Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit øllum, ið vóru við at gera brúdleyp okkara ógloymandi og til nakað heilt serligt. Takk til tykkum, ið vóru við at seta dám á vígsluna í Aarhus tann 06.10.12. Somuleiðis takk til tykkum mongu, ið komu at heilsa uppá okkum til brúðarhús í Porkeri. Takk fyri talur, sangir, gávur og heilsanir. Ein serlig tøkk til tykkum, ið hjálptu til soleiðis, at alt eydnaðist so væl. Vit ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Vinarliga Dania og Hanus tøkkir Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á mínum 80 ára føðingardegi tann 20. oktober. Tøkk til tykkum øll, sum vóru við til at gera dagin so góðan og hugnaligan. Takk fyri gávur og heilsanir frá øllum tykkum, og øllum tykkum, sum vóru við til at skipa fyri. Ein serstøk tøkk til Streingjakórið hjá Frelsunarherinum, ið setti ein serstakan dám á kvøldið. Hjartaliga takki eg tykkum øllum somlum og ynski øllum eini gledilig jól. Vinarliga Dinna Dam Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum gleddust saman við okkum í sambandi við silvurbrúdleyp okkara í oktober 2012. Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Gudný og Birgir Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintust okkum á 90 og 95 ára døgunum, takka vit hjartaliga. Tøkk tit mongu, sum gjørdu okkum dagin í Roykstovuni í Kirkjubø tann 15. september so hugnaligan og ógloymandi. Eisini tykkum, sum veittu eina hjálpandi hond í sambandi við dagin, takka vit hjartaliga. Vit ynskja skyldfólki, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri tíðina, sum farin er. Kærar heilsanir Elisabeth og Sámal Patursson Vit ynskja at takka tykkum øllum sum á ymiskan hátt gleddu okkum á brúðleypsdegi okkara 21.07.2012 og gjørdu dagin ógloymandi. Vit ynskja hervið øllum eini gleðilig jól og eitt eyðnuberandi nýttár. Edith & Edvard Pauli Andreasen Vit vilja fegin takka tykkum øllum, sum vóru við til at ríka okkara gullbrúdleypsdag tann 20. mai 2012. Somuleiðis vilja vit takka fyri talur, gávur og heilsanir, og ikki minst tær hjálpandi hendur. Tit vóru við til at gera henda dagin so hugnaligan og minniríkan. Við hesum ynskja vit eisini tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, eins og vit takka fyri tað brátt farna. Magnhild og Tommy í Niðristovu