fríggjadagur 21. desember 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hann hevur verið formaður
í Føroya Fiskimannafelag
seinastu seks árini, og nú for
maður aftur skal veljast fyri
tey næstu trý árini, er hann
til dystin fúsur.
- Eg eri als ikki troyttur
av felagsarbeiðnum. Her er
nógv at takast við, og dagur
in er mangan ov stuttur.
Tað sigur Jan Højgaard,
sum nú bjóðar seg fram
aftur.
Tvey onnur valevni eru til
valið í Føroya Fiskimannafelag
hesaferð,
eiðismaðurin
Grímur Hammer, sum ar
beiðir
á
skrivstovuni
á
fiskimannafelagnum
og
streymnesmaðurin
Sakaris
Zakariassen, sum býr í Sand
oynni.
- Eg haldi, at valið saktans
kann varpa ljós á ymiskt,
sum hevur við umstøðurnar
hjá fiskimonnum at gera
- og um so er, tænir tað sín
um endamáli. Tað eru altíð
viðurskifti sum krevja dag
føringar. Limir hava sín
fulla rætt til at stilla upp, og
soleiðis eisini við Grími og
Sakarisi.
Kreppa og spjaðing
Jan Højgaard vísir á, at tá
fólk eru uttan fyri, vita tey
kanska ikki heilt, hvat tað er,
tey fara inn til.
Soleiðis var eisini, tá Jan
sjálvur gjørdist formaður
fyri seks árum síðan.
- Tað eru nógv ting og
viðuskifti at seta seg inn í, og
ein stórur partur hevur við
lóggávu og sáttmálar at gera.
Jan heldur, at formans
tíðin hjá honum í ein ávísan
mun hevur verið merkt av
búskaparkreppu, sum eisini
hevur havt sína ávirkan á
viðurskiftini hjá okkum í
Føroyum.
- Eitt annað, sum seinnu
tíðina eisini hevur havt
sína ávirkan, er, at Føroya
Reiðarafelag gjørdist óvirk
ið. Eg vil siga, at tað vóru
nakrir ”kyllar” í reiðara
felagnum, sum vildu av
vápna
fiskimannafelagið,
so vit ikki fingu fótin fyri
okkum aftur. Teir vildu
hava
bíliga
arbeiðsmegi
umborð á skipini, men tað
vildu vit ikki góðtaka. Før
oyskir fiskimenn vera vird
ir í sigling hjá øðrum, og
tískil eiga vit eisini at virða
útlendskar fiskimenn, sum
sigla við føroyskum skipum,
sigur hann.
Sáttmálar ganga út
Jan Højgaard vísir á, at flestu
sáttmálar ganga út 1. januar
komandi ár. Tosað hevur
verið millum partar, men
soleiðis, sum støðan er nú,
er neyðugt at samráðast við
hvønn skipabólk sær. So leingi,
sum partarnir tosa saman, og
samráðingar eru, eru verandi
sáttmálar galdandi.
-
Tað
er
ikki
nakar
ynskidreymur,
at
einki
reiðarafelag er. Tað hevði
verið munin betri, um reiðar
ar stóðu saman í einum felag,
umboðandi ymisku skipa
bólkarnar. Tað er ikki gott
fyri nakran, hvørki fiski
menn, reiðarar, ei heldur
fyri samfelagið, at reiðarar
ganga í bólkum. Hóast tað
vóru teir, sum vildu avlaga
okkara felag, lekir tíðin øll
sár, sum vit plaga at siga.
Okkara felag hevur gjørt
fleiri royndir at ”hjálpa”
reiðarunum í gongd aftur við
felags stevi, men enn hevur
tað ikki eydnast. Neyðugt er,
at eitt framkomið samfelag
sum Føroyar hevur skipaði
Vilmund Jacobsen
- Sitandi felagsformaður
hevur á ongan hátt verið
negativur um mína upp
stilling. Eg vil heldur siga
tað soleiðis, at Jan Højgaard
var bæði blíður og týður og
hjálpti mær við stillarum.
Hann helt, at tað er sunt
við einum vali. Tað nyttar jú
einki at kasta runubløk eftir
hvørjum øðrum. Betri er at
vera konstruktivur og vísa á
gongdar leiðir, fiskimonnum
til frama.
Tað
sigur
Sakaris
Zachariassen, valevni, sum
nú stillar upp til felags
formansval í Føroya Fiski
mannafelag.
Men, hvørjar vónir hevur
hann móti sitandi formanni
og hinum valevninum, Grím
uri Hammer?
- Eg havi valt at síggja so
leiðis upp á hetta, at fellur
valið í mín lut, gerist eg ov
farin. Um ikki, er støðan
einki øðrvísi enn áður. Hevði
eg ikki viljað vunnið valið,
hevði eg heldur ikki latið
meg stillað upp.
Meiri sjónligur
Sakaris Zacharissen dylur
ikki fyri, at formansposturin
í Føroya Fiskimannafelag
hevði passað honum væl.
- Eg haldi, at Jan er ein
fittur maður, men eg fýlist
á, at ov lítið hevur verið at
hoyrt til hansara - í talu og
skrift. Tað hevur eftir mín
um tykki verið eitt alvorligt
handikapp. Tað er serliga
um miðlarnar, at limirnir
hoyra frá felagnum.
Sakaris heldur eisini, at
meiri kundi verið gjørt fyri
at
samansjóða
limirnar,
eisini í frítíðini.
- Tíðirnar eru so nógv
broyttar, og fakfelagsarbeiði
er eisini so nógv broytt. Um
framt
hýruprosentir
og
umstøður umborð snýr ar
beiði seg so sanniliga eisini
um eftirløn og samanhald
millum fiskimenn.
Undir einum hatti
Eitt av hjartamálunum hjá
Sakarisi Zachariassen er at
savna allar føroyskar fiski
menn undir hattin hjá Før
oya Fiskimannafelag.
-
Limatalið
er
nógv
minkað seinnu árini, og er
nakað sum helst til hindurs
fyri, at føroyingar, sum fiska
í øðrum londum, eisini eru
limir í fiskimannafelagnum?
Eg havi sjálvur siglt við eitt
nú norðmonnum og íslend
ingum, og eg havi kent meg
einsamallan, tí eg at kalla
einki visti um felagið, eg var
limur í.
Sakaris sigur, at sjálvandi
skulu føroyskir fiskimenn,
sum sigla við útlendskum
skipum, ikki ganga uttan um
feløgini í viðkomandi landi,
men tað hevði eftir hansara
tykki bæði verið ein styrki
og ein tryggleiki, at menn,
sum koma út fyri einum
ella øðrum, kundu vent sær
til Føroya Fiskimannafelag,
sum síðan tók sær av máli
num.
- Hetta hevði eisini gjørt,
at felagið hjá okkum var
nógv størri og soleiðis eisini
sterkari, leggur hann aftrat.
Eingin blacklisti
Fyri eini tíð síðan setti Før
oya Fiskimannafelag nøk
ur skip á ein sonevndan
svartalista. Hetta líkar ikki
Jan ynskir at halda
- At Føroya Reiðarafelag liggur lamið, er ikki
nakar ynskidreymur. Tað hevði verið munin betri,
um reiðarar stóðu saman, umboðandi ymisku
skipabólkarnar. Tað er ikki gott fyri nakran,
at reiðarar ganga í bólkum. Neyðugt er, at eitt
framkomið samfelag sum Føroyar hevur skipaði
viðurskifti. Tað tænir øllum best, sigur Jan Højgaard
Allir fiskimenn
undir ein hatt
- Limatalið er nógv minkað seinnu árini. Er nakað sum helst til hindurs fyri, at føroyingar,
sum fiska í øðrum londum, eisini eru limir í Føroya Fiskimannafelag? Eg havi sjálvur
siglt við eitt nú norðmonnum og íslendingum, og eg havi kent meg einsamallan, tí
eg at kalla einki visti um felagið, eg var limur í, sigur Sakaris Zachariassen