fríggjadagur 21. desember 2012síða 74
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
22
blaðið
Tónleikur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Tað eru ikki jólasangir, sum Steintór
er mest kendur fyri. Sum partur av
Frændum var hann ein av frontfigur
unum í friðar- og (til tíðir) protest-rørsl
uni í 80’unum, men hetta tíðarskeiðið
rúmaði tó eisini øðrum.
– Eg minnist sera væl, nær eg
skrivaði júst handan sangin. Eg var tá
í Kvívík, og tað mundi vera í november
mánaði ella har á leið. Í øllum førum
var tað so, at jólini av álvara nærkaðust,
sigur Steintór, tá vit hitta hann til eitt
prát um jólasangin.
– Hann varð eisini spældur inn
longu tá. Eg arbeiddi í Útvarpinum um
hetta mundið, og saman við teimum úr
Frændum spældu vit sangin inn. Hann
varð eisini spældur onkra sending í Út
varpinum, men eg havi ikki ánilsi av,
hvar tær upptøkurnar eru í dag.
– Undir øllum umstøðum, so var
talan um ein sang, sum mær dámdi
rættiliga væl. Eg flutti sjálvur til Dan
markar í ’88, og um jóltíðir var hetta
ofta ein sangur, sum eg kundi taka fram
og spæla. Jólasangir hava jú tann egin
leikan, at teir rigga sera væl júst nú, og
so verða teir annars meira ella minni
gloymdir.
– Og meðan vit tosa um at gloyma,
so má eg ikki gloyma, at Rani Nolsøe
eisini var við í hesum. Hann hevði
nøkur hugskot um, hvussu sjálvt lagið
skuldi vera, so tað hevur havt sína
ávirkan. Sjálvur helt hann tó ikki, at
hansara partur vigaði somikið nógv, at
hann skuldi krediterast fyri tað, men
eg minnist væl, at hann hevði sína
ávirkan.
Fangar huglagið
Um upprunan og hugskotið handan
sangin, sigur Steintór, at hann við hes
um gjørdi eina roynd at lýsa atmosfer
una, sum er kring jólini.
– Eg havi roynt at sett orð á jólini,
soleiðis um eg minnist tey. Eg gjørdist
eisini pápi á vári sama ár, so tankarnir
ferðaðust kanska eisini í størri mun
móti heimligum jólaromantikki. Eg
hugsaði kanska ikki um tað, tá sangurin
varð skrivaður, men í dag eri eg sera
fegin um, at tað hevur eydnast at spæla
upp til fleiri sansir í tekstinum. Bæði
við luktinum, sjónini og hoyrnini. Tí
tað er jú nakað serligt at koma í eini
hús, har jólastemningurin hevur sett
sín dám. Hinvegin er hann eisini anti-
materialstiskur og eitt sindur sosial-
realistiskur. Hetta við at fanga tað, at
øll gera sítt til, at jólini kunnu verða
ein hugnalig høgtíð. Og tað skal jú
ikki altíð so øgiliga nógv til, heldur. Til
dømis reglurnar »Hóast lønin er lítil
so hugnar tú um – pyntar við greinum
og nissubørnum«. Tað ræður jú mest
av øllum um at koma í jólahýr, og tað
kann jú ikki keypast, sigur Steintór, sum
við hesum undirstrikar, at røturnar ikki
eru burtur, hóast jólini eru nær.
– Og talan er jú heldur ikki um
nakran siðbundnan jólasang á tann
hátt, at tað verður sungið um, hví vit
halda jólini. Nú skal eg sjálvandi vanda
mær um orðini, men tað var ikki tann
søgan, sum var endamálið við sang
inum. Hetta er meira um tað at halda
jól. Jólini eru nakað, sum vit flest øll
eru partur av, og sangurin er eisini eitt
sindur eyðmjúkur á tann hátt, at tú
gevur teg yvir til jólini. Eitt nú við »Tá
klokkurnar ringja syngur tú við – føgur
er foldin um gleði og frið«. Tað er aftur
hetta her við at raka sjálva atmosferuna,
sum er so serlig kring jólini.
– Og so snýr hetta seg eisini um
kvinnumyndir. Tað er ikki júst nøkur
serlig kvinna, sum eg meini við, tá
eg sigi »tú er tann sama hvønn dag«.
Heldur er hetta við íblástri frá fleiri
kvinnum, sum á sín hátt gera sítt.
Eisini á jólum. Eitt nú havi eg havt
mammu mína, svigerommuna og kon
una í tonkunum, men sum heild er
hetta eisini fyri at siga takk fyri tað,
sum hesar gera – ofta við lítlari løn
afturfyri.
– Og reglan »tú ert tann sama
hvønn dag« snýr seg eisini um tað, at
vera loyalur móti sínum virðum. Tað
kann væl vera, at vera, at vit sveima
eitt sindur aftur og fram her í lívinum.
Onkra tíð eru vit partur av jólunum, og
onkra tíðir av nøkrum øðrum. Jólini eru
í allar mátar hugtakandi, men tað snýr
seg eisini um, at tú altíð er trúgvur móti
tínum egnu virðum, sigur Steintór.
Kim skapti balladuna
Tað er ikki útgávan hjá Steintóri, ið er
tann, sum ljómar á útvarpsrásunum
mest sum hvønn dag, nú høgtíðin
stundar til. Her er útgávan hjá Kim,
og eisini tað hevur sína søgu.
– Drós skuldi geva eina fløgu út í
2002, og millum løgini, sum tey høvdu
á skránni, vóru eisini fleiri jólaløg. Eg
hevði onkra tíð spælt lagið, meðan
Eyðfinn Jensen hevði hoyrt tað, og hon
um dámdi tað væl. Kim hevði eisini
hoyrt tað, og vit samdust um, at Kim
skuldi spæla hetta inn av nýggjum.
– Og Kim er jú framúr, tá løg skulu
framførast. Hann hevur ein heitan og
góðan vokal, og saman við klaverinum
dugir hann serstakliga væl at tulka
sangir hjá øðrum. Mín útgáva bar meira
brá av country, men við Kim gjørdist
tað ein ordilig ballada. Hetta árið varð
hann eisini sera nógv spældur, men síð
ani hevur tað verið eitt sindur upp og
niður. Onkra tíð hevur hann verið nógv
frammi, meðan hann onnur jól næstan
hevur verið gloymdur.
Ov seint at angra
Aloftast er tað so, at listafólk hava
sínar favorittar millum egin verk, og
Steintór er sjálvandi einki undantak í
so máta. Og hann staðfestir, at hesin
sangurin avgjørt er ein, sum honum
dámar væl.
– Eingin ivi er um, at Kim framførir
sangin ótrúliga væl. Men sjálvur dámar
mær best upprunaútgávuna, sum sjálv
andi verður framførd, so sum eg ætlaði
tað. Tað er jú so við sangum, at letur
tú onnur tulka teir, og tað verður givið
út, so kanst tú ikki angra, og eg var
kanska ikki heilt so fegin um skapið,
sum sangurin tá hevði fingið.
– Men samstundis hevur útgávan
hjá Kim sínar avgjørdu dygdir. Og eg
havi eisini saknað sangin okkurt árið,
tá hann kanska ikki hevur verið heilt so
nógv at hoyra. So hetta er avgjørt ein
sangur, sum eg sjálvur eri góður við,
sigur Steintór at enda.
Hetta er tíðin, har jólasangir verða spældir. Nógvir eru sjálvandi um boðið,
og uttan iva eru fleiri meiningar um, hvør sangurin er bestur. Men ein, sum
hesi jólini hevur verið sera væl umtóktur er vakri sangurin »Jól eru nær«,
sum Steintór Rasmussen hevur gjørt orð og lag til, og sum Kim Hansen syngur
millum protest-
sangirnar
Jólafriður