Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Ábyrgdin liggur á hvørjum einstøkum tingfólki Rentan av landsins lániskuld 2,8% Vit hoyra tað so oftani mill­ um tingfólk: ”Júmen, eg vildi fegin gjørt nakað heilt ann­ að, men eg kundi ikki.” Og soleiðis hevur ongin ábyrgd av nøkrum. Tey, sum taka av­gerðirnar, standa ikki við tær. Men veruleikin er, at hvør einstakur hevur all­ar møgu­leikar at broyta viður­ skiftini. Í dag er triðja viðgerð av fíggjarlógini fyri 2013. And­ støð­an hevur gjørt sína egnu alternativu fíggjarlóg, sum leggur eina heilt aðra leið fyri Føroyar. Hon hevur minni hall og ein heilt annan poli­tikk. Alternativið varð felt á løg­ tingi. Men undir triðju við­gerð í dag verða broyt­ing­ar­upp­ skotini løgd fram hvørt sær. Tá ber til hjá hvørj­um einstøkum tingfólki at at­kvøða ja ella nei til ávísu málini. Millum broytingar­upp­ skotini hjá andstøðuni, sum atkvøðast skal um, eru hesi: Á rakstrarsíðuni: • 19,5 mió. kr. til lønar­ fram­skrivingar hjá øllum almennum stovnum. • 6,8 mió. afturat kr. til Strand­faraskip Landsins, so túratalið ikki verður skert og javnseting av ferða­seðlaprísum. • 4,6 mió. kr. eyka til eldra­ røkt og heimarøkt. • 5 mió. kr. afturat til Fróð­ skaparsetur Føroya. • 2,5 mió. kr. til miðnáms­ skúla­tilboð til føroy­ing­ar við serligum avbjóð­ing­ um. • 2,3 mió. kr. til Fountain Hús. • Hægri játtan til um­lætt­ ingarheim fyri børn við ser­ligum tørvi í Sand­ oynni. • 1,5 mió. kr. til Mentanar­ grunn Føroya og 3,3 mió. kr. til ymsar mentanar­ játt­anir. • 1,8 mió. afturat til Kring­ varp Føroya í mun til tað, ið játtað varð í seinastu viku. • 10 mió. kr. til fyritíðar­pen­ sjónsøkið. • At hækkingin í blokk­ stuðli­num verður strikað. • Umlegging av skatta­lætt­ anum miðaður til lægru inntøkubólkarnar. • Nýggjar inntøkur og aðrar umleggingar. Á íløgusíðuni: • 18,5 mió.kr til Markna­gils­ depilin, ið vórðu skornar burtur í seinastu viku. • 7 mió. kr. til nýtt Hav­rann­ sóknarskip. • 5 mió. kr. til at fyrireika Tjóðleikhús. • 2 mió. kr. til at fara undir at digitalisera bandasavnið hjá Kringvarpi Føroya. • 4 mió. kr. til lestraríbúðir. • 3 mió. kr. til føroyskan eftir­skúla. • 3 mió. kr. eyka til Klaks­ víkar Sjúkrahús (peningur, ið ikki er nýttur í 2012). • 2 mió. kr. eyka til Mið­ náms­skúlan á Kambsdali (peningur, ið ikki er nýttur í 2012) • 5 mió. kr. til orkugrunn, ið skal stuðla grønum orku­ verkætlanum kring Før­ oyar. • 7 mió. kr. til at gera seinastu kjarnuboringarnar í sbd. við Sandoyartunnil, • 5 mió. kr. til at fyrireika Hval­biartunnil • 5 mió. kr. til borivogn og útgerð til smærri tunnils­ verk­ætlanir. • Eyka peningur til bústaðir til fólk við serligum tørvi í Eysturoynni. Í tíðindaskrivi í dag frá Land­sbanka Føroya verður sagt, at landsstýrismaðurin hevur givið skeiva upplýsing um rentuna á landsins láns­ bræva­skuld. Neyðugt er tí at kunna um málið. Landskassin rindar í 2013 122 mió. kr. í rentu av land­sins lánsbrævaskuld. Láns­bræva­ skuld landsins er 4,3 mia. kr. Hetta gevur eina rentu á 2,8 %, og er tað hetta talið, ið landss­týrismaðurin hevur hildið seg til í Løgtinginum. Einans at brúka nýggjasta – og minna - partin av láns­ bræva­skuldini, sum tal fyri landsins rentukostnað gevur eina avmarkaða mynd av landsins rentukostnað. Tað eigur tí at undirstrikast, at landið rindar ikki 1,4 %, men 2,8 % í rentu, og verður hetta talið samanborið við lægru rentuna hjá Føroya Tele. Slík samanbering eigur at kunna gerast sum natúrligur partur av opnum politiskum kjakið á Løgtingið. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Mær dámar ómetaliga væl summar partar av jóla­tíðini, men viðhvørt havi eg hug at flenna, tá eg hoyri og lesi um alla stákanina: “Eg havi kókað kleynur og vaska loft og verið til 7 konsertir og 5 jólahald í skúlanum, barnagarðinum, frítíðar­skúl­ anum, arbeiðinum og bindiklubbanum og skriva 88 jólakort og ...Uff eg eri móð - Ert tú liðug til jóla?” Hmm, eg sigi sum ein vinkona á Facebook: “Liðug við hvat?” Eg síggi Riu Torgarð fyri mær í sendingini Jóla­ gøtan fyri nøkrum árum síðani. Á einum steppara við eini agurk í aðrari hondini og einum hvíttkáli í hinari tivar hon: “Kløøhn oh-og lukkulig!” meðan hon steppar avstað. Heldur enn at taka uppá til jóla, so vil hon tapa seg. Hon roynir at sannføra seg sjálva um, hvussu lukkulig hon verður av at vera kløn og standhaftig, men gakk. Tað endar sjálvandi við, at hon dettur útí og kveylar eina karamelludós í seg. Soleiðis gongur nokk fyri flestu okkara í desember. Tú hevur eina ætlan, til tú fært eina aðra. Eg skal ikki siga meg fría fyri at fáa onkrar stressknubbar av at fara til alt møguligt jólaligt, men eg eri – næstan – givin at hava ringa sam­ vitsku av tí, sum eg ikki havi tíð til at gera ella fara til, av tí ósunna, sum eg komi til at eta ella drekka, ella av tí, sum eg snøgt sagt ikki tími at fáast við. Eg haldi, at tað er ring samvitska, sum stressar allar mest. Ger tað nakað, at eg ikki tími at kóka kleynur? Nei, tí eingin inni hjá okkum etur kleynur. Hvat ger tað, um eg ikki geri høvuðsreint til jóla? Einki, tí her verður eingin heima, uttan frensurin. Missur nakar nakað, um eg ikki nái til allar jóla­ konsertirnar? Bara eg, og tað kann eg saktans liva við. Hvat ger tað, um eg eti riv einaferð um vikuna í desember? Einki, var tað ikki riv, so var tað uttan iva okkurt annað. Vit hava gjørt av, at vit bara gera tað, sum vit tíma og finna tíð til, og eta tað, vit hava hug til, ikki tað “mann” skal í desember. Fyri tað, so stákast vit til jóla. Jólaperurnar upp 1. desember, so vit fáa eitt sindur av ljósi í húsið. Adventsgávukalendara og sjokolátakalendara, heldur enn ein pakka hvønn dag. Til eina ørgrynnu av jólahaldum, har vit hugna okkum saman við skúlafeløgum, starvsfeløgum, vinum og øðrum, eta gott og sleppa frá uppvaskinum. Eitt Excel ark til at halda skil á jólagávunum, hvat keypti eg til hvønn í fjør og fyrraárið, so tey ikki fáa tað sama hvørt ár og eingin verður gloymdur. Jólatræið sett upp og pyntað, tá tað liggur fyri, ikki tá kalendarin sigur tað, allarhelst ein sunnumorgun aftaná morgun­matin, meðan øll enn eru í náttklæðum. Keypa bøkur til okkum sjálvi áðrenn jól og lesa seint um kvøldið og út á náttina, so vit næstan ikki orka upp til arbeiðis og í skúla. Sjálvir jóladagarnar eru kortini so siðbundnir, at har er einki, sum skal broytast uppá ella pilkast við, av tí sum liggur til okkum at bestemma, rað­fylgj­an er næstan líka kend sum í 90 ára føðingar­degnum. Til Klaks­víkar lítla­jóla­aftan. Riv á middegi jóla­aftan. Rokan og stákan av mati. Í kirkju­garðin at tendra ljós. Í kirkju. Eta gás og dunnu. Syngja um jólatræ. Jólagávur. Rómadessert við mandlu í. Midnáttar­messa úr Rom. Lesa. Sova. Aftur at eta. Gongu­túr. Spæla eitt spæl. Lurta eftir útvarpi. Eta. Práta. Lesa. Eta meira... Kløn verði eg avgjørt ikki av hesum, men lukku­ lig, tað verði eg. Annika Sølvará Stjóri fyri Granskingarráðið EYGA MÁLIÐ Kløøhn oh- og lukkulig! Høgni Hoydal Jørgen Niclasen landsstýrismaður