fríggjadagur 21. desember 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Góði Piddi, nú tað stundar til
hesa hugnaligu høgtíð, kenn
ist tað sera tungt og mein
ingsleyst at skula seta seg
niður at skriva minningarorð
um teg. Hetta er júst tann
tíðin, tú sum smádrongur
dámdi og dugdi so sera væl
at hugna um. Tú dugdi so væl
at klippa jólaprýði, ikki minst
tá ringar skuldu klippast og
límast, so vit kundu gera
ketu úr ringunum. Ja, og ikki
at gloyma stjørnurnar til
jólatræið.
Góði Piddi, tað vardi okk
um ikki, at vit bert skuldu fáa
42 ár saman við tær. Tú vart
elstur av fýra systkinum,
og sum foreldur er tað altíð
nakað serligt at eiga fyrsta
barnið, og tað skuldi eisini
vísa seg, at tú vart nakað
heilt serligt.
Tú vart ein blíður og glað
ur smádrongur. Tú byrjaði
í skúlanum í Rituvík, og tú
hevði bert gingið í skúla
stutta tíð, tá ein lærari, sum
kom at fylgja tær øll 10 tey
fyrstu skúlaárini, segði, at
hasin drongurin dugdi síni
ting. Og 10. floks-prógvið
talaði fyri seg. Leiðin gekk
síðani til Gøtugjáar, har
tú tók studentsprógv, og
tín partur lá ikki eftir har.
Tú vart ein persónur, sum
ongantíð gav upp, og fyrsta
árið í Gøtu var týðiligt prógv
um tað. Tú gekst við gipsað
um beini og brotnum armi
meginpartin av fyrsta árin
um, men tað forðaði tær
ikki í at fáa teir bestu karak
terirnar. HH tók tú eisini,
hetta meðan tú hevði annað
arbeiði. Seinni tók tú HD
niðri í Kolding, og eisini har
gekst tær væl. Hetta er bert
ein lýsing av, hvussu góður
tín fakligi førleiki var, men
so lítillátin vart tú, at tær
dámdi ongantíð at fáa rós
fyri teir góðu karakterirnar,
tú fekst. Niðurlagið var altíð,
”tað man ikki vera”, ella, ”eg
mundi bara vera heppin”.
Soleiðis vart tú. Eftir loknan
lestur í Danmark, gekk leiðin
heimaftur.
Á yrkisleið tíni fekst tú,
hóast tín unga aldur, nógv
burturúr. Uttan mun til, hvat
tú gjørdi, fórt tú heilhjartaður
til verka. Eitt tað fyrsta ar
beiðið, tú hevði, var í møbla
søluni inni á Høgabólið, og
har dámdi tær væl. Og í fjøl
miðla_verðini vart tú ikki
eitt ókent navn. Tú hevur
bæði skrivað fyri Tingakross
og Dimmalætting, serliga
minnast vit ”Ítróttarblaðið”,
sum tú og ein góður vinur
tín skrivaðu fyri Dimmu. Í
2001 byrjaði tú hjá fyritøkuni
”Virkisráðgeving”, og tín upp
gáva bleiv at samskipa stóru
fiskivinnuráðstevnuna
”Nordic Atlantic Fish Fair”.
Hon vísti seg at gerast eitt
sera væleydnað tiltak. Tú
fekst stórar fyritøkur nær
og fjar at luttaka á messuni,
og tú fekst eisini Norrønu
at liggja sum hotellskip, og
hvør minnist ikki F1-bilin hjá
Schumacher? Hetta sigur ikki
so lítið um tað álit, tú hevði
millum fólk. Og ikki kann
annað sigast, enn at tú so
dyggiliga fekk sett Føroyar á
heimskortið. Í eitt tíðarskeið
hevði tú eisini álitisstarv í
Innlendismálaráðnum, har
fólk bara høvdu gott at bera
tær.
Politikkur var eitt av tín
um hjartamálum, og eisini
har fekst tú teg royndan. Eitt
eyðkenni, tú hevði, var at tú
tordi altíð at standa við tað,
tú segði.
Hetta hevur verið ein
strævin og torfør tíð, serliga
hjá foreldrum okkara og ikki
minni hjá børnum tínum,
sum tú vart so ótrúliga góður
við og stoltur av. Og nú, tá
rættarmálið hevur fingið sín
enda, standa vit framvegis
við
mongum
ósvaraðum
spurningum.
Góði Piddi, tað er so
ómetaliga nógv, vit kundu
sagt um teg. Vit systkin hava
altíð sæð rættiliga nógv upp
til tín, og var okkurt, vit vóru
í holt við, ja, so var altíð gott
at fáa eini góð ráð frá tær.
Eitt nú tá vit fingu upp
gávur í skúlanum, so var tað
líkamikið, hvat man spurdi
teg um, tú visti alt. Tú hevði
eitt stórt hjarta, sum man
ikki kann seta orð á. Bara
eitt dømi er, tá tú arbeiddi á
møblasøluni, so segði tú við
mammu, at hon kundi koma
inn at síggja tað góða tilboð
ið, ið har var, og soleiðis fjálg
aði tú um stovuna heima. Tú
gavst, til tú næstan stóðst
nakin, ja, í mongum førum
vart tú alt ov góður av tær.
Tú hevði stóran áhuga í
ítrótti, - og eisini har gavst tú
meira, enn tú orkaði.
Tú hevði gott høvd sum
fáur, og mangan undraði tað
okkum, hvussu væl tú klár
aði at hava so nógv jørn í
eldinum í senn og handfara
øll væl. Tú hevði altíð onkrar
spennandi og áhugaverdar
planir og ambitiónir, og tá
tú so fórt í holt við tær, var
tað við lív og sál. Til tíðir
var torført at fyglja við tær,
tí tú vart so engageraður og
málrættaður.
Ikki hevði tú tað bara lætt
her í lívinum, góði Piddi. Tú
upplivdi sjálvur at missa eina
dóttir, og hetta var eisini ein
myrkan novembermánað. Tó
gleðir tað okkum at hoyra, at
tú fekst tosað við onkran um
hendan sorgarleik.
Tað er so fløvandi, nú tú
ikki ert millum okkum longur,
at hoyra onnur umtala teg og
tín kærleika til tíni næstu.
Og at hoyra onnur tosa um,
hvussu jaligur tú vart. Ein
pápi greiddi frá, hvussu kedd
dótturin varð, tá hon hoyrdi,
hvussu lagna tín bleiv. Hetta
var ein, tú hevði havt í fram
haldsdeildini. Hetta var eisini
okkara uppfatan, at tú dugdi
væl við børnum, og at børnini
eisini vóru góð við teg.
Góði Piddi, hetta hevur
verið og er enn ein torfør tíð.
Og uttan familju, vinir og
kenningar, ið hava verið heilt
ótrúlig hesa tíðina, høvdu vit
ikki komið ígjøgnum hetta.
Sum ein tók til, vit hava líka
sum verið í respiratori, og fólk
hava livað fyri okkum. Eina
hjartans tøkk til tykkum øll,
sum hava verið um okkum.
Gleðilig jól.
Foreldur og systkin
Til okkara høgt elskaða son og beiggja
Dánjal Petur Hansen
– vanliga nevndur Piddi
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
á ymiskan hátt hjálptu okkum og sýndu
samkendslu, tá ið okkara allarbesti
Karl Jóhan Fossá
Tvøroyri
doyði og varð jarðaður.
Kærar heilsanir og eini gleðilig jól og gott
nýggjár ynskja vit tykkum øllum.
Familjunnar vegna
Alma