Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hósdagin 20. december fyllir Alma Dalsgarð 60 ár. Alma er fødd og uppvaksin á Slættanesi, har hon síni barna­ár búði saman við for­ eldrunum, Jenny og Martin Eliassen, til familjan flutti av Slættanesi miðskeiðis í seksti­árunum. Alma er yngst av fýra systkjum, hini eru Jutta, Anna og Frants. For­eldrini eru farin, og fyrr í ár doyði kæri beiggin Frants bráð­liga av sjúku. Alma er fødd í norðara kam­ari í húsunum á Slætta­ nesi, og er hon seinasta barn­ ið, ið gekk í skúla á Slætta­nesi. Sambært mammu henn­ara Jenny, so var Alma sera sjálv­ bjargin sum barn, og fann hon skjótt sjálv útav, bæði at buka sær turran seið, og um sumrarnar heintaði hon sær bláber í gilinum á trøðni oman fyri barnaheimið. Í 1966 flutti Alma við for­ eldrunum til havnar, har hon fór á realskúla, og foreldrini fóru at arbeiða í turra fiskin­ um á Bacalao. Síðst í sektiárinum møtti hon manni sínum Bjarna, og í 1971 giftust tey og búsettust á Revatrøðni úti á Argjum, har tey enn búgva. Børnini eru fimm, Eyðun, Rannvá, Regin, Beinta og Martin, og búgva tey øll á Argjum. Ommu­børnini eru 12 og tað trettanda er ávegis. Fyrstu árini úti á Argjum var Alma heimagangandi hús­móðir, síðani starvaðist hon ymsa staðni, m.a. í turra fisk­inum á Bacalao og á klædna­virkinum Hazy í havn. Síðani fekk hon starv á frímerkjadeildini hjá Posta, har hon í 2011 kundi hátíðar­ halda hennara 25 ára starvs­ dag. Alma er familju og náttúru­menniskja burtur­ av. Børn­ini, svigerbørnini og ommubørnini elska at verða heima hjá henni, og tað fer næstan ikki eitt viku­skifti frammvið utt­an at okkurt av ommu­børn­un­ um gistir hjá teim­um, ella er við teimun á ferð kring landið. Hon er annars sera aktiv í gongufeløgum, Fugla­ frøði­felagnum og Slættanes­ felagnum, og tískil hevur hon verið á flestu tindum á Før­oya landi og kennir hon eisini helst hvønn fugl her. Áræði hevur hon, og er tað hennara hugsan at halda jól úti á Slættanesi í ár, eins hon gjørdi í 2010. Nú hendan mæta kvinnan rundar tey seksti, hevur hon opið hús í AB-húsinum á Argjum hósdagin 20. de­ cember frá kl. 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at há­tíðarhalda føðingardagin saman við henni. Børnini Góða mamma. Leygar­morg­ unin tann 6. oktobur fer at standa í minnum okk­ara sum ein sorgardagur. Hend­ an morgunin sleptu hendur tínar, og ferðin heim í ævin­ leikan byrjaði. Vit vóru hjá tær, tá tú dró andan fyri sein­ astu ferð. Katrin og Súsan hildu í hondum tínum, tá tú fór, og fingu sagt tær, hvussu um­sorganarfull og góð mamma tú hevði verið. Tað er ringt at missa, men sam­ stund­is var okkum unt at halda hond tínari og verða hjá tær, tá tú fór, tað eru vit glað fyri. At halda hond tínari tá tú fór, var rørandi, men svárt. Tað lærdi okkum um lívið og hvussu tað kennist, tá deyðin tekur tað besta ein eigur. Tá tú var farin kom ein friður í rúmið; eitt ljós bleiv tendrað við tína lið. Tú hevði øll tíni børn, svigarbørn, ommubørn og beiggja rundan um teg ta løtuna. Tað var ein rørandi, svár og samstundis vøkur løta. Vit skrivaðu føðingardags heilsu til tín, tá tú rundaði tín 80 ára føðingardag. Okk­ um untist at halda ein fram­ úr hugna­ligan og góðan føð­ ing­ar­dag saman við tær 2 mánaðir áðrenn tú andaðist. Tær dámdi ikki, at tað bleiv gjørt so nógv burtur úr tær á tínum føðingardegi, men samstundis var tað stutt­ ligt at síggja, hvussu glað og takk­som tú var fyri allar heils­anirnar, gávur og blóm­ ur tú fekk á tínum stóra degi. Mamma góða, tú var frísk til tað seinasta og hevði eitt minni sum fáur. Stutt áðrenn tú and­aðist hevði tú fingið nýggjað tær koyrikortið, og tað hevði stóran týdning fyri teg. Hjá tær, mamma, var mest umráðandi at vit børnini og ommubørnini høvdu tað gott. Tú var glað um, at tær unt­ist at fáa 14 ommubørn og eitt lang­ ommu­barn. Altíð var tú so umsorg­ an­arfull og vildi okkum tað besta. Tú ringdi javnan til okkum og til ommubørnini fyri at vita, hvussu vit høvdu tað. Tað kennist løgið at tele­fonin ikki ringir meira. Tú og babba lærdu okkum at vera takksom og seta prís uppá tað vit fingu. Vit vuksu upp í einum lívligum heimið við nógvum fólkum rundan um okkum. Omma og abbi í Havn búðu saman við okkum, og har lærdu vit, at tað skal verða rúmd fyri øllum og at taka atlit til onn­ur fólk. Vinirnir hjá okk­um hava mangan sagt, at heima hjá tykkum sluppu vit altíð at verða og har var rúm fyri øllum. Ja enntá um vit ikki vóru inni, so fóru tey bara at vitja mammu ístaðin. Mamma, tú var sera tolin og hevði altíð tíð til eitt prát. Eitt, sum vit minnast, er, at tað vóru næstan ongantíð bara vit til døgurðaborði. Vit høvdu ofta gestir og tað var altíð nokk til øll. Tað lá væl fyri hjá tær at hag­reiða og gera mat, og mang­an stóð tú til langt út á kvøld­arnar og gjørdi knettir og frika­ dellur, eftir at babba hevði verið á flotið. Babba var inn­løgumaður um ein háls og tú stóð klár at taka ímóti fong­inum. Ja tað var mangan lívligt í køkinum hjá okkum í Vørðsl­uni. Vit eiga nógv góð minn­ir, sum eru dýrabar, allar tær góðu feri­urnar í Hesti hjá ommu og abba saman við tær og babba, tá vit hoyggj­aðu, fiskaðu og mangt annað. Tað er sera tómt í Vørðsl­ uni, nú tú ikki er har, serliga tómligt er tað nú jólini standa fyri durum. Tað er tómligt ongi foreldur at eiga, men minnini eiga vit og tú ert hjá babba nú. Honum longdist tú eftir og saknaði hann so sera nógv eftir at hann var farin. Vit vilja lýsa frið yvir minn­ið um okkara góðu mammu og takka fyri alt tú var fyri okkum. Katrin, Súsan, Jón, Trúgvi og Kári Alma Dalsgarð 60 ár­ Til minnis um mammu okkara Theu Malenu Elisabeth Johansen f. 17.08.1932 d. 06.10.2012­