mikudagur 19. desember 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Bóltsnillingurin hjá Víkingi var
fyrr í ár og vandi við hollendska De
Graafschap. Tað bleiv ikki til nakað
samstarv her og nú, og Kaj Leo er
sinnaður at royna okkurt annað.
– Eg vóni, at tað verður onkur
royndarvenjing í januar mánaði,
men enn er einki konkret á borð
inum, sigur Kaj Leo í stuttari við
merking til Sosialin.
Kaj Leo er ikki bangin fyri at
siga, at hann hevur ambitiónir um
at røkka útlandinum. Hann segði
fyri kortum við Sosialin, at hann
fyribils satsar fult og heilt upp á at
sleppa at spæla yrkisfótbólt.
Í Víkingi munnu tey fylgja mál
inum tætt, tí hann er ein týðandi
spælari hjá felagnum. Hann hevur í
løtuni ikki sáttmála við felagið, men
hann vissar víkingar um, at verður
hann í Føroyum, so verður fyrsta
felagið hann tosar við Víkingur.
– Ja, tað er framvegis støðan hjá
mær. Verið eg verandi, so tosið eg
við Víking fyrst, sigur Kaj Leo at
enda.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Ein dystur var í fremstu deildini hjá
kvinnum í gjár millum Stjørnuna
og VÍF/Tjaldur. Stjørnan var greitt
omaná fyrstu løtuna. Eitt tíðarskeið
var støðan 9-3 til heimaliðið, sum
fleiri ferðir spældi seg hegnisliga
gjøgnum VÍF/Tjaldur verjuna.
Simona Petersen var við Stjørn
uni aftur. Tað gjørdi góðan mun.
Hon bæði hevur skotstyrki í álops
partinum, men er eisini sterk í
verjupartinum. Hon megnaði at
steðga Liljuni Djurhuus, sum var
størsta styrkin hjá gestunum.
Felagsliðið er eisini sera vandamikið
í mótálopum, men tey fingu tær fá
av, tí Stjørnan kom at kalla hvørja
ferð til skot.
Eisini lá væl fyri hjá Emu
Bezanovic at spæla hinar leysar.
Einar tríggjar ferðir spældi hon
bóltin inn á strikuna til Unu Olsen.
Seint í fyrra hálvleiki kom felags
liðið fyri seg. Tær fangaðu bóltar
í verjupartinum og so gekk skjótt.
Tær skoraðu nú upp á eyðkendu
mótálopini, sum Stjørnan ikki
hevur nakra verju fyri. Tað sóu vit
eisini í umvenda dystinum millum
hesi bæði liðini, tá Heidi Sevdal
rann verjuna umkoll.
Eisini broytti Stjørnan í verju
partinum.
Millum
annað
var
Simona Petersen flutt á hin vinstra
bakk, og síðani heilt út at hvíla.
Tað gav Liljuni Djurhuus betri
pláss, sum hon útnyttaði til fulnar.
Fleiri ferðir meddaði hon til útifrá
og skorar. Áðrenn áskoðararnir
vistu av, var bara tað eina málið
á muni, tá farið var til hálvleiks.
Javnur seinni hálvleikur
Í seinna hálvleiki var Stjørnan ein
fót frammanfyri til miðskeiðis í
hálvleikinum, tá VÍF/Tjaldur tók
leiðsluna fyri fyrstu ferð í dyst
inum. Stjørnan fekk aftur takið á
dystinum og fimm minuttir fyri tíð
var heimaliðið á odda við fýra. Hesa
løtuna gekk væl hjá Ellu Petersen,
sum fleiri ferðir skoraði hegnisliga
úr spísum frá vinstra vongi.
Her valdi felagsliðið at mansverja
Emu
Bezanovic
og
Simonu
Petersen. Stjørnan svaraði aftur
við at mansverja Liljuna Djurhuus.
Í hesum spælinum var felagsliðið
væl gløggari. Svein Rógvi var
ónøgdur við avgerðirnar hjá sínum
spælarum í álopsroyndinum. Tær
tóku skeiva avgerð at kall ahvørja
ferð. Antin gjørdu tær ov skjótt av,
ella komu skotini ov langt útifrá.
Tað eydnaðist tó ikki Stjørnuni at
fáa fleiri mál, meðan alt riggaði
hjá VÍF/Tjaldur. Hálvan minutt
fyri tíð javnaði Sarah Hansen til
26-26 við eitt av sínum fýra góðu
málum frá høgra bakki. Stjørnan
fór í álop, men brendi. Í hinum
endanum
varð
bríkslað
fyri
brotskastið, tá tíðin vísti 59:57.
Sarah Hansen var trygg og tryggj
aði felagsliðnum sigurin. Onkurs
vegna tóktist Stjørnan hava takið á
dystinum, men tá tær mistu takið,
so gjørdi felagsliðið skjótt av og
revsaði hart.
Stjørnan hevur nú langt upp
til FM plássini, meðan VÍF/Tjaldur
prógvaði, at tær kunnu vinna uttan
Adinu Petrea.
Kaj Leo bíðar eftir møguleikanum
Fótbóltur Kaj Leo Í Bartalsstovu arbeiðir
framvegis við at sleppa uttanlands at
royna seg. Fyribils veit hann ikki hvat er á
skránni, men vónar at sleppa av landinum
at royndarvenja fyri í komandi ári
Fremsta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
10
318
226
92
20
2 Kyndil
10
231
232
-1
11
3 VÍF/Tjaldur
9
217
237
-20
8
4 VB
9
219
229
-10
7
5 Stjørnan
9
204
218
-14
6
6 StÍF
9
217
264
-47
4
Sarah avgjørdi í evstu løtu
Hondbóltur Sarah Hansen bæði javnaði
til 26-26, og tók avgerandi brotskastið
trý sekund fyri tíð, tá VÍF/Tjaldur í kvøld
vann 27-26 á Stjørnuni í Klaksvík