004 25 Maskinmeistari søkist til Elfelagið SEV Eitt starv sum maskinmeistari á Sundsverkinum við skyldu at avloysa ein part av árinum á Fossáverkinum í Vestmanna, um tað verður álagt seinni, er leyst at søkja til setan frá umleið apríl/mai 2004. Starvið: Sundsverkið hevur 5 dieselmotrar upp á tilsamans 46,7 MW. Brennievnið er tungolja. Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald av Sundsverkinum, bæði sum dagarbeiði og sum vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð eru altíð tveir maskinmeistarar á vakt á Sundsverkinum. Tann, sum settur verður í starvið, skal, við at taka við starvinum, góðtaka seinni møguliga at fáa álagt at arbeiða á Fossáverkinum í Vestmanna ein part av árinum sum vaktgangandi avloysari, serstakliga í summarhálvárinum. Undir Fossáverkinum hoyra eisini Mýru-, Heyga- og Eiðisverkið, sum eins og vatnturbinan á Strond verða stýrd frá Fossáverkinum. Talan er um tilsamans 7 vatnturbinuaggregat við einum samlaðum mátti upp á 28,4 MW. Harafturat stýrir vakthavandi á Fossáverkinum býtið av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini Sundsverkið og Strond (lastfordeiling). Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum koblingsleiðari fyri háspenningsanleggini í meginøkinum. Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv. Lønin: Starvið er lønt sambært 4. lønarflokk eftir sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan. Byrjunar- og endalønin í 4. lønarflokki verður frá 1. mars 2004 netto ávikavist kr. 22.106,48 og kr. 23.798,31 um mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønargjaldi tilsamans ávikavist kr. 2.763,31 og kr. 2.974,79 um mánaðin. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Fær viðkomandi seinni álagt omanfyri nevnda arbeiði á Fossáverkinum fyri styttri ella longri tíðarskeið, verður viðkomandi fluttur upp í 5. lønarflokk sambært lønarsáttmálanum millum SEV og Maskin-meistarafelagið fyri ta tíðina. Umsóknir: Umsóknir skulu saman við prógvum og møguligum ummælum verða send Elfelagnum SEV, Postrúm 319, FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 3. mai 2004. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Osvald Hansen, verksmeistara á Sundsverkinum ella til Bjarka Hermansen, deildarleiðara á Maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800. Tórshavn, tann 5. apríl 2004. Elfelagið Postboks 319, 110 Tórshavn Teloefon (0298) 311366 Telefax (+298) 310366, E-mail sev@sev.fo Kunngerð um møguligar broytingar í bygdarskipanini fyri Vestmanna Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broyting- um verða møguligar broytingar í bygdarskipanini lagdar fram til alment eftirlit. Møguligu broytingarnar umfata: • víðkan av ídnaðarøkinum Inni á Fjørð. Ætlaða broytingin umfatar matr. nr. 216a og litra »b«. • broyting av havnaøki Inni á Fjørð. Ætlandi skal partur av havnaøkinum broytast til øki til al- mennar stovnar. Ætlaða broytingin umfatar part av matr. nr. 216n. • broyting av miðstaðarøki og frílendi í Miðals- brekku. Ætlandi skulu miðstaðarøki og frílendi broytast til øki til almennar stovnar. Ætlaða broytingin umfatar matr. nr. 282a, 282ao og 282az. Kort og onnur skjøl viðvíkjandi møguligu broyting- unum liggja frammi til alment eftirlit á kommunu- skrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 13. apríl til 4. mai 2004 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera Bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 13. juli 2004. Vestmanna Bygdarráð Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3753 Navn: Sp/f 4. oktobur 1980 Adressa: á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 18.02.2004 Viðtøkudato: 18.02.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F 17. november 1979, 100 Tórshavn (P/F 267). Stjórn: Ann-Mary á Rógvi Rasmussen, Undir Glaðsheyggi 6, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: Sp/f Jóannes Skorheim, Heygavegur 62, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.02. - 31.01. Fyrsta roknskaparár: 18.02.2004 - 31.01.2005 Endamál: Endamál felagsins er at eiga og reka handil og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 5. apríl 2004 Kristin Balle _______________________ Sethúsini Traða- gøta 47 til sølu Um hóskandi boð fæst, eru eini sethús á Argjum við góðum útsýni til sølu. Grundøki er uml. 500 fermetrar. Húsini eru í trimum hæddum, miðhædd og kjall- arahædd uml.100 fermetrar og loftið uml.35 fer- metrar. Kjallaraíbúð: Stova/køkur, tvey kømur, baðirúm og gongd. Á miðhæddini eru tvær stovur, køkur, baðirúm, kamar og hjúnarúm. Á loftinum eru tvey kømur og gongd Byggiár: 1973. Áhugað kunnu ringja tel. 317087 eftir kl.17.00 Smyri line / innkeypari PDF Sálarfrøðingur • havi latið upp viðgerðarstovu • arbeiði innan sjúkrakassasáttmála um endurgjald við ávísing frá lækna • eri at hitta gerandisdagar millum kl. 08-09 á tlf. 31 03 35 Kári Leivsson autoriseraður kliniskur sálarfrøðingur Hoyvíksvegur 65 boks 3134 · 110 Tórshavn Aðalfundurin hjá FNU verður 25. apríl kl. 16.00 á Bládýpi Skrá sambært lógum felagsins. Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag Íbúð ella hús ynskist Vegna eitt av starvsfólkum okkara søkja vit eftir íbúð ella húsi í Tórshavn ella nærhendis skjótast gjørligt. Vinarliga setið tykkum í samband við Tlf. 345400 Alzheimerfelagið hevur aðalfund tann 25.apríl í Læraraskúlahøllini Skrá samb.lógum felagsins. Mál til viðgerðar á fundinum skulu sambært við- tøkum felagsins verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri fundin. Nevndin www.sosialurin.fo VW Golf 2,8 V6, 182 HK, 6,8 sek. til 100 km. 18”sportsfelgur, 17”sportsfelgur á píkadekkum. Anlegg við subwoofara og forsterkara. Sóltak. Til sølu, um hóskandi boð fæst. Ring 25 82 41 Fráboðan um loyvi til aftursøkking Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 6. apríl 2004, við heimild í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, hevur givið P/F J & K Peter- sen loyvi til aftursøkk- ing av tilfari: í Kalsoyarfirði, á knattstøðu 62° 15’N og 06° 39’W, út fyri Syðradali Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Falka- vegur 6, 2. hædd, FO- 100 Tórshavn, í sein- asta lagi fýra vikur frá dags dato. Loyvi liggur alment frammi á Heilsufrøði- ligu starvsstovuni. Loyvi kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan C M Y K 25 24