fríggjadagur 21. desember 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hergeir Nielsen
Fyrrverandi løgtingsformaður og
landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
Neyðars, neyðars Føroyaland,
brunnið tvøst, tað var títt merki!
Millum mongu syndarligu avrikini
hendan margháttliga samgongan
leggur eftir seg, liggur nú eisini
beinagrindin av Landsbanka Før
oya.
Tað eru sambandskreftirnar
í samgonguni, sum altíð hava
verið ímóti hesum banka, sum nú
hava fingið sín vilja, og hvussu
sterk sambandsgongan er, sæst
best av atkvøðugreiðsluni, har
likvideringin av Landsbankanum
fekk fulla undirtøku frá øllum
tingfólkum í samgonguni.
Landsbankin varð samtyktur
á tingi í 1978 við 17 atkvøðum av
samgonguni, ið tá sat, E(6), C(6),
A(5).
“...at varðveita trygg fíggjar
viðurskifti í Føroyum og eina
javna útbygging av føroyska
samfelagnum.” (Hákun Djur
huus, Poul Jacob Olsen, Hilmar
Bech, Signar Hansen, og Jógv
an Durhuus)”
Áliti um um Landsbankan
29.09.1978
Við hesi syndarligu samtykt hava
Føroyar sum einasta landi í vestur
heiminum slept tí týdningarmesta
fíggjarliga geiranum, sum skuldi
varðveita trygg fíggjarviðurskifti,
sum øll onnur lond royna at
styrkja mest møguligt.
Samstundis hevur landsstýrið
boðað frá, at danska fíggjareftir
litið, sum danir hava mist alt álit á,
nú verður einasta trygd føroyinga
frameftir. Danir leita annars sjálv
ir saman við eurolondunum inn í
eitt felags fíggjarkervi við egnum
eftirliti.
Peningapolitikkurin hjá donsku
bankunum við Den Danske Bank
sum høvuðsaktøri hevur líkst
okkara á mangan hátt, og eftirlitið
hevur verið neyvt hitt sama.
Ein sendirøð um skelkandi
húsagangirnar í donsku bankun
um “Sikke en fest” er víst á dr.dk,
samstundis sum avhøvdingin av
føroyska Landsbankanum fór
fram, og tað er ikki hissini kostur,
har verður borðreiddur.
Jú størri kunnleika vit fáa, og
jú longur vit koma undir húðina
á revsskinnunum aftanfyri húsa
gangirnar, jú klókari gerast øll
uttan tey, ið húsast ytst úti í Nesi
num og niðast á Tinghúsvegnum.
Teir, ið skuldu ansað gæsnum,
vóru teir somu sum skræddu tær
sundur, og alt bendir á, at vit eiga
at styrkja okkum munandi á eftir
litsøkinum.
Við avtøkuni av Landsbank
anum gera vit tað øvugta, og tað
er følsk trygd at billa fólki inn,
at vit eru væl vard undir danska
fíggjarkervinum.
Vit minnast Den Danske
Bank frá okkara kreppu í 1992,
og danir minnast hann frá teirra
kreppu í 2008. Áhugað kunna leita
eftir “Sikke en fest” í leitingar
vindeyganum á www.dr.dk og har
síggja, hvussu ússaligt danska
fíggjarkervið í veruleikanum er.
Donsku bankarnir skrúvaðu
shuntin frá og skaptu kreppu,
hóast fíggjareftirlit og tjóðbanki
sótu omanfyri og skuldu eitast
at ansa eftir. Húsaprísirnir fóru
við ferð uppeftir, og vanligt var at
bankarnir læntu trý, fimm ella sjey
ferðir húsaprísirnar, har hvør øll
tjentu seg ríkan upp á annan mans
kostnað – so leingi tað vardi.
Bankarnir gjørdust harafturat
alt annað enn bara bankar. Teir
ognaðu sær harafturat tryggingar,
realkredilán oam., eins og teir gera
nú, so at teir fingu fult og heilt
kvørkratak á viðskiftafólkunum.
Stuttskygd profitáhugamál
til lumpaðar partabrævaognarar
vóru berandi tátturin, sum bar
bankarnar fram ímóti tí stóra
kollapsinum, tá rokningin endaliga
varð borin skattgjaldarunum.
Eftiri stóð meinigi maðurin við
láni upp á sínar egnu pengar, sum
hann skuldi rinda aftur, meðan
bankastjórarnir hvurvu við feitum
farvællønum.
Tá tað so ikki bar til at blása
bløðruna longur upp, enn
bjølgurin helt, fóru skelkirnir
um allan heimin. Frá føroysku
sorgarsøgunum í Eik Banka til
amerikanska dreymin, Leeman
Brothers, har 600.000 fólk gjørd
ust arbeiðsleys í einum høggi.
Havandi hesar og aðrar ræðu
søgur í huga, skuldi allar góðar
orsøkir verið til at vart seg mest
møguligt og bygt upp heldur enn
rivið niður, men tíverri.
Samgongan, sum fyri ári síðan
skipaði stættarsamfelagið av
nýggjum, heldur við avtøkuni
av Landsbankanum fram við
at dyrka tað dulda beinharða
peningavaldið í samfelagnum og
fifla nú við sjálvum tí føroyska
fíggjarkervinum.
Hitt dulda peningavaldið gjørdi
eisini um seg, tá Landsbankin kom
í eyga.
“Á aðalfundi hjá Sjóvinnu
bankanum tað eina árið, eg
haldi tað hevur verið í 1977
ella 1978, kom Hans Pauli
Johannesen beinleiðis við upp
skoti um at koyra meg frá sum
grannskoðara bankans við
teirri grundgeving, at eg at
kvøddi fyri Landsbankanum.”
Endurminningar eftir Jógvan
Sundstein 2008
Sparing liggur í ætlanin hjá lands
stýrinum, siga tey fingralongu,
meðan Landsbankin sigur, at bara
hetta ævintýrið fer at kosta sam
felagnum einar 15-20 mió.kr. árliga.
Vit ivast stórliga og minnast
onnur sparingarherðindi í óðum
verkum.
•
Ferðavinnan fór fyrst undir
uttanríkisráðið, og síðan fór alt
á heysin.
•
Sjónvarpið fór fyrst í útvarps
kassan, og síðan alt fór á
heysin.
•
Partneringsáttmálin í eini
miðnámsskúlabygging, skuldi
fyrst tryggja ein mesta kostnað
á 60 mió.kr., og síðan fór alt á
heysin og endaði omanfyri 100
mió.kr.
•
Trygdarmiðstøðin ...?, ja, vit
kundu hildið á við røðini av
miseyðnaðum royndum og
óttast stórliga tær komandi.
Landsbankin var ein serstovnur,
sum varð rikin eftir egnum for
treytum, og sum hevði gjørt eitt
gott og álitisvekjandi arbeiði, og
harafturat kundu mangar aðrar
uppgávur verið latnar bankanum
at umsita.
Ein virðilig avhøvding kom ikki
upp á tal, tá smáir menn skuldu
taka stórar avgerðir.
Tingviðgerðin varð løgd dagin
fyri, at hoyringssvar komu vegin
fram, og tá tey so einaferð undir
nevndarviðgerðini komu vegin
fram, mæltu tey øll, frásæð pen
ingastovnunum, frá.
Afturhaldskreftirnar, sum
nú likvidera Landsbankan, eru
tær somu, sum royndu at forða
samtyktini av honum í 1978.
Finnbogi Ísakson, Atli Dam og
Jógvan Sundstein, vóru fram
herjar í síni tíð, men nú er vent í
holini í flokkinum hjá tí seinast
nevnda, sum í dag bert er ein
skuggi av sær sjálvum.
Ferð eftir ferð síggja vit væl
trimmaða A-liðið standa øksl við
øksl saman við sambandinum,
Millum mongu syndarligu avrikini hendan
margháttliga samgongan leggur eftir seg, liggur
nú eisini beinagrindin av Landsbanka Føroya.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Framhald á næstu síðu