fríggjadagur 21. desember 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Johan Mortensen
S
makkur og luktur hava altíð havt
sera stóra ávirkan á meg. Tá eg var
um 3 ára aldur, minnist eg litaðar
perur og nógv fólk, tað hevur
verið ólavsøka, og eg var saman
við pápa. Pápi keypti mær eina kókaða
reyða pylsu og eina hindber sodavatn. Ohhh,
tann vælsignaði smakkur sum læt mær upp
dyrnar til gastronomiska heimin! Hetta er
fyrsta máltíðin, eg kann minnast, og enn í
dag smakki eg hana týðuliga og við gleði og
sakni faðirhondina, sum gav við kærleika.
Eg var koyrdur í barnagarð hjá nunnunum.
Har luktaði so grúfult av bleytt kókaðum
eggum, og míni mótmæli av hesum ágangandi
lukti av bleytum blommum vóru so ógvuslig,
at míni foreldur tóki meg úr barnagarðinum
eftir fyrstu vikuna. Eg vildi ikki í aftur
barnagarðin til henda eggblommuluktin, so
omma mín í Havn varð noydd at ansa eftir
mær. Mamma arbeiddi úti. Síðani tá havi eg
ongantíð etið kókað egg.
Abbi í Havn, hin vælkendi Bona, var bakara
meistari hjá Frants Restorff og starvaðist
har í 60 ár. Fyrrapartin jólaaftan varð stóri
ovnurin hjá Franst Restorffs fyltur við dunn
um og gæs hjá viðskiftafólki. Eg var vanur at
fara við pápa um middagsleitið eftir okkara
dunnum. At koma inn í bakaríið og kenna
roykin av 300 økologiskum dunnum og gæs
kann ikki sigast frá – hann var ein verulig
luktbomba fyri eina barnasál og stendur fyri
mær í dag sum ultimativa signatur-eyðkenni
fyri góðan anga, vælsmakk og gastronomi.
Heimurin hjá Frants Restorff var ein ganda
heimur. Umframt allar bakararnar starv
aðust har tríggir kondittarar, har var kendi
sangarin Beiggin, Alfred Dahl úr Vági, ið var
útlærdur á La Glace í Keypmannahavn. Og
tær køkur, tær køkur sum har vórðu gjørdar,
og allar við føroyskum dygdarvørum og likør
um. Eg nýtist ikki at siga, at eg síðani tá havi
elskað góðar køkur, dessertir, fløtaskúm,
chocolátu, alt søtt, og so ikki at gloyma søtt
sherry. Eini jól var eg sum smádrongur við
abba niðri hjá Frants. Inni í handlinum standi
eg og hyggi inn í ein disk, har eitt marcipan
breyð liggur, sum fyri mínum barnaeygum
er risastórt. Nú kemur Egil Restorff, stjórin,
framvið og sanniliga um hann ikki tekur
hetta marcipanbreyð og gevur mær tað! Eg
bara gapaði, ovfarin, størri gávu hevði ongan
givið mær áður.
Abbi og omma búðu í Tvørgøtu og var eg nógv
har sum barn. Bæði royktu ceruttir, og hvussu
hugnaligt var tað ikki at sita í stovu teirra, tá
eldri menn sótu við kortum festu sær í cigarir
og munnaði sær á ein whiskysjuss. Ein hugni,
sum er farin, í okkara puritansku, roykleysu
døgum. Abbi var sum sagt bakarameistari,
men hann bakaði ongantíð heima, tað gjørdi
omma.
Føðingardagar var tað altíð lagkøkan frá
Frants, sum var høvuðsmálið hjá okkum
óvitum. Henda víðagitna lagkøka, sum øll
havnarbørn í mínum árgangi minnast við
gleði, varð gjørd av øllum einslistum og við
fyrsta floks rávørum, og so smakkaði hon
veruliga so ótrúliga væl. Áðrenn sett varð á
køkuni, var tú kortini tvangsinnlagdur at eta
eitt tons av bollum og at drekka fleiri koppar
av sjokoladu, so tú ofta var vorðin mettur,
áðrenn tú fekk eitt stykki av lagkøku. Av
hesum havi eg fingið eitt traumatiskt forhold
til kombinatiónina bollar og chocolada. Á jól
um fingu vit – sum so nógv onnur – ein kassa
við súreplum úr Danmark, vælsmakkandi og
forkunnug cox orange. Onkuntíð var nakað
so exotiskt sum appelsinur við í hesum jóla
kassa, sum man longdist eftir heila árið.
Pápi hevði samskifti við eitt bretskt havrann
sóknarskip »Ernest Holt« og blivu skiparin
og hann vinmenn. Ein dagin kom pápi heim
við einum kartongi við 24 reyðum dósum av
Coca Cola. Tað var ein opinbáring fyrstu ferð
at halda um eina coca cola dós og smakka
henda perlandi gudadrykk, sum hevur fylgt
mær síðani. Av og á hevði pápi útlendskar
gestir heima til døgurða. Tá var onki KOKS
at fara til, so boð vórðu send eftir besti kóki
konuni í Havn, sum æt Elisabeth, at matgera.
At koma heim úr skúla og kenna, hvussu alt
húsið angaði av enskum búffi, stoktum leyki
og øðrum góðum! Og Elisabeth sjálv, altíð í
hvítum klæðum, goymdi mær altíð ein góða
bita í køkinum, og oman á var rommbudingur
við nógvum rommi í. Hesar løtur minnist eg
við stórari gleði.
Sunnudagurin var friðhalgaður, og meira
varð gjørt burtur úr sunnudagsdøgurðanum
enn í dag, nú hann er ítróttardagur. Tá pápi,
Armgarð systir og eg komu úr kirkju, vóru
ofta seyðarhøvd á skránni og har eisini heilin
varð sopin við pipari. Omaná var fruktblikk
og var kapping um reyðu cocktailberini.
Kaldir vetrardagar fáa meg altíð at minnast á
luktin av kókaðum kjøti og sellari, og summ
arlukturin nýkókaður rabarbugreytur og
rabarbusúltitoy. Fyri meg var veitsludagur,
tá mær vóru givin rullupylsubein og so
røregg. Helt altíð, at ein ongantíð fekk etið
seg mettan av hesum. Mamma mín var og
er ein framúr kokkur, sum bæði dugdi – og
ikki minst – tímdi at matgera, og havi eg havt
mangar ríkar løtur av hennara kókikynstri og
sum á mangar mátar hevur lagt støði undir
mín áhuga fyri gastronomi. Sum øll onnur
gjørdi mamma blóðpylsu, men har toldi eg
ikki luktin av blóðinum, og havi ongantíð etið
blóðpylsu, heldur ikki kláraði eg smakkin av
livur.
Mær dámar sera væl kanel. Tá vit vóru
smádreingir í Rabarbukvarterinum, var
handilin hjá Annudukk í Brekkugøtu. Hon
seldi eisini wienarbreyð, og tey sum hon
ikki slapp av við, og vóru kanska eina viku
gomul, plagdu vit smádreingir at biðja um.
Hesi vóru tá vorðin hørð, so vit dyppaðu tey
í mongu runahyljarnar, sum vóru í gøtuni fyri
at fáa tey bleyt aftur. Væl smakkaði kanel
og runuvatn, kombinations gastronomi á
barnaárum. Hvørt summar var eg á Tvøroyri
hjá ommu og fastur. Har fekk eg rísingreyt
við kaneli og smørklatti, og dámdi mær
greytin so væl, at eg fekk tær at gera rísin
greyt til mín hvønn einasta dag, forkelaður
sum eg var. Uttan fyri høvdu tær purrleyk,
og so væl dámdi mær purrleykin, at eg haldi
at eg í fleiri summar á Tvøroyri livdi av
rísingreyti og purrleyki. Heldur ikki gloymi
eg mongu sílatúrarnar við pápa í Suðuroynni.
Smakkurin av stoktum sílum og so eitt stórt
glas av cognac omaná, tá aldurin var til tess!
Betur verður tað ikki.
Hóast bleyttkókað egg fingu meg úr barna
garðinum hjá nonnunum, so vildi eg kortini
fara í skúla hjá teimum. Nonnuskúlin var ein
fantastiskur skúli, kanska tann besti, sum
hevur verið her á landi. Disciplinin var sera
hørð og tað var strangliga bannað at hava
góðgæti við sær í skúlan. Einaferð í øðrum
flokki sat eg saman við Finni Johannesen,
sála. Ein dagin í tímanum smuglar hann
mær eitt hvítt bomm í hondina. Hvat skuldi
eg gera? freistingin varð ov stór og eg fekk
luskað bommið í munnin, ósæddur av nonnu
læraranum. Tað var ein ósigilig, rúsandi
kensla at sita steinrunnin og merkja hvussu
bommið spakuliga bræddi í munninum og
hann fyltust av góðari chokolátu, sanniliga
er forboðin frukt søt.
Og hvat er so tann allarbesta máltíðin eg havi
fingið í lívinum aftaná móðurmjólkina? Jú,
tað var tann ógloymandi løtan tá ein vøkur
genta við longum reyðum hári borðreiddi
fyri mær við røstum kjøti og nýggjum eplum!
Sannleikin aftan fyri alla stóra gastronomi er
kærleiki og góðar rávørur.
Gleðilig, vælsmakkandi jól.
Sentimentalir bitar úr gastro
nomiska minnissavninum
Abbabôrn og gastronomi