fríggjadagur 21. desember 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kom og legg av
a nyggjarinum!
, ,
,
Kvinnur roykja eins nógv og menn
Fólkaheilsuráðið hevur í nøkur ár biðið Gallup
spurt umleið 500 tilvildarligar valdar føroyingar,
um teir roykja dagliga. Úrslitini vísa, at umleið
ein fjórðingur av vaksnum føroyingum roykja
hvønn dag, og kvinnur roykja eins nógv og
menn.
Børnini roykja nærum eins illa og
foreldrini
Okkara børn roykja tíverri nærum líka illa sum
foreldrini. Deildin fyri Arbeiðs- og Almanna-
heilsu hevur gjørt kanningar í mong ár - og tær
vísa, at útvið ein fimtingur av teimum 15 ára
gomlu í Føroyum siga seg roykja dagliga.
Ver ein góð fyrimynd
Vit vita ikki, hví so nógvir av okkara tann-
áringum eru farnir at roykja, men fyrimyndir
hava heilt víst týdning - teirra millum eisini vit
foreldur.
Fá stuðul, tá tú leggur av
Í 2013 fer Fólkaheilsuráðið at bjóða roykjarum
at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa
av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram
soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir
fartelefonina, tá tú hevur avgjørt, at nú skal
tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn
stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi
boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við
tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur
uttanlands við góðum úrslitum.
Melda til ókeypis átakið
Tú kanst melda teg til ókeypis átakið við at
senda eitt sms við tekstinum “gevst” til 1919.
www.folkaheilsa.fo.
1. januar 2013 fer Fólkaheilsuráðið undir eitt ókeypis átak, sum skal vera
við til at stimbra og hjálpa tær, tá tú hevur avgjørt at gevast við at roykja.
sansir.fo