fríggjadagur 21. desember 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var um sjey-tíðina í
gjáramorgunin, at fráboðan
kom um eld í einum húsum
ovast í Niels Finsensgøtu í
Havn.
Sløkkiliðið var skjótt á
staðnum, og tað gekk heldur
ikki long tíð, áðrenn tamar
hald var fingið á eldinum.
Húsini fóru tó rættiliga illa,
og nærum alt var brent inn
an, og serliga eystara síða
hevði somuleiðis fingið stór
an skaða.
Eldurin kyknaði í einum
kamari
í
kjallaranum,
men tað eydnaðist tíbetur
kvinnuni
at
sleppa
út
og eisini at vekja hini, ið
búðu í húsunum. Sambært
politinum vóru tilsamans trý
fólk í húsunum, tá eldurin
kyknaði.
Eigarin sjálvur var tó
ikki inni, og tí bóru sløkkilið
og politi eina løtu ótta fyri,
at ikki øll vóru sloppin út.
Tað vísti seg tó sum nevnt,
at eigarin ikki var inni í
húsunum, tá eldur kom í.
Politiið fekk tó skjótt sam
band við eigaran.
Sambært
einum
av
sløkkiliðsmonnunum
var
eldur kyknaður í einum
av kjallarakømurunum, og
hevði síðani breitt seg út
gjøgnum vindeygað, upp við
vegginum og inn gjøgnum
vindeygað í hæddini oman
fyri.
Sum nevnt er eystara
síða illa farin av eldi, og einki
vindeyga í norðara parti av
eystursíðuni er heilt.
Eisini eru húsini illa farin
innan.
Kanna framvegis
Tá eldur soleiðis kemur í eini
hús – ella aðrar bygningar
ella lutir – kannar politi
ið altíð orsøkina til elds
brunan. Hesar kanningar eru
ikki lidnar enn, men hildu
fram í gjár, og í dag verður
tikið saman um teknisku
kanningarnar og vitnisfrá
greiðingarnar frá fólkunum,
sum inni vóru.
Fyribils kanningar benda
á, at tað var eitt sjónvarp, ið
var orsøkin til eldsbrunan,
men tað ber ikki til at stað
festa við vissu, fyrr enn
kanningarnar eru lidnar.
Eldsbrunin er rættiliga
álvarsamur, og húsini eru
sum nevnt rættiliga illa far
in. Skaðin stendst fyrst og
fremst av eldinum, men
eisini at vatninum, ið nýtt
verður at sløkkkja við. Og
sum tað ikki var nóg mikið,
so stendst eisini altíð royk
skaði av, men í hesum føri
num gjørdi eldurin tó mest
um seg.
Umboð fyri tryggingina
var eisini tíðliga á staðnum,
og metti um støðuna og
dokumenteraði við myndum
skaðan.
Nevnast kann, at eigarin
var í holt við at klæða húsini
av nýggjum, og norðari endin
var nýklæddur við nýggjum
vindeygum,
nú
óhappið
hendi.
Politiið kannar í løtuni orsøkina til eldsbrunan, og tað
umfatar tekniskar kanningar av húsunum og avhoyringar
av fólkunum, ið vóru inni, tá eldurin kyknaði
Mynd: Leo Poulsen
Leo Poulsen
Heðin
Mortensen
hevði
mikudagin fund við stýrið í
Tekniska Skúla í Tórshavn.
- Fundurin snúði seg
fyrst og fremst um tey út
talilsi, sum eg havi havt um
Marknagil. Røddir hava jú
verið frammi um at steðga
ætlanunum við skúladepli
num, og har havi eg víst á,
at tað ber als ikki til, og í
tí sambandi havi eg víst á
alternativar loysnir, sigur
Heðin Mortensen.
Fundurin
mikudagin
kom í lag eftir eitt bræv frá
stýrinum í Tekniska Skúla
í Tórshavn kom borgar
stjóranum í hendi.
- Teir vildu fegnir hava
ein fund við Tórshavnar bý
ráð um samstarv. Vit hava
samstarvað á nógvum økjum
fyrr, og tað gera vit eisini
í dag í gerandisdegnum. Á
fundinum vístu teir á teir
møguleikar, ið eru hjá okkum
at vera við í deplinum, so at
hann ikki dettur niðurfyri,
sigur Heðin Mortensen.
Tað finnast fleiri møgu
leikar hjá kommununi at
verða við í skúladeplinum í
Marknagili.
- Ein møguleiki er, at
kommunan kann leiga seg
inn í skúlan, ein annar er, at
vit verða við í verkætlanini
við
ávísari
peningaupp
hædd. Tryggleikin skuldi
so liggja í hølunum, ella í
einum leigusáttmála, og
tað var í stórum tað, sum
stýrið fyri Tekniska Skúla
í Tórshavn kom við, sigur
Heðin Mortensen.
Ongar upphæddir
nevndar
Uppgávan hjá Tórshavnar
býráð var í fyrstu syftu at
lurta eftir, hvat stýrið fyri
Tekniska Skúla í Tórshavn
hevði at bera fram.
- Talan var um ein góðan
og
konstruktivan
fund
mikudagin, sum vit nú
kunnu arbeiða víðari við,
og uppleggið frá Tekniska
Skúla verður so lagt fyri
nýggja býráðið. Vit kunnu
jú ikki gera nakað fyrr enn í
januar mánað, tá nýggja bý
ráðið kemur saman, og har
fáa býráðslimirnir so kunn
ing um fundin, sigur Heðin
Mortensen.
Spurningurin um pen
ingaupphæddir var tó ikki
umrøddur á fundinum.
- Nei, ikki ítøkiliga, men
fleiri í stýrinum sita eisini í
bygginevndini fyri Markna
gil, og víst varð eitt nú á, at
ítróttahøllin er ein stórur
partur av hølisspurningi
num, og peningaliga liggur
høllin um 30-40 milliónir
kónur, sigur Heðin Morten
sen.
Aðrir
fasilitetir,
sum
skúlin fer at hava, vóru
eisini uppi og vendu.
- Tað kunnu vera ymisk
høli til alment brúk, sum til
dømis at kvøldskúlin kundi
komið inn har, í auluni
kundu størri ráðstevnur
verði hildnar. Talan kundi
verið um eitt langtíðar
leigumál,
men
Tekniski
Skúli í Tórshavn eigur jú
eisini nakrar ognir, eitt
nú niðri í Smiðjugerði, og
sjálvandi skúlaheimið, so
tað snýr seg eisini um, at
kommunan kann vera trygg
við tær íløgur, sum møgu
liga verða gjørdar, sigur
Heðin Mortensen.
Trygd fyri íløgunum
Borgarstjórin
heldur,
at
fundurin vísti ein vilja frá
Tekniska Skúla í Tórshavn
at fáa verkætlanina um
skúladepilin í Marknagili
framda.
- Tað sær í hvussu er út
til, at tað mangla nakrar
milliónir í, og tað er har,
at stýrið fyri Tekniska
Skúla í Tórshavn er komið
á vøllin at hjálpa til. Og
tað er positivt, sigur Heðin
Mortensen.
Enn hevur borgarstjórin
ikki hoyrt frá øðrum pørt
um í málinum, men hann
hevur sjálvur róð upp undir
nakað líknandi í skrivi til
fjølmiðlarnar.
- Tað er rætt, og eg
havi spurt heilt ítøkiliga,
hvat skal til fyri at fremja
verkætlanina, og hvussu
kommunan kann hjálpa
til, tí eg ivist onga løtu í, at
kommunalpolitikararnir
vilja tað, sigur Heðin Mort
ensen.
Men tað verður kortini
ikki gjørt fyri einhvønn
prís.
- Fyrst og fremst skulu
vit hava eina býráðssamtykt
hesum vikðvíkjandi, og í
øðrum lagi vilja vit hava, at
tann íløgan, sum vit gera,
eg trygg, og at vit fáa nakað
fyri teir pengarnar, sum
vit leggja til verkætlanina,
sigur
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu,
vísir ikki aftur, at kommunan kann rætta skúladeplinum
í Marknagili eina fíggjarliga hjálpandi hond
Kommunan
hjálpir fegin
Marknagili
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havnar
kommunu, hevur í vikuni róð upp undir, at
kommunan ikki vísir aftur at hjálpa landinum,
og harvið miðnámsskúlunum í Havnini, við
verkætlanini um skúladepil í Marknagili
Orsøkin til eldin enn óviss
Kriminaldeildin hjá politinum kannar enn
eldsbrunan í Niels Finsensgøtu gjáramorgunin