fríggjadagur 21. desember 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Føðingar
3. desember fingu Beinta Langgaard & Súni Olsen, Hoyvík,
ein son. Hann var 48 cm langur og vigaði 3420 gr.
2. desember fingu Gunnvør Joensen og Magnus Norðberg,
Klaksvík, ein son. Hann vigaði 3810 g og var 51 cm langur.
10. desember fingu Doretha og Karstin Joensen, Runavík,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3520 gr.
1. desember fingu Heidi Mariusardóttir og Jóhan Hendrik
Rubeksen ein fittan son. Hann vigaði 3410 gr og var 51 cm
langur.
Hátíðarhald var í entrepre
nørhøllini við Oyggjavegin
á middegi í dag í sambandi
við, at Marni Joensen hevur
40 ára starvsdag hjá komm
ununi.
Borgarstjórin greiddi frá,
at Marni byrjaði í apríl í 1972
niðri hjá Mortan Mørk, sum
var formaður í reinhaldinum.
Tá helt reinhaldið til úti í
Bakka. Tá var reinhaldið
nógv øðrvísi enn í dag.
Í 1975 fór Marni at koyra
lastbil hjá asfaltinum. Tann
sonevndi Petur hjá Pansar
inum var formaður tá. Tá íð
tíðini framleiddi kommunan
asfaltið uppi í grótbrotinum.
Marni koyrdi lastbilin til
1982 og bleiv so sjakkbeisur
hjá Finn í Puntabyrgi og
Sjúrði Engskarð, til hann
byrjaði hjá Helga Rustin Ol
sen í august 2010.
Marni hevur seinastu tíð
ina koyrt L20-maskinuna og
er kendur sum avbera fyri
komandi og blídligur maður,
sera álítandi og altíð í góðum
lag.
Marni fekk blómur og
gávur frá kommununi og
borgarstjórin
og
tekniski
stjórin hildu røðu til eitt
hugnaligt borðhald í høllini.
Marni Joensen 40 ára starvsdag
Hjørdis Mortensen hevur í
dag sín seinasta arbeiðsdag
á Tryggingarfelagnum Før
yar.
Samstundis fyllir hon
í dag 69 ár, og nú hon gevst,
hevur hon starvast á sama
stað í góð 50 ár.
Hon fór sum student
beinleiðis av skúlabeinki í
starv sum stjórnarskrivari
á Tryggingarsambandinum
Føroyar, har hon byrjaði 9.
juli 1962.
Hon hevur tí starvast
hjá fimm stjórum, Tummas
Thomassen, Marius Thomas
sen, Jens Petur Arge, Gunnar
í Liða og seinast Regin
Hammer.
Hjørdis hevur altíð verið
áhugað í ítrótti, serliga fim
leiki, og hevur verið unt at
vera við á øllum Oyggjaleik
um síðani teir vóru í Før
oyum í 1989 – ikki minst tí
maðurin, Heðin Mortensen
í eitt mannaminni var ÍSF-
forseti. Seinastu árini hevur
hon verið við sum borgar-
stjórafrúa.
Hjørdis er yngst av seks
systkjum, og foreldrini vóru
Erika og Alfred (Affe) Eg
holm.
Hjørdis gevst á Tryggingini
Hann hevur havt við Tórs
havnar kommunu at gera
seinastu 35 árini sum nevnd
arlimur í ymsum nevndum,
sum býráðslimur og ikki
minst sum verkfrøðingur.
Nú heldur hann at tíðin er
komin at taka frí – men hann
hevur kortini játtað at verða
innkallaður sum seniorráð
gevi av og á!
Ronald F. Poulsen fekk
nógv rósandi orð við á veg
num, bæði frá borgarstjóran
um, sum hevur samstarvað
við hann øll hesi árini, frá
býarverkfrøðinginum, sum
hevur verið leiðari hjá hon
um seinastu árini, og frá
tekniska
stjóranum,
sum
hevur verið stjóri hjá honum
seinastu árini.
Ronald hevur verið álitið
í mongum byggimálum og
hevur staðið fyri tí avbera
stóru spillvatnsskipanini hjá
Tórshavnar kommunu – í so
stórt mát, at leiðararnir í dag
máttu staðfesta, at maður
ikki kemur í mans stað í bræi,
tí ongin hevur tað innlit,
Ronald hevur.
Tí hevur hann játtað at
hjálpa til av og á eftir tørvi.
Ronald fekk nógvar gávur
og upp í føvningin av blóm
um í morgun. Hann takkaði
stórliga fyri heiður og æru og
gávur, og endurgav ein kend
an mann fyri at siga, at nú
fór hann heim at njóta sítt
”opium”, men legði aftrat, at
vit síggjast aftur í januar!
Ronald leggur frá sær