Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Stillisliga legði tú árarnar inn og flutti yvir í aðra tilveru, mamma. Sovnaði burtur uppi á Borg, í barndómsheimi tín­ um, mett av døgum. Í somu húsum, sum tú vart fødd í fyri 92 árum síðani. Serstøk var løtan í tún­ in­um á Borg, har Bergur, argja­prestur, og Poul Færø høvdu orðið, áðrenn tú vart borin heim um Argjagarðsá og koyrd oman í kirkjuna á Høvda­kúlu. Tvey langommubørn tíni vórðu borin í heim hetta sama árið, tú andaðist. Lan­ g­ommu­son­urin kom inn í hend­an heim bert tveir dag­ar fyri, at tú fórt úr hes­ um heimi. Soleiðis er lív­sins gongd: Ættarlið koma og fara. Seinasta kvøðan, tú sendi ommu- og lang­ommu­børn­ unum, var hendan: Jesus veri hjá tykkum øllum! Tú vart ein sterk kvinna, ongantíð sjúk. Triðingin av lívs­ævi tíni búleikaðist tú í hús­un­um niðri í støðni. Gomlu hús­un­um, sum eru bygd oman á neysta­grund, sum hoyrdi til spitalska sjúkra­húsið. Har virk­aði tú m.a. sum eitt slag av lív­bjarg­ ara. Nøkur argja­børn hevur tú drigið upp úr sjó­num; onkun­tíð var vandi á ferð. Tú verður eisini umtalað í bók­ini “Argja­frensar”. Brimið kundi vera øgiligt niðri í støðni. Aldubrotini vóru stór. Sama kann sigast um lívsleiðina: Ikki var altíð slættsjógvað; brotasjógvar komu viðhvørt; men eisini teir slætnaðu. Tá faðir, maður tín, John í Hoyvík, legði árarnar inn í 1975, flutti tú úr støðni og niðan aftur á Borg. Uppi á Borg vart tú, saman við Miu, systur tíni, í 23 ár, og síðani einsamøll, tann góða mamman og omman, har ommubørnini altíð kundu koma, tí har var altíð opið, altíð onkur inni. Borgin, hús­ ini og trøðin, var ein sera góður barnagarður. Borgin, smáttan á grønu ong, sum ættfólk okkara niðri á Argjaboða partvíst fluttu av Argjaboða niðan á Borg, tá tey fluttu niðan í 1890-árunum. Hendan smátt­ an, sum húsvíkingar góvu navn, tá teir róðu fram við argjalandinum, meðan abbi tín, Óla Kristian, ættaður úr Húsavík, smíðaði húsini. Ja, hendan smáttan, hetta stað uppi undir hamrinum, hevur altíð verið okkara friðskjól, lívdarstaður, oasa, har gott og trygt var at vera, um onkur brotasjógvur var á lívsleiðini. Eg smáttu veit á grønu ong, hvar fuglar syngja vakran song, og hoyrist heimligt áarsuð, tann smáttan rennur mær í hug. Í Halgubók, í 16. sálmi, standa nøkur orð, sum hóska væl til Borgina: “Mær lutur fell á yndisligum støðum.” Í jarðar­ ferðarhefti tínum stóðu hesi orð úr 62. sálmi: “Guð er mín klettur, mín frelsa, mín borg.” Tann 18. oktobur 2012 varð so seinasta barnið hjá Hans Jakku og Elspu á Borg borið út. Løgið, ikki at síggja nakað ljós í glugganum á Borg, har ljós hevur verið undir lonini síðani 1890-árini. Vónandi verður ljós aftur at síggja á Borg innan alt ov langa tíð. Takk fyri lívið, mamma! Við vón um at hittast aftur á aðrari, grønari ong! Eyðun 1920-2012 So sløknaði á Borg Árni Dam, sum í mong ár var umboðsmaður í Føroyum hjá russiskum reiðaríum, send­ir niðurlagda Færøernes Kom­ mando eina tøkk fyri gott arbeiði í Føroyum. Tá ið Árni Dam byrjaði sum umboðsmaður hjá Skipa­ felagnum, var eingin før­oysk bjarg­ingar­tyrla, men danska verju­skipið hevði tyrlu. Hann minnist eina ferð, hann fekk boð um, at russ­ iskur maður hevði fingið stóran skaða umborð á ein­ um trolara. Hann hevði fing­ ið eitt trol oman yvir seg, og hol var á búkinum. Verjuskipið lá á molanum í Havn. Tveir minuttir eftir, at Árni Dam ringdi til Færøernes Kom­mando, ýldu skipið sum boð um fráferð fyri at fáa manningina at skunda sær umborð. Skipið legði so skjótt frá landi, at allir ikki náddu at koma umborð. Verjuskipið sigldi so langt út, at tyrlan við lækna kundi fara eftir manninum og vendi síðan inn aftur. Tyrlan hevði so mikið av brennievni, at hon kláraði at flúgva til Klaks­víkar og síðan til Havn­ ar. Árni Dam minnist, at tað var svart í toku í Havn, og at tyrlan hekk yvir Nóls­oynni eina løtu, áðrenn hon fekk lent. Hetta var um náttina. Maðurin yvirlivdi. - Tað var eitt satt bragd. Men ikki fyri tað, føroyingar hava sjálvir síðan gjørt stór bragd. Eg vil bara fegin senda teimum eina tøkk, og eg vóni, at samstarvið við Arktisk Kommando verður líka gott, sigur Árni Dam. Gjørdu gott arbeiði í Føroyum Árni Dam