fríggjadagur 21. desember 2012síða 71
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
19
blaðið
Fólkakirkjan
Gleðilig jól &
Guds signing
í komandi ári
Men tað hendi í teimum døgum,
at tað komu boð frá Augustusi
keisara um, at allur heimurin
skuldi verða skrivaður í manntal.
Hetta fyrsta manntalið var,
meðan Kvirinius var lands-
høvdingi í Sýriulandi.
Og øll fóru at verða skrivað,
hvør í ættarbygd sína.
Men eisini Jósef fór úr Galileu,
úr bygdini Nasaret, niðan til
Júdeu, til Dávids bygd, sum
eitur Betlehem, tí at hann var
slektaður av Dávids húsi og ætt,
at verða skrivaður, saman við
Mariu, trúlovaðu festarmoy síni,
sum var við barn.
Men tað hendi, meðan tey vóru
har, at tíðin kom, at hon skuldi
Og hon átti son sín, hin
fyrstafødda, og hon reivaði hann
og legði hann í eina krubbu,
tí at ikki var rúm fyri teimum
í tilhaldshúsinum.
Og tað vóru hirðar har í sama
bygdarlaginum, sum lógu úti á
markini um náttina og goymdu
at seyðafylgjum sínum.
Og sí, eingil Harrans stóð hjá
teimum, og dýrd Harrans ljómaði
rundan um teir, og teir vórðu
Og eingilin segði við teir: »Óttist
ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum
eini stór gleðiboð, sum skulu
verða fyri alt fólkið.
Tí at tykkum er í dag ein frelsari
føddur, sum er Harrin Kristus
í Dávids staði!
Og hetta skulu tit hava til merkis:
Tit skulu finna eitt barn reivað
og liggjandi í eini krubbu.«
Og í somu stund var hjá eingl-
inum ein fjøld av himmalskum
herskarum, sum lovaðu Guði
»Heiður veri Guði í hægsta himli,
og friður á jørð, og í menniskjum
góður tokki!«
Luk 2, 1–14
Fólkakirkjan ynskir øllum okkara lands-
monnum burturi og heima og øllum av
fremmandari rót, ið búgva ella vitja í
Føroyum, eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ári. Guð signi øll heim-
sins fólkasløg.
Somuleiðis hyggja vit afturá eitt hendin-
garíkt ár við takksemi. Tað er at fegnast um,
at kirkjurnar eru í tryggum hondum, at
gleðiboðskapurin um Jesus verður boðaður,
at fólk savnast í kirkjuni.
Kirkjan fevnir bæði gleði og sorg, og vit
lýsa djúpa samkenslu við teimum, ið syrgja
og sakna. Harrin styrki hin einstaka.
Vit vóna, at fólk kenna seg væl, tá trinið
verður inn um kirkjugátt. Øll eru eyðvitað
vælkomin. Tað nýggja árið og komandi tíðir
leggja vit í Harrans hendur.
Heit hjørtu tænandi
hendur fjálgt í rúminum
Luk 2, 1–14
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14