Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í morgin, hósdagin 20. de­ semb­er, hava Asta og Julian Jakob­sen á Gerðareiði í Klaks­ vík verið gift í 60 ár. Stóra dagin halda tey frá klokkan 18 í húsunum hjá Hús­møðra­ felagnum í Bøgøtu. Asta, fødd 25. oktober 1932, vaks upp í Funningi. Páp­in, Adolf Lund Klein, var ættaður av Tvøroyri og vaks upp á Strondum. Mamman, Sigga, var úr Funningi. Sigga og Adolf búsettust í Funningi. Tey fingu fimm døtrar. Tann elsta, Amina, búsettist í heim­ bygdini, meðan hinar í 1948 fluttu til Klaksvíkar saman við foreldrunum: Lina, Selma, Asta og Signa. Amina og Signa, sum gift­ ist í Hvannasundi, eru fluttar foldum frá. Lina, Selma og Asta búgva framvegis í Klaks­ vík. Fyrstu árini í Klaks­vík búðu Sigga og Adolf, sum eitt nú arbeiddi í kolinum hjá Kjølbro, uppi á Hædd, eitt skifti vóru tey hjá Astu og Julian, og so búðu tey úti á Oyri hjá Selmu. Julian, føddur 7. oktober 1930, er klaksvíkingur. Mamm­an var Dagmar, sum var ætt­að uttan av Oyri, dótt­ ur Samuel Michael Matras, fest­ara í Uppistovu, og Caro­ linu, sum var úr Niðristovu í Gerðum. Pápin var Hans Jacob Jacobsen, sum var ætt­aður úr Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldrini hansara vóru Elsebeth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipa­ nesi. Dagmar og Hans Jacob búðu fyrst úti á Oyri, og síð­ ani fluttu tey heim undir Heygar at búgva, har tey vóru næstu grannar hjá Elduvíks Jógvani ella Heinesen, sum tey í grannalagnum plagdu at nevna henda merkismannin. Dagmar gekk í fiski, og Hans Jacob var sjómaður. Hann sigldi nógv við trolarum, og tey seinnu árini var hann ofta við norðmonnum. Tey fingu fimm børn: Elsebeth Maria, Anna Malena, Julian, Sofus og Karl. Mia, Karl og Sofus vóru øll í góðum árum, tá ið boð vóru eftir teimum. Julian og Annelena búgva bæði í Klaksvík. Julian hevur verið ar­ beiðs­maður og fiskimaður. Hann hevur róð nógv út, og tey sein­astu árini var hann fastur egnari á Stongunum. Nú er nakað síðani, at hann legði dagliga arbeiðið frá sær, men tað tykist framvegis vera torført hjá hesum raska mann­inum at binda frið. Hann putl­ast altíð við okk­ urt. Hegnið til handverk hevur verið gott. Julian arbeiddi í nógv ár hjá Josephsen, og tað er merkisvert, at hann hev­ur smíðað húsini hjá øll­ um børnunum. Hann taldist eis­ini millum teirra, sum tóku stór tøk í bygging og um­væling í Zarepta. Tá ið Asta og Julian vóru gingin saman í hjúnarlag fyri 60 árum síðani, fluttu tey í húsini, sum tey høvdu bygt dygst norðanfyri gamla bøgarðin hjá gerðamonnum, og tað er ikki smávegis, sum Julian stútt og støðugt hevur snikkað og snákað í og kring húsini í Kráargøtu. Asta hevur verið Juliani dyggur stuðul og børnunum góð mamma. Umframt at vera sálin í heiminum saman við manni og seks børnum var hon upp ímóti tredivu árum á Kósavirkinum, har hennara partur sanniliga ikki lá eftir. Hon var tiltikin støðug og skjót, og tað hingu eingir lepar við í avrikunum hjá Astu. Síðani hon gavst á Kósini hevur Astu dámað væl at hugna sær á bingo, og hon er altíð klár at ferðast sam­an við teimum í yngra ættar­ liðnum, um tað er heima á landi ella uttanlands. Diamantbrúðarparið er væl­signað við seks børnum, sum øll búgva í Klaksvík. Sigga, fødd í 1953, er gift Mikkjali Petersen úr Vík­ un­um. Dagmar, fødd í 1954, er gift Tommy Jacobsen úr Vatnsoyrum, Adolf, føddur í 1956, er giftur Sólfríð Nicla­ sen av Selheyggi, Hansy, fødd í 1959, er gift Sjúrði Sjúrð­ar­berg av Bumshamri, Mia, fødd í 1963, er gift Jóhan Sam­uelsen av Selheyggi, og Ann, fødd í 1965, er gift Hans Fróða Hansen úr Havnini. Barnabørnini eru fimtan. Í næsta ættarliðnum eru tey tíggju, og tað legst skjótt aftrat. Nógv er broytt á Heygum og Gerðareiði. Tey fyrstu árini vóru fleiri børn í so at siga hvørjum húsi. Einastu húsini, har sama parið bú­ leik­ast, sum var har fyri meiri enn hálvari øld síðani, er hjá Astu og Julian. Tey eru einsamøll í húsi, men tey fegnast um, at tað ikki er dagur, at ikki onkur í yngra ættarliðnum hyggur inn á gólvið. Takk fyri gott grannalag og hjartaliga til lukku á stóra degnum ynskja vit øll. Jóannes Nøvn Asta og Julian diamantbrúdleyp