Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 61

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 9 blaðið leggj­andi er boðskapurin jú tann sami. Tann ymiskleikin sum er, haldi eg, bara er sunnur, sigur Maria J. Niclasen, sum ikki vil avvísa eitt møguligt sam­ starv millum fólkakirkjuna og brøðra­ samkomuna, tá hon fer at virka sum prestur. – Har er ikki tann gjógvin millum okk­um, sum í størri mun var til staðar fyrr. Tíðirnar eru so nógv broyttar. Hin­ vegin haldi eg eisini, at tað er um­ráð­ andi, at vit eru tilvitað um teir mun­ ir­nar, ið hóast alt eru, greiðir Maria J. Niclasen frá. Men hvat siga fólk til, at ein baptistur skal vera prestur? – Fólk hava verið ótrúliga positiv og givið mær positivar viðmerkingar, um at eg, sum eri uppvaksin í brøðra­ sam­komuni, nú skal standa á prædiku­ stól­inum í kirkjuni. Stuðulin havi eg merkt frá báðum síðum, sigur Maria J. Niclasen og heldur fram: – Men tað kann væl hugsast, at onk­ ur er, sum ikki dámar tað, sum eg nú fari í holt við. Jarðarferðir eru torførar Maria J. Niclasen verður prestvígd í Dómkirkjuni tann 27. januar, og eina viku seinni verður hon skipað í kallið sum sóknarprestur eystan Múla við gudstænastu í kirkjuni á Viðareiði. – Eg síggi fram til at skula virka sum prestur, tí tað er eitt arbeiði, har tú kemur í samband við nógv ymisk fólk og ikki minst í ymiskum støðum. Sum prestur gert tú eitt sindur av hvørjum, og tað dámar mær væl, sigur Maria J. Niclasen. Hon dylur ikki, at hon er glað og errin av at hava fingið henda møguleika at virka sum prestur. – Eg síggi tað sum ein heiður at hava fingið ábyrgdina av at boða boðskapin á so nógvar mátar og ikki bara sunnudag. Har eru nógvar gleðiligar uppgávur, so sum dópur, ferming og brúðarvígsla, sigur Maria J. Niclasen. Men ein kirkjulig tænasta, sum Maria J. Niclasen eisini skal taka sær av, eru jarðaferðir. – Jarðarferðir eru tann meira syrgi­ ligi parturin av starvinum. Ikki tí, ein jarðarferð kann vera ótrúliga vøkur upp á fleiri mátar. Avbjóðingin fyri meg er í slíkum førum at finna røttu orðini tá og finna vísdóm úr trúnni, fortelur Maria J. Niclasen. Onkrar jarðarferðir verða torførari enn aðrar, væntar hon. – Jarðarferðir hjá børnum ella fólk­ um, sum eru deyð í eitt nú eini syrgi­ ligari ferðsluvanlukku, verða ongantíð ein løtt uppgáva, men har snýr tað seg um, at eg kann brúka tær kenslurnar, eg fái, til nakað konstruktivt, sigur Maria J. Niclasen. Og at vísa kenslur er ikki nakað, sum nýggi presturin er bangin fyri. – Sjálvandi er mann professionell, men hinvegin eri eg eisini eitt menniskja við tonkum og kenslum eins og øll hini. Tað, at skula halda eina ávísa frástøðu, er neyð­ugt og eisini ein uppgáva, sum mann veksur við, sigur Maria J. Niclasen, sum heldur ikki óttast, um tað skuldi hent, at hon fellur tár undir eini jarðarferð. – Eg haldi, at mann skal tora at lata seg sjálva blíva merkta, men tað er eisini umráðandi at finna javnvágina millum at vera sárbar og professionell. Fer ikki at broyta seg At skula virka sum prestur og á tann hátt ikki verður heilt ókend í Føroyum er ikki nakað, sum Maria J. Niclasen hev­ur gjørt sær stórvegis tankar um. – Broytingin er sjálvandi tann, at eg fari frá at vera púra anonym til at vera ein meira almennur persónur, men tað fer ikki at broyta meg sum persón. Fyri meg er orðið integritetur eitt lyklaorð, sigur Maria J. Niclasen, sum dámar væl at vera úti millum fólk og annars hugna sær við familju og vinfólkum. – Mær dámar væl at eitt nú fara í bindiklubb saman við barndóms­vin­ kon­unum, og vit plaga at hittast av og á. Onkuntíð fari eg eisini á café í Havn, so jú eg eri ein rættiliga sosialur per­ són­ur, fortelur Maria J. Niclasen. Nýggi presturin er ein kvinna við nógvum áhugamálum, og tá hon ikki skal arbeiða ella fyrireika prædikur, hev­ur hon nóg mikið at takast við. – Í frítíðini dámar mær væl at renna, lesa og lurta eftir tónleiki hjá eitt nú Mumford & Sons, The National og Bob Dylan. Annars eri eg eisini áhugað í list og havi saman við øðrum verið við til at stovnað eitt listafelag á Eiði, sigur Maria J. Niclasen. Eftir nýggjár skal nýggi presturin búleikast í prestagarðinum í Ónagerði. Eini hús, sum ikki eru heilt ókend. Kanska serliga tí at søgur hava til allar tíð­ir verið, um at tað spøkir í Ónagerði. Men tað er ikki nakað, sum gevur Mariu J. Niclasen svøvnleysar nætur. – Hatta er eitt gamalt hús, so sjálv­ andi eru undarlig ljóð, sum mann sikk­ urt skal venja seg við, sigur Maria J. Niclasen, flennir og leggur afturat: – Fólk hava fortalt mær, at tað spøkir illa, og fleiri hava spurt, um eg tori at búgva har. Eg hugsi ikki so nógv um alt hatta. Tað sum upptekur meg beint nú er meira, hvar møblarnir skulu standa, sig­ur Maria J. Niclasen og smílist. – Eg haldi, at mann skal tora at lata seg sjálva blíva merkta, men tað er eisini umráðandi at finna javnvágina millum at vera sárbar og professionell, sigur Maria J. Niclasen, sóknarprestur á Viðareiði mynd: Anton Højgaard