mikudagur 19. desember 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Christian Pløyen (1803-1867) er farin
í søguna sum ein av bestu donsku
amtmonnunum, ið vit hava havt
í Føroyum. Hann var amtmaður í
Føroyum frá 1837-1849. Umframt
var hann eisini fúti. Hann hevði eina
veruliga umsorgan fyri føroyingum
og var ein íðin forsprákari fyri at
taka av kongaliga einahandlinum,
sum hann metti vera eina forðing
fyri menning í Føroyum. Í 1848
gjørdist hann kongavaldur limur í
fyrsta grundlógargevandi tinginum,
og her talaði hann eisini fyri størri
sjálvræði til føroyingar. Hann
var eisini við til at stovna Føroya
Sparikassa í 1832. Og so yrkti hann
grindavísuna.
Eitt tað fremsta avrik eftir hann
er bókin ”Erindringer fra en rejse
til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og
Skotland i Sommeren 1839,” sum
nú er týdd til føroyskt av Regin av
Steinum.
Søgan um hesa ferðina er sera
hugtakandi, og ikki minst innleið
ingin til bókina, har Pløyen skriv
ar:
”Føroya fólki, sum er mær so
inniliga kært, og her eg vóni at
eiga ikki so fáar vinir, verði henda
lítla bókin vígd við bestu ynski fyri
menning.”
Í fororðinum til bókina sigur
Pløyen, at hann heldur seg hava
skyldu til at greiða frá hesi ferðini,
sum tað almenna hevur goldið.
Bókin kom longu út í 1840. Hetta
sigur eisini nakað um mannin!
Endamálið við ferðini var at
finna hugskot um, hvussu bøtast
kundi um livikorini í Føroyum.
Tað er alment kent, at eitt úrslit
av ferðini var, at føroyingar fóru
at brúka línu sum fiskireiðskap. Tá
var fiskivinna í Føroyum bert ein
viðfáningur, meðan hon var nógv
meira framkomin í Hetland.
Eitt annað nýbrot av ferðini
var pinnagrevið, sum var soleiðis
háttað, at bert skuldi gravast eina
ferð fyri hvørja torvuna, meðan før
oyingar - við táverandi haka - máttu
grava tvær ferðir.
Pløyen hevði eisini hoyrt um
eina arbeiðssparandi torvpressu,
sum skuldi finnast á hesum leiðum.
Hann ætlaði eisini at útvega setepli
fyri at fáa gongd á eplavelting í
Føroyum. Harafturat hevði hann í
huga at fáa fatur á kúm og tarvum
til at kunna bøta um neytaslagið í
Føroyum.
Ferðin til Hetlands
Pløyen hevði tríggjar føroyingar við
á ferðini og skuldu teir vera við til
at seta tær nýhugsanir í verk, sum
teir funnu fram til í Hetlandi. Hesir
vóru Poul Joensen, av Látrinum
á Eiði, Poul Joensen úr Nólsoy og
Mourits Mohr úr Hoyvík. Mourits
var bert 19 ára gamal og hevði fest
longu 16 ára gamal. Hann bað um
at sleppa við fyri egna rokning.
Ferðalagið fór úr Føroyum tann
1. juli 1839 við skipi hjá einahandli
num. Tann 5. juli vórðu teir settir av
í Leirvík.
Tað fyrsta Pløyen leggur til
merkis er, at í Leirvík var munandi
meira fiskaarbeiði enn í Havn, har
so at siga einki lønarbeiði var.
Her sá ferðalagið saltfiskavirking
av toski og longu, og Pløyen tók
beinanvegin stig til, at føroyingarnir
fóru at læra seg hesa framleiðsluna.
Pløyen tekur til, at sjálvt um harra
Ogilvy, sum framleiðarin kallaðist,
kundi rokna við at fáa ein kapp
ingarneyta, so var hann meira enn
fegin um at kunna føroyingar salt
fiskaframleiðslu.
Síðani fór Pløyen at ferðast
kring um í Hetlandi. Hann kemur
fyrst til Scalloway. Hagani fór hann
til oynna Burra.
Á oynni Burra er nógv at síggja.
Her sá Pløyen stórar stakkar av
klippfiski, og ein hóp av fólki -
bæði konufólk og mannfólk - sum
arbeiddi fisk, eins og vit nógv ár
seinni gjørdu í Føroyum. Tá var
einasta fiskaframleiðsla í Føroyum
nakað av stokkfiski. Eisini á Burra
vóru teir fúsir at læra frá sær,
hvussu salt- og klippfiskur varð
virkaður.
Línan í Hetlandi
Tann týdningarmesta veiðan var
línuveiða við seksmannaførum. Í
Hetlandi hendi tað, eftir at oyggj
arnar komu undir bretskt ræði,
at jørðin við makt varð løgd undir
nakrar fáar stórar eigarar, sum
høvdu ein hóp av uppsitarum. Hesir
vóru veruliga eitt slag av trælum.
Línuveiðan var so kostnaðar
mikil, at teir fátæku uppsitararnir
ikki høvdu ráð at fíggja reiðskap og
bát, og tí vóru tað harramenninir,
sum fíggjaðu og harvið blivu upp
sitararnir enn meira heftir at
teimum, millum annað við, at teir
skulu selja allan fiskin til harra
mannin fyri tann prís, sum hesin
ásetti.
Hvør lína var 42 favnar og hevði
10 húkar. Hvør bátur kundi hava 120
línur, sum var knýtt saman, tá hon
var sett, soleiðis sum føroyingar
gjørdu nógv ár seinni. Tilsamans
vóru 1.200 húkar á línuni, sum
strekti 5.000 favnar. Hetta var mun
andi effektivari enn okkara snøris
veiðu.
Hetlendingar nýttu sei ella
hýsu sum agn, og teir lótu agnið
fjala húkin, og hetta førdi við sær,
at fiskurin tók húkin saman við
agninum. Føroyingar lótu agnið
hanga niður frá buganum á húk
inum. Tá kundi fiskurin lættliga
taka agnið uttan at taka húkin.
Hetlendsku húkarnir vóru eisini
nógv smærri enn teir, sum føroy
ingar brúktu. Teir vóru bert ein
fjórðing til støddar av teimum húk
unum hjá føroyingum, men fyri tað
fingu teir ikki minni burtur úr, teir
fingu heldur meira.
Ein útróðrartúrur vardi í 24
tímar. Teir fóru út á morgni, og fóru
so langt út, at teir sóu ikki land.
Uttan kumpass og uttan at duga
navigatión funnu teir leiðirnar, har
línan varð sett á 100 favna dýpi.
Línan hevur søkk og flot, og eftir
nakrar tímar varð línan drigin aftur,
og teir fóru aftur til lands.
Var nógv at fáa, varð fiskurin
sum oftast avhøvdaður, so meiri
fiskur kundi rúmast í bátinum.
Tað var ótrúligt, hvussu stórar
mongdir av fiski hesir fiskimenn
kundu føra til lands. Pløyen helt,
at hetta kundu okkara fiskimenn
eisini gjørt, um teir brúktu línu, og
Loksins á føroyskum:
Pløyen í Hetlandi í 1839
Scalloway Castle, ella sum tað nú eitur á føroyskum, Borgin
í Skálavági, sum Pátrikur Stuart (1566-1615) læt byggja, so
hann kundi kenna seg tryggan fyri fíggindum sínum
Føroysk slupp og sildabátar inni í Lerwick, Leirvíkini
Tað má sigast at vera ein stórhending, at ein tann mest áhugaverda bókin, sum er skrivað í Føroyum
í 1800-talinum, nú er komin út á føroyskum. Hetta er frásøgnin hjá Christian Pløyen frá kendu
ferð hansara saman við áhugaðum føroyingum til Hetlands, Orknoyggjar og Skotlands í 1839