fríggjadagur 21. desember 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
viðurskifti. Tað tænir øllum
best, leggur hann aftrat.
Nógv sakarmál
Jan vísir á, at eitt, sum hevur
merkt
formanstíðina
hjá
honum nokso nógv, eru
sakarmál, sum felagið hevur
ført fyri skipsmanningar og
einstakar limir.
- Her hava vit vunnið
fleiri siðrar, og vit hava eisini
vunnið mál, sum eru av
prinsippiellum týdningi fyri
felag og limir. Eitt nú kunnu
avtalur ikki gerast við ein
stakar fiskimenn, soleiðis
sum onkur hevur hildið upp
á, og til ber heldur ikki at
sigla undan fólki - og so bara
látast sum luft. Skal maður
í land, skal hann sigast upp
eftir galdandi reglum.
Felagsformaðurin sigur,
at felagið hevur eisini vunnið
sakarmál, sum í peningi hava
havt stóran týdning fyri
stakar fiskimenn og heilar
skipsmanningar, sigur Jan
Højgaard,
felagsformaður,
sum nú bjóðar seg fram á
triðja sinni sum formaður í
Føroya Fiskimannafelag.
Vilmund Jacobsen
Nú árið 2012 er um at renna
út, er greitt, at uppsjóvar
flotin aftur í ár hevur gjørt
tað rættiliga gott.
Skipini hjá Varðanum í
Gøtu hava selt fyri umleið
380 miljónir krónur tilsam
ans, og saman við søluni hjá
Varðanum Pelagic á Tvør
oyri liggur samlaða sølan
hjá samtakinum um hálva
miljard krónur.
Herfyri visti Norðlýsið
eisini at siga, at samtakið
Hvalnes, sum eigur og rekur
verksmiðjuskipið Norðborg,
hevur selt fyri stívliga 300
miljónir krónur.
21,7 miljónir í
landskassa
Tórheðin
Jensen,
skriv
stovuleiðari, sigur, at Varðin
hevur goldið umleið 100
miljónir krónur í hýrum
og lønum. Haraftrat hevur
Varðin Pelagic á Tvøroyri
goldið umleið 25 miljónur
krónur í lønum. Tilsamans
hevur samtakið 350 fólk í
starvi, men tá eru undir
veitarar av ymiskum slagi
ikki taldir við.
Nú gongdin hjá upp
sjóvarflotanum hevur verið
so góð, hevur av og á verið
róð fram undir, at tað eru
nakrir fáir, sum eru komnir
til hesi virðir, ið teir hava
fingið fyri einki. Men, hetta
er ikki øll søgan.
Tórheðin Jensen vísir
á, at reiðarí og manningar
í Gøtu hava goldið 21,7
miljónir í tilfeingisgjaldi og
3,8 miljónir krónur í øðrum
skattum í ár. Aftrat hesum
kemur so partafelagsskatt
ur,
tilfeingisskattur
og
1%-gjald til trygdargrunn
fiskimanna.
Ikki drastiskur
vøkstur
Nú løgtingið í vikuni sam
tykti uppskotið hjá Jacobi
Vestergaard,
landsstýris
manni í fiskivinnumálum
um, at 0,75 oyru skulu rind
ast í tilfeingisgjaldi fyri
hvørt kilo av makreli, sum
verður veitt í 2013, spurdu
vit skrivstovuleiðaran, hvat
hetta kemur at merkja í mun
til gjaldið, sum er gandandi
í ár. Gjaldið í ár hevur verið
tengt at tonsatølum, men í
2013 verður sama krónutal
galdandi fyri øll tonsini, ið
verða veidd.
Tær 21,7 miljónir krónur
nar, sum skip og manningar
hava rindað í tilfeingisgjaldi
í ár, er ikki smápeningur.
- Við somu veiði í 2013
verður talið nakað størri
enn í ár, men ikki drastiskt
størri. Eg vil meta, at talan
verður um eini 10 oyru aftr
at í miðal fyri hvørt kilo,
sum veitt verður. Haraftrat
koma so aðrir skattir og
gjøld, sigur Tórheðin Jen
sen.
Landa veiðina
í Føroyum
Í samtykta uppskotinum hjá
landsstýrismanninum skulu
2 krónur rindast fyri hvørt
kilo av makreli, sum verður
veitt í føroyskum sjógvi og
selt móttøkuskipum ella
uttanlands.
- Men, soleiðis sum árið
í ár hevur verið, kemur
hetta tal ikki at órógva
serliga nógv, tí at kalla øll
veiðan í ár er landað í Før
oyum. Tað var ikki fyrr enn
uppundir endan av ver
tíðini, at einstøk landing
var uttanlands, tí virkini
her heima megnaðu ikki at
taka ímóti.
Tórheðin Jensen vísir
á, at Varðin enn ikki hevur
umrøtt samtykta uppskotið,
tí ymiskar aðrar uppgávur
hava verið at tikið sær av
hesar seinastu dagarnar.
- Tilfeingisgjaldið fer av
óbýttum, og tí eru tað bæði
skip og manningar, sum
gjalda fyri veiðirættindini
eftir makreli, sigur skriv
stovuleiðarin hjá Varðanum
P/F í Gøtu.
Tilfeingisgjald
hækkar í 2013
Skip og manningar hjá Varðanum í Gøtu hava rindað umleið 21,7
miljónir krónur í tilfeingisgjaldi í ár. Haraftrat koma aðrir skattir
og gjøld. - Við samtykta uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard,
landsstýrismanni í fiskivinnumálum og somu veiðinøgd sum
í ár, verður talið í 2013 nakað - men ikki drastiskt – størri,
sigur Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum
tilfeingisgjaldið fer
av óbýttum, og tí eru
tað bæði skip og mann
ingar, sum gjalda fyri
veiðirættindini eftir
makreli
Tað hevur gingið væl hjá
uppsjóvarflotanum í ár, og
bæði skip og manningar
hava goldið nógvar
miljónir krónur í lands-og
kommunukassarnar
Mynd: Vilmund Jacobsen
valevninum, sum nú bjóðar
Jan og Grími av.
- Nei, eg haldi, at felagið
heldur skuldi havt ein posi
tivan lista, tí tað eru iva
leyst eini 90-95% av reiðar
unum, sum halda gjørdar
sáttmálar og hava tingini í
lagi. Hetta hevði eisini gjørt
tað at sigla meiri positivt og
konstruktivt.
Í grein, sum Sakaris
skrivaði
herfyri,
helt
hann, at saknur er í ein
um reiðarafelag sum felags
mótparti - ella viðleikara
- fyri at hava skipaði viður
skifti á manningarøkinum.
Hann vísti á, at tað ikki
er rætti vegurin at fara, tá
sáttmálar vera gjørdir við
bryggjukantin millum felag
og manningar, sum hann
tók til.
Prógv á borðið
- Eg haldi eisini, at Jan Høj
gaard ov ofta hevur reist
illgruna um ymisk viður
skifti uttan at hava prógv
ini á borðinum. Tað fyrsta,
sum felagið noyðist at gera,
tá slíkt verður ført fram, er
at hava prógvini fyri møgu
ligum óreglusemi, sigur
Sakaris Zachariassen, sum
sigur seg vera spentan til
útfallið av valinum.
fram
- Heldur enn at hava ein svartalista, eigur felagið
at hava ein positivan lista yvir skip, sum halda
gjørdar avtalur, heldur Sakaris Zachariassen
fellur valið í mín lut,
gerist eg ovfarin. Um
ikki, er støðan einki
øðrvísi enn áður
- Vit hava vunnið fleiri siðrar, og vit hava eisini
vunnið mál, sum eru av prinsippiellum týdningi fyri
felag og limir, sigur Jan Højgaard, sum nú bjóðar seg
fram aftur til trý ár aftrat sum felagsformaður
Mynd: Vilmund Jacobsen