fríggjadagur 21. desember 2012síða 70
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
18
blaðið
Uttanfyri venjingarhølini verður
Rasmus lýstur sum ein »festligur
fýrur« við »yvirskoti, humor og góð
um talugávum«. Men hann var eisini
kensluborin og lættur at stoyta. Og so
hugsaði hann nógv um lívsins stóru
spurningar.
– Robbie Williams sigur í einum
sangi: »I've got too much life running
through my veins«. Eg haldi, at hendan
reglan hóskar væl til Rasmus, sigur ein
vinmaður.
Tvíburðasystirin hevði vitað tað
leingi, men tá Rasmus var átjan ára
gamal, greiddi hann vinum og familju
frá, at hann var samkyndur. Og í 2006
kom tilburðurin, sum var við til at
mynda lívið hjá Rasmusi. Eftir niðrandi
skemdarorð á einum klubba í Havn
varð hann bukaður. Hann varð eisini
uppringdur av duldum persónum, sum
hóttu hann eftir lívinum. Pápi Rasmus
meldaði, og løgreglan megnaði at spora
eina uppringing og finna fram til ein
mann, sum fekk 40 daga fongsulsrevs
ing.
– Vit vita ikki, hvussu lívið hevði
háttað seg, um Rasmus ikki varð álopin,
men ágangurin elvdi til hansara fyrstu
depressión. Hann bleiv innlagdur á
Psykiatriska deplinum, og tað var byrj
anin til drúgvan og tungan mótburð,
greiðir Mortan frá heima í jólaskrýddu
stovuni í Stoffalág.
Eftir álopið endaði Rasmus á for
síðuni í Dimmalætting, og tjóðveldis
tingfólkini Annita Fríðriksmørk og
Finnur Helmsdal, sáli, løgdu fram
aftur uppskotið um at skoyta »kynsliga
orientering« upp í ta sonevndu anti-
diskriminatiónsgreinina, § 266b. Upp
skotið var áður felt við 13 atkvøðum
fyri og 20 ímóti. Rasmus gjørdist ein
snúningsdepil í drúgvu orrustuni, sum
eisini stjól yvirskriftir í útlendskum
miðlum. Føroyska fólkið var í tvíning
um, flokkarnir á tingi vóru syndraðir,
kjakið var hvast, og tá Edmund Joensen
las endaliga úrslitið við triðju viðgerð,
varð uppskotið samtykt. Men persónliga
var Rasmus ávirkaður av málinum. Og
pápin hevur lítið gott at bera nøkrum
teirra, sum – í Guds navni – arbeiddu
ímóti hesi broyting.
– Tey, sum halda, at Gud hevur opin
berað seg fyri nøkrum einstaklingum
og lagt teimum eina við at liggja eftir
samkyndum, mugu hava nógv lufthol í
ovastu hædd. Hevur hann skapt menn
iskjuni, hevur hann eisini skapt tey 5-10
prosentini av menniskjunum og djór
unum, sum eru samkynd.
Heilivágurin,
depilin og brævið
Sum tíðin leið, gjørdist Rasmus sálarliga
veikur. Seinastu fimm árini hevur hann
fleiri ferðir verið innlagdur, eisini á
stongdari deild. Hann fekk ongantíð
nakra diagnosu, og foreldrini fingu
ongantíð at vita, hvat soni teirra
bagdi.
– Tey søgdu, at hann hvørki var
skizofrenur ella maniodepressivur. Eg
veit framvegis ikki, hvat í grundini var
galið við Rasmusi, staðfestir Mortan við
einum tómum andlitsbrái.
Rasmus fekk heilivág, og sambært
foreldrunum vóru hjáárinini av heili
vágnum sjónlig og oyðileggjandi.
– Hann misti evnini til at gera tón
leik. Hann var altíð troyttur. Hann tók
nógv uppá. Og sambært Rasmusi sjálv
um fekk hann tað bara verri av heili
vágnum og av at vera á stongdari deild.
Vit sóu eingi positiv úrslit av heilivág
num, greiðir Mortan frá.
Seinastu mánaðirnar hava danskir
miðlar borðreitt við fleiri skakandi
søgum um yvirmedisinering og tvang í
donsku psykiatriini. Kendasta dømið er
frá psykiatriska deplinum í Glostrup í
Keypmannahavn, har sjúklingar í langa
tíð hava fingið alt ov nógvan anti
psykotiskan heilivág, serliga av merk
inum Zyprexa, sum eisini er vælkent
í Føroyum. Avdúkingarnar hava havt
við sær, at leiðarar og leiðslur á eitt nú
Glostrup Psykiatrisk Center hava lagt
frá sær, og líknandi dømi hava verið
í Hvidovre og aðrastaðni í høvuðs
staðarøkinum. Mortan heldur, at
vit eiga at kanna hesi viðurskiftini í
Føroyum.
– Eg eri ikki lækni, og tí eri eg ikki
førur fyri at meta professionelt um
viðgerðina, men eg havi ikki álit á
skipanini. Tað er mín greiða fatan, at
Rasmus hevði brúk fyri øðrum tilboð
um, t.d. meiri samtaluterapi og minni
heilivág.
Hetta er ikki ein ókendur trupulleiki.
Psykiatriski depilin kann ikki úttala seg
um einstøk persónsmál, men ein av
sálarfrøðingunum á deplinum, Súsanna
O. Skaale, setti orð á trupulleikan í eini
sjónvarpssending í oktober.
– Tað besta hevði verið, um vit
kundu bjóðað sjúklingunum meiri
psykoterapeutiska viðgerð og ikki bara
medisin. Men hetta er ikki møguligt, tí
vit hava ikki orku til tað, segði Súsanna
við Kringvarpið.
Seinasta uppihaldið hjá Rasmusi
á stongdari deild var í vár. Hann var
varðhaldsfongslaður, tí hann í fyllskapi
hevði gjørt seg inn á eini úthús í einum
urtagarði í Havn – uttan at hetta elvdi
til nakran fólkaskaða. Mortan fekk at
vita, at Rasmus skuldi vera á deplinum
í 3-4 vikur. Tey bíðaðu eftir einum dana,
sum skuldi koma til Føroya at gera eina
mentalkanning.
– Men hetta dróg út, og vit fingu ikki
at vita hví. Til seinast hevði Rasmus
verið innistongdur á stongdari deild í
3-4 mánaðir. Hetta seinasta uppihaldið
tók honum sera fast. Hann gjørdi okk
um greitt, at hann vildi gera alt fyri ikki
at enda á stongdari deild aftur.
Tá Rasmus varð funnin í viðarlund
ini í Havn á altjóða sálarheilsudegnum,
hevði hann lagt eitt bræv eftir seg í
íbúðini í Lynggøtu, samstundis sum
hann hevði sett navnaseðlar á alla sína
ogn. Gittarar, tónleikaútgerð, málningar
o.s.fr. Og sambært seinastu heilsanini
vóru tvær høvuðsorsøkir til, at Rasmus
til seinast beindi fyri sær sjálvum.
– Tann eina orsøkin var óttin fyri at
enda aftur á stongdari deild. Hin var
óttin fyri at koma at gera øðrum ilt,
sigur Mortan.
Politiska svikið
Eitt er sjálv viðgerðin. Eitt annað eru
fysisku karmarnir. Sum so mong onnur
avvarðandi skilir Mortan ikki, hví
almennu Føroyar ikki hava syrgt fyri,
at teir mest neyðstøddu borgararnir
ikki hava fingið betri umstøður.
– Eg segði fleiri ferðir, meðan Rasmus
livdi, at um man ikki er deprimeraður,
tá man kemur út á depilin, so er man
í øllum førum deprimeraður, tá man
fer avstað aftur. Bygningarnir eru frá
sekstiárunum, og lítið er gjørt síðani.
Eg var fyri stuttum á eini móttøku í
nýggja eldrasambýlinum í Havn. Tað
var litríkt, heimligt og lívgandi. Eg
hugsaði við mær sjálvum: Hví kunnu
vit ikki geva okkara sálarsjúku slíkar
umstøður?
Eftir at Rasmus varð funnin í viðar
lundini, tóku vinir og avvarðandi stig til
eitt innsavningartiltak í Sjónleikarhús
inum í Havn til frama fyri eitt sonevnt
»Fountain House«, sum Sinnisbati
hevur arbeitt við seinastu tvey árini.
»Fountain House«-fyribrigdið hevur
sín uppruna í USA í fimmtiárunum og
hevur til endamáls at hjálpa og stuðla
sálarsjúkum, eftir at tey eru útskrivað.
Í dag eru Fountain-hús í øllum Norður
londum, harav seks í Danmark, sum
verða fíggjað bæði av landi og komm
unum.
Innsavningartiltakið í Sjónleikar
húsinum skaffaði góðar 100.000 krónur,
og landsstýriskvinnan í almannamálum,
Annika Olsen, hevur játtað 200.000 kr.
á komandi fíggjarlóg. Men hetta er
lítið av miklum, tí húsið verður mett
at kosta 2,5 milliónir árliga at reka.
Karsten Hansen hevur gjørt greitt, at
Heilsumálaráðið ikki játtar pengar til
verkætlanina hjá Sinnisbata, sum hevur
hús tøk í miðbýnum í Havn. Vónin er
nú, at Tórshavnar Býráð traðkar til.
– Sálarsjúk hava harðliga brúk fyri
hjálp, tá tey koma út aftur í samfelagið.
Eg vóni, at politikararnir við tíðini út
vega neyðugu fíggingina. Men eg havi
lítla grund til at vera bjartskygdur,
heldur Mortan.
Tey ósjónligu sárini
Øll avvarðandi at sjálvmorðsofrum
spyrja, hvat tey kundu havt gjørt øðr
vísi. Mortan sigur seg ikki liva við
áhaldandi skuldarkenslu, men onkuntíð
vitja spurningarnir: Skuldi eg havt sett
fleiri spurningar við sjálva viðgerðina
og verið meiri ágrýtin eftir at fáa eitt
svar uppá, hvat Rasmusi bagdi? Skuldi
eg havt verið meiri ágangandi yvir
fyri Rasmusi, tá eg t.d. visti, at hann
manglaði pengar? Men svarini fúka í
vindinum.
– Okkara einasti vissa her í lívinum
er, at vit einaferð skulu doyggja. Og
vit vóna, at tey gomlu fara áðrenn tey
ungu. Men tað hendir ikki altíð. Og tað
svárasta er at missa sítt barn. Men vit
taka ein dag í senn og minnast allar tær
góðu løturnar, sum vit høvdu saman.
Ein stórur uggi er eisini tann stóri
skarin av hansara vinfólki, sum vísti
okkum samkenslu. Tað vísir okkum,
at Rasmus var eitt menniskja, sum tey
vóru góð við. Vit fara altíð at syrgja, at
Rasmus valdi at taka lívið av sær, men
vit mugu royna at virða hansara av
gerð. Hóast tað er sera, sera svárt.
Mortan starir fram fyri seg og drálar.
So leggur hann hendurnar á borðið og
lenar seg fram í stólin.
– Grundleggjandi trupulleikin er
helst, at tey sálarsjúku kunnu ikki leggja
heilan á borðið til kanningar, eins og tá
ein ryggur ella ein mjødn skulu kann
ast. Sálarsjúka er framvegis ikki viður
kend á sama hátt sum likamlig sjúka.
Rasmus var sjálvur inni á hesum, tá
hann á sumri í 2012 legði ein heima
gjørdan stuttfilm á Youtube, sum eisini
varð vístur á filmskvøldinum í Norður
landahúsinum í desember. Filmurin var
ognaður einum vinmanni frá deplinum,
sum eisini tók sítt egna lív á vári í
2011. Rasmus skrivaði hesi orðini á
skíggjan:
»Eitt psykiskt sár er ósjónligt. Men
tað er veruligt. Sær nakar míni innaru
sár?«
Ja, síggja Føroyar tey ósjónligu, inn
aru sárini?
– Tað svárasta er at missa sítt barn. Mortan
Rasmussen á nýggju grøvini hjá soninum
Rasmus Rasmussen nakrar fáar
mánaðir áðrenn hann við hjálp av
heilivági vinkaði lívinum farvæl
Rasmus í 2006
mynd: privat
mynd: Sunva Eysturoy Lassen