Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 60

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 8 blaðið Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sos.fo Seinast í januar flytur ein nýggjur prest­ur inn í prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði. Talan er um Mariu J. Niclasen, ið er av Eiði. Nýggi presturin sær fram til allar teir møguleikarnar, ið starvið sum sóknarprestur hevur við sær, og er til reiðar at taka móti teim­um avbjóðingunum, ið standa fyri framman. – Eg síggi fram til at fáa loyvi at vera við til tær størstu gleðirnar, men eisini at kunna troysta í teimum løtunum, tá fólk syrgja. Líka mikið hvør støðan er, so verður tað mín uppgáva at seta teirra støðu í ein størri samanhang, sigur Maria J. Niclasen. Vildi vera prestur í FO Tá Maria J. Niclasen byrjar í nýggja starv­inum, verður tað ein heilt annar ger­andisdagur, enn tann hon hevur verið von við í fleiri ár. Hon hevur búð í Keyp­mannahavn seinastu 10 árini, og í 2005 fór hon undir at lesa gudfrøði á Universi­tetinum í Keypmanahavn. – Orsøkin til at eg fór at lesa gudfrøði var heilt einfalt tann, at eg havi altíð havt áhuga fyri tí. Tað var ikki soleiðis, at eg visti, at eg skuldi verða prestur. Tískil las eg av áhuga og neyt veruliga skúla­tíðina, sigur Maria J. Niclasen. Hóast hon ongantíð hevur havt ætlan­ir um at gerast prestur, so visti hon longu sum barn, at hon sum vaks­in vildi hava eitt arbeiði, har hon onkurs­ vegna kundi hjálpa og koma í samband við nógv fólk. – Sjálvt um eg ongantíð havi vitað akkurát, hvørja útbúgving og hvat ar­ beiði eg kundi hugsað mær at havt, so var tað mær tó longu frá barnsbeini greitt, at eg vildi hjálpa øðrum, fortelur Maria J. Niclasen. Eftir at hava fingið kandidatprógvið í gud­frøði í 2011, fór hon á pastoral seminar, sum hon bleiv liðug við í summ­ar. Hetta umframt gudfrøði er krav, um tú vilt virka sum prestur. – Seint á kandidatinum bleiv eg greið yvir, at eg kundi hugsað mær at verða prestur, og tískil fór eg beinanveg á pastoral seminar, tá eg var liðug við kandidatútbúgvingina, sigur Maria J. Niclasen, sum altíð vildi aftur til Føroya at arbeiða. – Eg føli veruliga, at Føroyar eru tað rætta staðið fyri meg. Uppvaksin í brøðrasamkomuni Nýggi presturin er ikki sjálv ein per­ sónur, sum hevur gingið nógv í kirkju sum barn og ung. Orsøkin er einføld. – Eg eri uppvaksin í brøðra­sam­ komuni, so har havi eg gingið á møti, ver­ið í sunnudagsskúla og so framvegis, sigur Maria J. Niclasen, sum eisini er doypt í kari sum vaksin, soleiðis sum van­ligt er innan brøðrasamkomuna. Júst dópurin er nakað, sum skilir fólka­ kirkjuna og brøðrasamkomuna, tí dóp­ urin sum kirkjulig tænasta fer fram, tá børn eru heilt smá. Men hesum sær Maria J. Niclasen ongar trupulleikar í. – Sjálv haldi eg, at barnadópurin hev­ur ta styrkina, at tú longu sum barn fært eitt kærleikslyfti frá Gudi, um at hans­ara kærleiki er við tær, sigur Maria J. Niclasen. Hon heldur ikki, at tað sum heild er stórur munur á fólkakirkjuni og brøðra­ samkomuni. – Vit hava nógv í felag, og grund­ – Hetta er eitt arbeiðið, sum hevur nógvar avbjóðingar við sær. Størstu avbjóðingarnar vera uttan iva jarðarferðir hjá børnum og ungum, tí tað verður ongantíð ein løtt uppgáva hjá mær sum prestur, sigur 32 ára gamla Maria J. Niclasen, nýggi sóknarpresturin á Viðareiði verða tyngsta uppgávan Jarðarferðir mynd: Anton Højgaard