mikudagur 19. desember 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Sjálvsikkur sum fáur setur hann
seg í stólin. Til reiðar at tosað um
eitt fjølbroytt og spennandi fót
bóltslív, og eina nýggja spennandi
avbjóðing sum venjari hjá aldurs
forsetanum í føroyskum fótbólti.
Hann er sum altíð væl ílatin.
Koyvboy buksur, hvítari troyggju
við svartari cardigan og einum
gráum
turriklæði
um
háls
in. Hárið situr sum tað skal og
skeggið er væl klipt. Hann er mál
rættaður tá hann tosar. Tú kennir
ongantíð á tær, at hann bara sigur
okkurt ella at hann tosa í tóman
heim. Heldur hyggur hann teg í
eyguni, og við eyðkendu røddini
dregur hann teg í ein heim har
alt ber til. Ein heim har tú kanst
bjóða heiminum av – og vinna.
Hann trýr upp á síni egnu
evnir. Tað er hann heldur ikki
bangin fyri at siga.
– Hví skal tú avmarka teg til
metingarnar hjá øðrum? Hví skal
TB bara spæla fyri at yvirliva, tá
teir kunnu meir, sigur Hans Fróði
spyrjandi.
Hetta er afturgangandi gjøgn
um alla samrøðuna við 37 ára
gamla Leirvíkingin, sum aldrin
hevur trivist so væl sum nú.
Tað eru ikki mørk fyri hvat tú
kanst og hvussu langt tú kanst
røkka. Tað krevur at tú trýr upp
á tíni evnir, og at tú fær ein møgu
leika at mennast.
Við íblástri úr fjølbroytta og
spennandi lívi sínum, ætlar Hans
Fróði at geva TB og ungu spæl
arnum ein møguleika at mennast
– uttan mørk.
Stoltur LÍF’ari
Hans Fróði er uppvaksin í eini
fótbóltsfamilju í Leirvík, sum
hevur røtur í bæði 66’ liðnum
hjá KÍ og á besta liðnum hjá LÍF.
Felagið hevur sína glæsiligastu
tíð í 80'unum, tá Hans Fróði er ein
ungur fólkaskúlanæmingur.
Hann spælir við LÍF og hugur
in er góður. Vøllurin er av grúsi og
umstøðurnar eru ikki av teimum
bestu. Tað ávirkar tó ikki Hans
Fróða og hinar í LÍF.
– Eg kann ikki minnast, at vit
grenjaðu um vøllin. Tað einasta eg
kann minnast var, at lakið plagdi
at hanga fast í sárunum, sum vit
fingu av at tveitta okkum í tak
lingar, sigur Hans Fróði.
Millum
spælararnar
eru
bretski bóltsnillingurin Martin
Nugent, brøðurnir Jógvan Júst
og Ólavur Olsen, Kári Nielsen og
Berg Vatnhamar.
Serliga nevnir hann Martin
Nugent, sum ein tann besta
spælaran, ið føroyskur fótbóltur
nakrantíð hevur sæð.
– Tað var ein tíð tá fólk tordu
at trúgva upp á alt. Alt bar til,
sigur Hans Fróði.
Tað merkist greitt á honum, at
hann metir hetta er ein góð tíð at
veksa upp sum fótbóltsspælari.
Undangongumenninir tora at
trúgva,
ófyrigevandi
vøllurin
flytir pínumarkið og samanhalda
í felagnum er avbera gott.
– Vit vóru stoltir av at vera
LÍF’arar, sigur leirvíkingurin.
Hans Fróði kemur á besta
liðið og spælir við LÍF fram til
1996. Hann spælir nógv saman
við millum annað Terja Lervig,
Gert Langgaard og Kristiani Á
Reynatrøð, umframt fleiri øðrum.
Sum
fótbóltsspælari
mennist
Hans Fróði. Hann ger lítið um seg
í skiftirúminum, og hevur stóra
virðing teimum eldru leikarunum.
Hann tekur eisini við læru av
teimum feilinum hann ger.
– Eina ferð hevði eg drukkið
hans fróði hansen vangamynd
Hann er ein tann mest umtalaði persónurin í Føroyum seinnu árini. Hann hevur tikið móti
stórum avbjóðingum og er til reiðar at gjalda prísin. Hann hevur í trý ár spælt yrkisfótbólt
uttanlands. Hevur yvir tjúgu landsdystir á baki. Hann er nýggjur venjari hjá TB, og vil hava
teir at spæla uttan mørk, og við trúgv upp á seg sjálvan. Hann er Hans Fróði Hansen
Hugburðurin
skal dríva verkið
...framhald á síðu 30
Hví skal tú avmarka teg til metingarnar
hjá øðrum? Hví skal TB bara spæla fyri at
yvirliva, tá teir kunnu meir