Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Fyrst í september mán­ aði vóru umboð fyri polit­isku ung­manna­fe­ løgini boðin á fund við vinnumálaráðharran Jo­han Dahl, har Løg­ tings­lóg um arbeiðs­ um­hvørvið skuldi um­ røðast. Orsøkin til at ung­ mannafeløgini vóru boð­in á fund, var at Johan Dahl vildi vita um ungmannafeløgini høvdu nakrar við­merk­ ingar til lógina, og bein­ an vegin varð greitt at her vóru sera nógv við­ ur­skiftið ið tóktust sera ódámlig. Tað ið serliga skar okk­um í eyguni, var at landstýrismaðurin við lóg ætlar bannað ung­um undir 18 ár, at ar­beiða einsa­møll í kiosk­um, grillbarrum ella handl­ um. Harafturat ætlar landstýrismaðurin at áseta við lóg hvussu nógv ung fólk mugu arbeiða, og nær! Øll ungmannafeløgini vóru á einum málið um at hettar er púra burturvið. Tað eru mong ung ið vinna sær nøkur oyru við at arbeiða nakrar tím­ar eftir skúlatíð. Fyri tey er hettar ikki bert peningur, men ein gev­ andi menning, ið kemur til góðar seinni í teirra arbeiðslívi. Ikki minst læra tey at taka ábyrgd. Gevur tú okkara ungu ábyrgd, vaksa tey við uppgávuni. Ynskir Johan Dahl við lóg at loysa ung frá ábyrgd, førir hettar til ábyrgdarloysi. Okkara greiða ynski á fundinum við Johan Dahl var, at bæði §49 og §50 verða strikaði heilt úr lógaruppskotinum, og hesum tóktiskt Johan Dahl at taka undir við, hann lovaði okkum at uppskotið fór “at venda rætt” tá uppskotið skuldi leggast fyri tingið, sum hann málbar seg. Tað skal eingin ivi vera um, at politisku ung­mannafeløgini vilja verja okkara arbeið­andi ungdóm ímóti slík­um ørvitis-lógar­upp­skot­ um. Vit vilja við hes­um alment spyrja land­ stýris­mannin um hann hevur í hyggju at strika §49 og §50 úr lógar­ uppskotinum. Og harvið taka til­mæli frá politisku ung­manna­fe­løgunum til eftirtektar. Verða umtalaðu broyt­ingar ikki framdar, vilja vit heita á allar polit­ iskar flokkar á tingið um at atkvøða ímóti lógar­ uppskotinum. Áminning á Johan Dahl Landsins hægstu mugu ikki ræðast arbeiði! Skilatos av borgarstjóranum Poul Michelsen Framsókn Vit, sum í nógv ár hava stríðst fyri at fáa tekniska skúlanum við Velbastaðvegin og Studentaskúlanum í Hoy­dølum nøktandi hølis­ viðurskifti vita, at politiskur illivilji er orsøkin til, at vit ongan veg eru komin. Eg skilji væl, at stýrið á tekniska skúla, sum í ára­ tíggjur hevur verið hildið til tað turra spott, letur við seg koma. At lokal ahugamál uttan fyri Havnina og nú eitt per­ sónligt flopp av einum ung­ um Fólkafloksmanni - nú eru við til at gera enda á bygg­ingini, skal ongin ivi vera um. Til býráðsvalið í Havn í farna mánaði hevði Framsókn málið um Marknagilsdepilin sum eitt av høvuðsmálinum hjá høvuðstaðnum at loysa. Hetta í teirri sannføring, at løgtingið og landsstýrið hvørki eigur vilja ella áhuga at byggja nakran skúla í Havn – so einfalt er hetta bara! Soleiðis skrivaði Framsókn til býráðsvalið: Skúladepilin í Marknagili skal byggjast nú! Í 40 ár hava Tekniski Skúli og Føroya Studentaskúli bíðað eftir nøktandi hølisumstøðum í høvuðsstaðnum. Einki er hent, tí hetta málið hev­ur havt millum lítla og onga polit­iska undirtøku í løg­ting­ inum. Eftir løgtingsvalið í 2008 viðurkendu lands­mynd­ug­ leikarnir kortini, at nú mátti okkurt gerast. Løg­tingið sam­tykti at seta 395 milliónir krónur av til at byggja ein skúla í Marknagili, sum skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn. Marknagilsdepilin skuldi standa liðugur í 2014, men síðani er ætlanin skotin út ikki minni enn tvær ferðir. Nú er eisini staðfest, at depilin verður nógv dýrari enn mett, og ivi er sáddur um, hvørt myndugleikarnir hava valt røttu byggiloysnina ella ikki. Í løtuni sita landsins myndugleikar og leita eftir fleiri tíggutals milliónum í sparingum í verkætlanini. At tað skal bera til at spara so nógv uttan at kripla ætlanina, er lítið sannlíkt. Tað er líka ósannlíkt, at løgtingið fer at játta Marknagilsdeplinum tað, sum restar í. Marknagilsdepilin, sum hevur so stóran týdning fyri útbúgving og lestur í høvuðs­ staðnum, er tí í stórum vanda fyri at steðga upp. Hetta má ikki henda, og tí eigur Tórs­ havnar kommuna at fara inn í verkætlanina og átaka sær byggibúningar- og byrj­ unarkostnaðin. Einar 40 milli­ónir krónur kunnu gera stór­an mun. Fyri Tórshavnar komm­ unu er hetta ein hin besta íløgan, ið hugsast kann. Markna­gilsdepilin kann gera sítt til, at færri ungfólk flyta av landinum, ella at tey flyta seinni og tískil eru burturi í styttri tíð. Vit tingfólk, sum sita í polit­iska fylgibólkinum, sum er valdur at fylgja við byggiætlanini av Markna­gils­ deplinum, hava í longri tíð biðið landsstýrismannin um fund fyri at fáa at vita, hvar málið stendur. Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fundin. Hinvegin havi eg fyri nak­ að síðan biðið Bjørn Kalsø um at seta seg í samband við Tórshavnar Býráð og biða um samráðingar um, hvussu høvuðstaðurin kann koma byggingini til hjálpar. Nú borgarstjórin al­ment hevur boðað frá, at høv­uð­ s­staðurin sær tað sum eina uppgávu, at Markna­gils­ depilin verður veruleiki, ræð­ ur bara um at fáa samband millum partarnar. Um Bjørn Kalsø ikki vil – so fari eg at heita á Heðin Mortensen, borgarstjóra um at gera hetta – heldur í dag enn í morgin. Góða eydnu! Vegna Politisku ungmannafeløgini Huxa – Fólkafloksungdómur Rói B. Poulsen Ungmannafelagið Samband Pætur Vatnhamar Sosialistisk Ung John av Reyni Unga Tjóðveldið Regin W. Poulsen Unga Sjálvstýri Dávur í Dali Ung fyri Miðflokkin Dánjal Joensen Ólavur í Búrstovu Framsøkin Ungdómur Skúladepilin í Marknagili skal byggjast Streymoyar Sjálvstýrisfelag Streymoyar Sjálvstýrisfelag boðar hervið frá, at vit á ong­an hátt taka undir við út­søgnum um, at Skúla­ depil­in í Marknagili ikki skal byggjast. Jógvan Skorheim, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin á tingi í sessinum hjá Kára P. Højgaard, sigur sambært grein á aktuelt.fo og í tíð­ ind­unum í útvarpinum, at bygg­ingin av skúladeplinum í Marknagili skal steðgast. Hes­um tekur Streymoyar Sjálv­stýrisfelag ikki undir við. Miðnáms­skúlarnir í høv­ uðs­staðarøk­in­um eru nið­ ur­píndir, og bæði næm­ingar og starvsfólk virka hvønn dag undir umstøðum, sum ikki eru nøktandi. Tí heitir Streymoyar Sjálvstýrisfelag á samgonguna um at byrja upp á byggingina sum allar­ skjótast, so at betri karmar fáast fyri undirvísing til okk­ ara skúlaungdóm. Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð raðfest útbúgv­ ingar­politikk høgt, og tað ynskja vit framhaldandi at gera. Vit meta ikki, at orsøk er til at seta játtanina til Marknagilsdepilin upp ímóti eini møguligari hægri játtan til Fróðskaparsetur Føroya. Er vilji og virðing til staðar fyri at gera neyðugar íløgur í føroysku framtíðina, eigur at bera til at byggja bæði Markna­gilsdepil og at geva Fróð­skaparsetrinum bestu umstøður. Streymoyar Sjálv­stýris­ fe­lag vónar, at landið sum skjótast fer í holt við at byggja Skúladepilin í Markna­gili.