fríggjadagur 21. desember 2012síða 72
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
20
blaðið
lagt til rættis: Eydna Skaale
Hóast tíðin hetta til jóla kennist renna sera skjótt fyri okkum
vaksnu, so tykist hon ganga óendaliga seint fyri tey yngru. Men
gera vit sum í sanginum og hugna okkum við at baka, klippa einglar
og flætta hjørtu, so gongur tíðin kanska eitt vet skjótari
Peanutbuttersmákøkur
Tú skalt nýta:
200 gr av mjøli
4 spsk av kakao
1/2 tsk av bakipulvuri
1/2 tsk av salti
125 gr av smøri
3 tsk av vaniljusukri
270 gr av sukri
1 stór spsk av »peanutbutter«
2 egg
200 gr av smáttskornari hvítari sjokolátu (ella myrkari)
Soleiðis gert tú:
Píska tað bleyta smørið, sukrið og peanutsmørið,
so tað verður luftigt. Lat eggini og vaniljusukrið í.
Blanda mjøl, kakao, bakipulvur og salt. Blanda hetta
við restina av deigginum. Lat ta hvítu sjokiólátuna í.
Tak eina spísiskeið av deigginum og rulla tað til
eina kúlu. Legg deiggjkúlurnar á eina bakiplátu og
baka køkurnar í uml 10 minuttir í 200 stigum.
Uppskriftin er frá blogginum
www.cutecarbs.com hjá
Tóru Effersøe Mortensen
Borðkort úr papptallerkum
til jólaborðhaldið
Tú skalt nýta:
• vanligar, hvítar papptallerkar
• saks
• klistriband og lím
• eina andlitsmynd av hvørjum gesti
• pípureinsarar, glimmurguirlandur
• ella annað við stáltráði í.
Tekna tað svarta økið á fyrimyndini á
pappírtallerkarnar. Klipp tað út. Klipp
eisini strikurnar, sum ganga tvørturum.
Falda eingilin við at snara veingirnar runt um,
og fest teir saman í klippunum, sum tú gjørdi
seinast í fyrsta punkti. Klistra ella líma teir
fastar frammanfyri, fyri at fáa tað at halda.
Líma andlitsmyndina á høvdið
Snara pípureinsaran, glimmurguirlanduna
(ella tað tú hevur við stáltráðið)
rundanum hálsin og ger tveir armar.
Gev eisini einglinum eina gloriu.
Tú kanst geva einglinum eitt sangblað
í hendurnar, sum her, ella tú kanst
skriva navnið á gestinum á.
Hugskot til at fáa
tíðina at ganga...
»Í morgin er tað jólaaftan, eg tími ei at bíða meir. Í morgin er tað jólaaftan, eg
tími ei at bíða meir. Hvat skal eg so gera? Eg kann fara at baka, eg kann flætta
hjørtu, eg kann klippa einglar. Í morgin er tað jólaaftan, eg tími ei at bíða meir«
Flættað jólahjørtu
Tekna eftir hesi fyrimyndini og minst til, at pappírið
skal liggja dupult og verða foldað í neðra.
Nýt tveir ymsar litir. Tey skulu vera eins stór, so
at tey tilsamans gera skapið av einum hjarta.
Klipp trý klipp nakað upp, soleiðis at tað verða fýra
»armar«. Flætta nú ein arm fyri og annan eftir, so at
teir ganga skiftivís innaní og uttaná hvørjum øðrum.
Líma eina honk í.