mikudagur 19. desember 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
um húkarnir ikki vóru so stórir, at
bert teir størstu toskarnir kláraðu
at gapa um teir. Føroyingar høvdu
eisini tann fyrimunin, at fjøllini
í Føroyum eru nógv hægri enn í
Hetlandi, og tí var eisini lættari at
staðfesta miðini.
Útróðrarstøðir
Fyri at stytta um teinin at rógva,
høvdu hetlendingar gjørt eina skip
an, sum Pløyen heldur eisini átti at
verið í Føroyum. Teir fingu sær
útróðarstøðir so nær fiskigrunn
unum sum gjørligt. Her høvdu teir
skúrar við koyggjum, kundu gera
sær mat, og hvíla, tá møguleiki
var fyri tí. Tann týdningarmesta
útróðrarstøðin var norðast á Main
land, meginoynni í Hetlandi. Her
støðaðust fiskimenninir í vertíðini,
sum var frá mai til 12. august. Her
lá væl fyri at draga bátarnar upp
á land, og hiðani var høgligt at
rógva norður eftir og vestur eftir.
Her varð fiskurin eisini virkaður,
og her fekst øll møgulig útgerð.
60 bátar kundu halda til her við 6
monnum á hvørjum t.v.s. 360 mans,
umframt øll onnur, sum vóru knýtt
at útróðrinum.
Tilsamans vóru upp til 3.000
fiskimenn, sum róðu út frá slíkum
"haaf stations", sum tó minkaðu
í týdningi, tá hetlendingar fóru
at nýta sluppir heldur enn seks
mannafør.
Pløyen helt, at Oyndarfjørður og
Hvannasund høvdu verið góð pláss
í Føroyum til slík endamál, men,
sum hann tekur til: “Hetta letur seg
neyvan gera, so leingi einahandilin
er so einaveldigur, sum hann er”.
Eisini krevst kunnleiki til, hvussu
ein slík skipan skal setast í verk.
Pløyen helt, at kanska kundu vit
latið hetlendingar sjálvar sett seg
niður her og harvið víst okkum,
hvussu hetta skal gerast? Hilmar
Kass hevur greitt frá, at hetlend
ingar høvdu slíkar støðir á Strond
um seinnapartin í 19. øld. Tá flutti
enntá tvær kvinnur við aftur til
Hetlands.
Í Skotlandi
Nú skuldi leiðin ganga til Skotlands
at kanna torvpressuna. Hagar fór
Pløyen við rutubátinum, sum sigldi
eina ferð um vikuna til Aberdeen.
Ferðingin í Skotlandi var eisini
sera framkomin. Ferðast var við
postvogninum við ikki færri enn
fýra hestum, so tað gekk við rúk
andi ferð! Teir vóru júst byrjaðir
við jarnbreytum, sum var eitt satt
ævintýr, og hetta royndi Pløyen
eisini.
Aftan á nógv stríð eydnaðist
honum at koma í samband við
uppfinnaran av torvpressuni. Men
her var ikki nógv at heinta. Pressan
kundi bert taka eina torvu í senn.
Eftir at hon var pressað, skuldi hon
framvegis turkast, so her var ikki
nógv at vinna, og tað frættist held
ur ikki aftur um hana.
Í Skotlandi vitjaði Pløyen eisini
eitt virki, sum virkaði lýsi úr spiki.
Hann keypti sær eisini fræ at hava
heim til Føroya.
Til Orknoyggjar
Síðan fór Pløyen aftur til Hetlands,
og hiðani fór hann til Orknoyggj
arnar. Fremsta endamálið við hesi
ferðini tyktist at hava vera at útvega
setepli. Hetta royndi hann eisini
í Skotlandi, men nøgdirnar hann
vildi hava, vóru ov smáar til, at tað
loysti seg at senda skip við teimum.
Tann stóra forðingin var, at eitt
skip, sum kom til Føroyar við farmi,
ikki kundi taka farm við sær heim
aftur. Hesum forðaði einahandilin
fyri. Men nú fekk hann bílagt 350
tunnur av seteplum.
Pløyen royndi eisini at bøta um
ferðasambandið millum Føroyar
og Danmark umvegis Hetland. Tað
var nú sera óhøgligt ikki at hava
samband til Danmarkar í eitt hálvt
ár um veturin! Men tað eydnaðist
ikki at fáa gjørt nakað á hesum øki.
Um Orknoyggjarnar segði Pløy
en, at her er tað landbúnaður, sum
var tann stóra vinnan, og teir høvdu
eisini ein týðandi útflutning av
landbúnaðarvørum. Her var tó eis
ini helt fitt av fiskiskapi.
Sildaveiða
Pløyen fer so aftur til Hetlands,
har hann hittir føroyingarnar aft
ur, sum høvdu verið her alla tíðina.
Nú greiddi Pløyen frá sildafiski
skapinum. Sildin varð veidd við
gørnum. Á landi varð hon geld, sum
vit kalla tað, og saltað í tunnur. Sild
in varð løgd í fløgur, soleiðis sum
eisini varð gjørt í Føroyum nógv ár
seinni. Hetta gav heilt nógv arbeiði,
serliga til konufólkini. Bert til at gera
tunnur vóru 40 bøkjarar í sving.
Sildarveiðan var fyri fríar menn.
Her áttu menn bát og reiðskap og
vóru ikki heftir at harramonnum.
Her var eisini ein stór hollendsk
sildaveiða. Tað kundu vera fleiri
enn hundrað hollendsk sildaskip
inn í Leirvíkini.
Føroyingar betri fyri
enn hetlendingar
At enda gjørdi Pløyen sammetingar
millum hetlendingar og føroyingar.
Hetlendingar vóru kúgaður og und
irbrotligir, men teir eru blíðir móti
fremmandum. Størsti munurin var
á konufólkunum. Klæðini hjá het
lendsku konufólkunum vóru vána
lig og ofta vóru tær skitligar. Tá var
stórur munur á, at tær føroysku
kvinnurnar riggaðu betur.
Íbúðarviðurskiftini vóru góð hjá
tí betra slagnum, men stak vánalig
hjá vanliga fólkinum. Tá var munur
á, sum tann vanligi føroyingurin
búði betur.
Tann 5. september var tíðin kom
in at fara heim aftur. Sendinevndin
fekk serflutning heim, tí keyp
maðurin Ogilvy lat teimum sína
egnu slupp til heimferðina, og 9.
september vóru teir aftur í Før
oyum, har alt framvegis ”Gud være
lovet” var, sum tá teir fóru.
Tað er einki at ivast, at henda
ferðin var til gagns fyri føroyingar
og ikki minst fyri menninar sum
vóru við. Teir blivu allir kendir
framburðsmenn í Føroyum.
Mourits Mohr fekk eisini roynt
ta inntil tá ókendu línuna, tá hann
setti línu um Hoyvíkshólm og fekk
fýra kalvar á. Men Mourits doyði í
1857 bara 37 ára gamal frá konu og
10 børnum. Men konan, Marin, var
ikki fyri ongum. Hon stýrdi garðin
í besta lagi, og doyði 90 ára gomul
í 1907. Hon er fyrr umrødd í røðini
Hendur ið Sleptu. Hon hjálpti enn-
tá synunum Jens og Hans at keypa
skip!
Pól Joensen á Látrinum (1778-
1850) var úr Hósvík men kom ungur
til fosturforeldur á Eiði. Hann arv
aði tey og gjørdist múgvandi og
mætur maður við góðum sambandi
til embætismenn í Havn.
Poul Joensen (1791-1851), Poul í
Búð, lærdi til snikkara í Danmark.
Hann bygdi fleiri skip. Tað vóru
javnan boð send eftir honum til
serligar uppgávur sum kirkjusmíð
Sum sagt er hetta ein hugtakandi
bók, sum eigur at verða lisin av øll
um. Føroyska útgávan hevur notur,
nærri frágreiðingar, navnaskrá,
kort og myndir, og hetta ger hana
eyka virðismikla.
Bókin skuldi eisini kunnað
stimbra áhugan fyri grannar okk
ara fyri sunnan, sum vit fyrr á døg
um høvdu meira samband við enn
nú. Hetta var serliga galdandi fyri
Hetland, sum til dømis við síná
millum fótbóltskappingum, sum
vinaløg eisini komu burtur út.
Forlagið er Stiðin. Bókin kostar
kr. 250.
Komandi partur
Vegna høgtíðina verður Miðvikan ikki aftur fyrr
enn 9. januar. Tá verða tveir partar um Bærentsen
ættina á Sundi
Bátarnir liggja inni
Poul á Látrinum, ein í ferðalagnum
Grøvin hjá Mourits Mohr beint við Havnar
kirkju. Innskriftin á steininum er:
HER UNDER HVILER
MOURITZ MOHR
KONGSLEILENDING I HØIVIG
FØDT DEN 26. JULI 1820
DØD DEN 30.JUNI 1857
BEGRÆDT AF KONE OG 10 BØRN
FRED MED DIT STØV
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo