fríggjadagur 21. desember 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ansni byrjar nú við eini
nýggjari
flutnings-
og
neyðtænastu og hevur
fingið tveir bilar, sum
eru sergjørdir til hesa
tænastu.
Talan er um ein MAN
8.185
flutningsbil
og
ein Nissan Patrol jeep.
Flutningsbilurin
tekur
sær av at flyta bilar, sum
av eini ella aðrari orsøk
ikki kunnu koyra sjálvir,
og tískil mugu flytast.
Bilurin klárar at flyta
bæði
persónbilar
og
vørubilar umframt onnur
akfør og maskinur. Nissan
Patrol kemur t.d. at taka
sær av at hjálpa bilum,
ið eru uppsteðgaðir fyri
streym, brennievni e.l.
Nýggja tænastan kallast
Ansni Rescue.
-Vit fáa javnan fyri
spurningar
í
hesum
sambandi, og nógvir av
kundum
okkara
hava
ynskt eina slíka tænastu.
Tí hava vit tikið avgerð
um at bjóða okkum fram
við hesi flutnings- og
neyðtænastu. Vit eru jú
til taks alt samdøgrið alt
árið, og hetta passar væl
inn í okkara konsept.
Ætlanin er eisini at út
byggja tænastuna, sigur
Janus Djurhuus, vakt
leiðari hjá Ansni.
Rescue
– nýggj
tænasta
hjá Ansni
Janus Djurhuus, vaktleiðari hjá Ansni
Óli Jacobsen
Skal fyrst siga, at eg leggi meg
ikki úti, hvussu fiskimenn
skipa teirra felag ella hvønn
teir velja til formann. Men
tað hevur verið púra greitt
seinastu seks árini, hvussu
gongdin í felagnum hevur
verið støðugt niður á bakka.
Hetta var ríkiliga váttað
av formanninum sjálvum í
sending í útvarpinum miku
dagin við valevnunum til for
mansvalið í FF.
Nú eru tað aðrir sum av
gera sáttmálan
Taka vit fyrst sáttmálan,
so hevur frammanundan
eingin ivi verið um, at tað
var FF í høvuðsheitum, sum
legði støðið fyri sáttmálan
á hvørjum øki, og hetta var
grundarlagið fyri eykapørt
unum hjá yvirmannafeløg
unum.
Men nú fáa vit váttað, at
við
seinastu
sáttmálasam
ráðingar var tað blivið øvugt.
Boðini vóru, at antin skriv
aði FF undir sáttmála, sum
yvirmannafeløgini vóru við
at gera við reiðarafelagið, ella
varð FF sett uttan fyri sáttmál
agerð yvirhøvur! Og er hetta á
týdningarmesta økinum hjá
einum fakfelag. Hetta sigur,
hvussu veikt og ússaligt felagið
er blivið. Hetta er bert sær
sjálvum fyri at takka.
Tað kunnu sjálvsagt vera
umstøður, har tað kann
vera rímiligt at broyta býtið
í sáttmálanum. Men hetta
var í 2010 gjørt á tann mest
óskipaða
hátt,
nevniliga
við at ”sleppa oljuni leysa”
sum felagsfrádrátt uttan at
tryggja sær, at menn fingu
rætta avrokning við røttum
frádráttum.
Úrslitið kundi bert gerast
tað kaos, sum formaðurin
sigur vera á hesum økjum,
har nú stóra arbeiðið er at
kanna um reiðarar “snýta
við oljuni”. Við bert einum
sindri av viti og skili hevði
hetta kunnað verið fyribyrgt
Beindi fyri
inntøkutrygdini
Eitt annað ítøkiligt dømi
um, hvussu tað hevur verið
arbeitt fyri fiskimenn er
inntøkutrygdin.
Í míni tíð í FF varð framd
ein inntøkutrygd eftir einum
føstum leisti. Fiskimonnum
varð tryggjað eina arbeið
aradagløn fyri 8 tímar fyri
hvønn dag á túrinum. Henda
skipan var mett at vera so
góð fyri fiskimenn, at sjálvt
danska stjórnin vildi hava
hana avtikna í sambandi við
kreppuna í 1990-árunum.
Men tá fór FF í kríggj fyri at
verja borg, og felagið fekk
sjálvan danska forsætismála
ráðharran Nyrup Rasmussen
at bakka.
Nú er tað vinnan sjálvt
og harvið eisini fiskimenn
sjálvir, sum rinda inntøku
trygdina úr einum trygdar
grunni, sum verður av vinnu
ni. Lat tað vera tað, sum tað
er.
Men við beinleiðis stuðul
frá Jan Højgaard er inntøku
trygdin nú bert tann upp
hædd, so sum ”ráðini” eru til.
Harvið er trygdin sum trygd
burtur.
Við stuðli frá JH var inn
tøkutrygdin eisini minkað
við heilum kr. 200 pr. dag, og
hetta gekk sjálvandi mest
útyvir teir lægstløntu fiski
menninar. Seinni vísti tað
seg, at ráðini vóru til ein
minni lækking. Tað er einki,
sum bendir á, at Jan Højgaard
hevur rørt ein fingur fyri at
avmarka skaðan. Úrslitið er,
at fiskimenn eru ikki trygg
jaðir so frægt sum eina van
liga dagløn á landi.
Hetta er tann sami mað
ur, sum fyri seks árum síðani
fekk bilt fiskimonnum inn,
at hann kundi gera alt betri,
enn tað varð gjørt framman
undan!
Skulu niður á botn!
Av
øllum
innihaldsleysa
mótsøgnunum í hesi send
ing var tað mest láturliga, at
JH segði, at hann alla tíðina
hevði roknað við at skula
nýta seks ár at ”venda skútu
ni”, t.v.s. fiskimannafelag
num, men tað mátti komast
niður á botn fyrst! Higartil
hevur kósin bert verið móti
botni, soleiðis sum hann
sjálvur greiðir. Tað er so av
gjørt einki sum bendir á
nakra aðra kós hjá honum.
Fiskimenn fyrr høvdu
best hugsandi kunning um
teirra felag við blaði og árs
frágreiðingum. Nú hava teir
ta ringastu kunningina.
Hjá mær var í hvussu er
einki, sum ikki toldi dag
sins ljós, og tí kundi alt
vera
alment
atkomiligt.
Fiskimenn fáa nú bert at vita
tað, sum passar formanni
num, og tað er millum lítið
og einki. So mikið er kent, at
tað er nógv sum ikki verður
kunnað um.
Starvsfólkapolitikkurin
sigur alt
Men alt hetta er lítisvert
móti tí ”starvsfólkapolitikki”
sum JH saman við sínum
líkum innan- og uttanfelags
hava staðið fyri.
Í sendingini varð roynt at
bagatellisera tað starvsfólka
mál, sum var frammi fyri
tveimum árum síðani.
At JH skal hava biðið um
umbering í umrødda máli
er ikki so mikið sum hálvur
sannleiki. Tað, sum hendi var,
at JH ólógliga burturvísti
starvsmanni, sum trúgvur
hevði arbeitt fyri fiskimenn
alt sítt lív, uttan at ætlað
honum uppsagnarløn. ”Um
beringin” snúði seg bara um
henda partin av málinum.
Men tað mest óhugnaliga
hendi aftaná, tá ið maðurin
eftir at vera leysur av felag
num við falsan og lygnum
varð forfylgdur við stuðli
av Jan Højgaard, Samtak og
øðrum av sama slag fram til
seinasta dagin restina av
tí stutta lívi, maðurin hevði
eftir. Hetta er væl og virðiliga
dokumenterað.
Hesum var so avgjørt
eingin umbering biðin fyri.
Er tað nakað, so er tað øvugt.
Hetta lýsir meira enn
annað muruna í fiskimanna
felagnum og teimum sum
stuðlaðu hesum ágangi, sum
var beint ímóti tí, sum fak
feløg skuldu staðið fyri.
Hvussu skal nakar taka
fyri fult “rættvísiskrøv” frá
einum formanni og felagi, og
feløgum, sum kann nokta
egnum starvsfólki tey mest
grundleggjandi rættindi í
einum rættarsamfelag?
Og hvussu kann hann
krevja virðing frá øðrum, tá
hugsað verður um, hvussu
hann á tann mest ræðuliga
hátt kundi hevna seg inn á
ein fyrrverandi starvsmann
við
teimum
avleiðingum,
sum hetta fekk!
kjak
Niðurlagingin av fiski
mannafelagnum váttað
av formanninum sjálvum