fríggjadagur 21. desember 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og tá av hasar fer so onkur gleðisgentan at siga húsvillu
atkvøðunum, at nøkur teirra taka frástøðu frá rikna
politikkinum, sum tey annars tryggja, tá á stendur, og
soleiðs fer eisini at vera hesuferð.
“Sambandsflokkurin, sum var í andstøðu, fekk
fríspæl og var ímóti, og langt inn í Fólkaflokkin var
stór mótstøða.”
Endurminningar eftir Jógvan Sundstein 2008
Gl. sjálvstýri er sum altíð kroniskt lægsti felagsnevnarin,
men verri er, at eisini Miðflokkurin er eisini farin at
verja danska borg, og skræða føroysk tjóðarvirði niður.
Nú eftirmenn roynast skuggar, ganga biddaragongur
til Danmarkar eftir hægri blokki eina árið, og jarðleggja
Landsbanka Føroya annað árið, minnast vit farnar dagar,
tá Frederik Hansen (Tj. 1954-62) Fríðrikkur í Søldarfirði,
segði okkum: “Farið ongantíð av vegnum fyri einum
sambandsmanni.”
Men - soleiðis broytist so mangt á mansins ævi, og
ásannast skal enn eina ferð, at tá lítil maður fær vald,
kennir hann sær ikki afturhald.
Ein troyst í neyðini er, at Landsbankastjórin ætlar sær
at verja borg í vónini um, at bankin verður endurreistur
einaferð aftur, og væl verið honum fyri tað.
Ein heilt stórur vansi verður, at frameftir fáa vit
ongar óheftar frágreiðingar um føroyska fíggjarkervið.
Serkøna umsitingin verður nú syndrað saman við
óheftu eftirlitsuppgávunum hjá samfelagum. Eitt fólkið
verður skverað út í tóman heim undir væðingina á
Setrinum, og annað sett á onkran krakk á Gjaldstovuni
at fáast við toll og kassaeftirlit .
Hvørki Setrið ella Gjaldstovan halda, at skil er í
atsóknunum, men eisini har verður tosað fyri deyvum
oyrum.
Alt sum kundi láta og gráta av føroyskum stovnum
og fyritøkum, helt tað vera eina vanlukku at syndra
fíggjarligu umsitingina av Landsbankanum, men ikki
bankakervið, sum eins og mistilteinurin, ið vaks vestan
Valhøll, ikki vildi gráta um lagnu Baldurs.
Deyðin var honum tí vísur, og soleiðis gekst eisini
Landsbankanum, sum nú liggur á lit de parade.
Grátuligt er er eitt láturligt stýri, men lat okkum ikki
fella í fátt.
Janus Djurhuus sá ólívssárið, tjóðin fekk, tá klandur
kom í tjóðskaparrørsluna, og orð hansara raka dagsin
samfelag eins neyvt og tey gjørdu fyri hundrað árum
síðan.
Neyðars, neyðars Føroyaland,
brunnið tvøst, tað var títt merki!
Nær vil Sjúrður brýna brand,
birta herróp, kappin sterki?«
kjak
Marknagilsdepilin,
nú ella ongantíð!
Hetta er nærum sum déjà
vu. Nærkast vit eini enda
ligari loysn uppá bygging av
miðnámsskúla í Tórshavn
til Tekniska Skúla, Hand
ilsskúlan og Studentaskúl
an, so stinga sjónarmið seg
upp, sum órógva tilgongd
ina, og sum mongu und
anfarnu ferðirnar hava or
sakað naggatódn og skotið
byggingina út í framtíðina.
Hetta skal ikki henda aftur.
Tekniski Skúlin, sum hevur
bíðað eftir egnum hølum
síðani 1934, og sum saman
við Studentaskúlanum er
fram ímóti niðurdetting, skal
nú hava uppiborna polit
iska raðfesting. Sama er við
Handilsskúlanum.
Besta høvið
Tí áliggur tað landsstýris
manninum at fáa byggingina
av Marknagilsdeplinum í
gongd skjótast. Tað er eingin
ivi um, at dyggi meirilutin í
Løgtinginum fyri verkætl
anini fer at geva landsstýris
manninum besta høvið at
finna eina forsvarliga fíggj
arliga loysn, so teir tríggir
mið.námsskúlarnir fáa ta
húsarúmd og frálæruum
støður, sum teimum av røtt
um tilkemur.
So, Marknagilsdepilin er
nú ella ongantíð. Latið okk
um taka skilagóðu avgerðina,
so byrjast kann uppá verk
ætlanina
aftaná
árslokið
komandi. Tað fer at søma seg
fyri politiska myndugleikan.
Bjarni
Djurholm
formaður í
Mentanarnevnd
Løgtingsins
Samgongufólk kunnu nú prógva,
um tey vilja Marknagilsdepilin
TÍÐINDASKRIV
Ein samd andstøða leggur 18,5
mió uppá Marknagilsdepilin, í
sínum fíggjarlógaruppskoti.
Í fíggjarlógini fyri 2012
valdi samgongan at toyggja
byggingina av Marknagils
deplinum, soleiðis at hann
skuldi standa liðugur í ár 2016
heldur enn sum ætlað í 2015.
Í samband við fíggjarlógar-
viðgerðina fyri 2013 fremur
samgongan enn eitt átak fyri
at drýggja ella kanska heilt
steðga verkætlanini.
Við 2. viðgerð av fíggjar
lógini í síðstu viku, atkvøddi
ein samd samgonga fyri, at
taka 18,5 mió av játtanini til
Marknagilsdepilin. Hetta fer
allarhelst at seinka Deplinum
enn meir enn samgongan
longu hevur gjørt, tí uttan
iva verður torført at fáa pen
ingin uppá aftur komandi
árini. Tvs vit vita ikki um
skúlin verður klárur at taka
í nýtslu í 2016, 2017 ella nær.
Í somu viku vóru tveir ting
limir frá samgonguni alment
frammi, annar brúkti orðið at
“skrotta” Depilin og hin helt,
at peningur heldur eigur at
nýtast til universitet og at
pjøssa uppá verandi avgomlu
skúlar.
Síðan hevur formaðurin
í mentanarnevndini verið
frammi við boðskapinum um
at farast skal undir at byggja
Depilin beinaveg.
Í morgin verður 3. viðgerð
av fíggjarlógini. Andstøðan
hevur sett tær 18,5 mió kr
uppá aftur í sínum fíggj
arlógaruppskoti, og tá skal
Løgtingið atkvøða grein fyri
grein um ymsu konturnar á
fíggjarlógini.
Tá hava samgongufólk
eitt gylt høvi at vísa sín vilja
í verki. Við at atkvøða fyri
uppskotinum hjá andstøð
uni, kann samgongan prógva,
at hon stuðlar at Markna
gilsdepilin verður bygdur og
klárur at taka í nýtslu í 2016.
Virðingarmest
Tjóðveldi,
Javnaðarflokkurin og
Framsókn
Trivnaðarnevndin bøtti
um forsorgarveitingarnar
Tíðindaskriv frá
Sambandsflokkinum
Persónar sum fáa forsorgar
veitin, kunnu nú fáa ískoyti
til høgar bústaðarútreiðslur.
“Eg eri sera fegin um, at
tað eydnaðist at fáa eina
samda trivnaðarnevnd at
taka undir við tveimum
broytingaruppskotum, sum
tryggja, at persónar sum fáa
forsorgarveiting, kunnu fáa
ískoyti til høgar bústaðar
útreiðslur, tá mett verður,
at tað er neyðugt.” Tað sigur
Rósa Samuelsen, forkvinna í
løgtingsins trivnaðarnevnd.
Rósa Samuelsen sipar við
hesum til uppskotini um
broyting í forsorgarlógini
og broyting í lógini um ar
beiðsfremjandi tiltøk, sum
løgtingið samtykti við 3. við
gerð í dag.
Tá lógin um arbeiðsfremj
andi tiltøk varð samtykt,
vísti trivnaðarnevndin á,
at summir móttakarar fóru
at fáa eina inntøkulækking
orsakað av broytingini. Tí
gjørdi
trivnaðarnevndin
broytingar í uppskotunum,
sum løgtingið samtykti í dag.
“Við hesum broytingunum
fer veitingin, í eini skiftis
skipan, at svara til tað sum
er nøktandi fyri eitt livistøði
sum krevst, fyri at hava
eitt virðiligt lív,” sigur Rósa
Samuelsen.
Rósa Samuelsen roknar
við, at tá skiftistíðin, um eitt
hálvt ár, er farin, eru viður
skiftini komin uppá pláss
hjá øllum bólkum, sum fáa
forsorgarveitingar.
Framhald av síðu 19
»Alt sum kundi láta og gráta
av føroyskum stovnum og
fyritøkum, helt tað vera
eina vanlukku at syndra
fíggjarligu umsitingina
av Landsbankanum, men
ikki bankakervið, sum eins
og mistilteinurin, ið vaks
vestan Valhøll, ikki vildi
gráta um lagnu Baldurs«