Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 75
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 75

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 23 blaðið Nýggjar Kular Røtur Tosar tú um Steintór Rasmussen, so tosar tú eisini um útgávur. Sum tóna- og orðaskald man klaksvíkingurin teljast millum teir mest produktivu yvirhøvur, og ferð eftir ferð hevur hann verið partur av útgávum, sum eru vorðnar sannar landaplágur. Og tað verður heldur ikki so, at 2013 fer framvið, uttan at vit hoyra nakað frá hansara síðu. – Her og nú haldi eg tað vera mest spennandi, at Kular Røtur koma við nýggjari útgávu. Enn havi eg ikki gjørt av, um eg sjálvur komi út við nøkrum tilfari, men tað kundi væl hent seg, at okkurt kemur. Sum fløgumarknaðurin er í dag, so er ikki víst, at talan verður um heila fløguútgávu, men minni kann jú eisini gera tað, sigur Steintór Rasmussen. Jól eru nær Orð & lag: Steintór Rasmussen   Nú dagarnir styttast og jól eru nær Summarið grætur og veturin lær Nú kavi og kuldi er gerandislag Men tú ert tann sama hvønn dag   So heimlig sum havið so svinn sum ein sól Um várið, á vetri og uppundir jól Kalendaraljósið tú tendrar hvønn dag Men tú ert tann sama hvønn dag   Hóast lønin er lítil so hugnar tú um Pyntar við greinum og nissubørnum Bakar og hoyrir eitt pent jólalag Men tú ert tann sama hvønn dag   Kalt er harúti, men inni er flótt Tú stákast og jólini nærkast so skjótt Tú hevur keypt gávur og grannvaksið træ Men tú ert tann sama hvønn dag   Tá klokkurnar ringja syngur tú við Føgur er foldin um gleði og frið Hjá menniskjavini í føðingardag Men tú ert tann sama hvønn dag   Tú vísir mær kjólan tú ætlar tær í Og spyrt um eg havi um jólini frí Men tú kennir svarið og smílist tí glað Tí tú ert tann sama hvønn dag