Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 80

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 28 blaðið Prædikarin Janus av Ryggi post@sosialurin.fo Almenna rúmið er fylt við religión og religiónskjakið um jólahøgtíðina – kritisk­ar bøkur um Jesu føðing, kjak­ sendingar í kringvarpinum og ein røð av dokumentarum um uppruna krist­in­dómsins á útlendskum rásum – ímeðan alt kulimnerar við messuni frá páv­anum úr vatikaninum í Róm, ið verður varpað kring allan heimin. Tí er helst ikki heilt beint at siga, at jóla­mað­urin hevur trokað Jesubarnið heilt burtur í øllum materialistiska meldr­inum. Men almenna viðgerðin av kristnu trúnni snýr seg í stóran mun um spurningin um søguliga trú­virði í bíbilska boðskapinum – Nær vóru bøk­ ur­nar skrivaðar? Eru tær ikki fullar av andsøgnum? Og munnu rithøvundarnir ikki hava »gloymt« okkurt fyri eftir­tíð­ ina rættuliga viðkomandi? Men í roynd og veru eru hesir spurn­ ingar kanska ikki teir mest áhugaverdu. Meiri áhugavert er, at Bíblian altíð verð­ur tillagað og tulkað í einari givn­ari samtíð. Og hvørji skriftørindi vinna frama hevur stundum verið ein spurn­ingur um persónligan »smak« og umstøður. Í dag dáma flestu okkara illa prát um guddómligar sannleikar, ið ikki kunnu kjakast um – og úrslitið fyri mong er, at religión og religiøsir tekstir væl og virðiliga hoyra til útjaðaran í teirra tilveru. Men er okkurt mist við at tveita alt fyri borð? Bretski heimspekingurin Alain De Botton, ið ikki metir seg sjálvan sum religiøsan, hevur í eini røð av send­ ing­um og almennum fyrilestrum víst á, at religiónin inniheldur nakrar góðar og týðandi eginleikar, sum modernaði heim­urin ikki hevur verið førur fyri at varðveitt. Hann talar tí fyri einari sonevnd­ari »ateismu 2.0« ella »gudloysi fyri víðarikomin«. Tí at religión nýtist ikki vera ein spurningur um alt ella einki. Tað ber til at læna bestu egin­leik­ arnar og sannleikarnar burtur úr uttan at skriva undir uppá allan pakkan, eru boðini frá honum. Og ein bók í Bíbliuni, ið hevur vunnið ávísan frama millum mong religiónsskeptisk, er Prædikarin í Gamla Testamenti. Kyniskt meiningsloysi Prædikarin má av sonnum sigast, at vera ein pessimistisk sál. Men hann hev­ur sett nakrar spurningar, tey flestu munnu hava hugsað um av og á. Eitt nú hev­ur hann spurt: Hví gera sær nakran stór­vegis ómak í tilveruni, hví stremba? Tá vit eru farin hiðani, fer alt fyri skeytið í seinasta enda hóast alt. Sum onkur hevur tikið til, eingin munur er á rík­ mann­inum og drankaranum, tá teir eru farn­ir í grøvina. Og hví royna at gera tað rætta? Eiheldur sæst nakar munur á teimum, sum gera gott, og teimum, sum gera ónt, tá tey einaferð liggja í grøvini. Og hví royna at savna sær vísdóm? Tað sum tú veitst, verður hóast alt bara ein brøkpartur av allari teirri vitan, sum er til. Tú kanst tað sama sláa teg til tols við tínum avmarkingum. Øll stremban er í roynd og veru meiningsleys og fer fyri skeyti við deyðanum. Lívið er stutt, stríggið og kyniskt, og eingin hægri meining er við øllum tí, sum vit halda hevur so alstóran týdn­ing fyri okkara gerandisdag og tilveru her og nú. Tað stóra perspektivið fær okk­ ara gerandisstúranir um okkara egnu eydnu at síggja lítisverdar út. Og um tú so leggur alla orku í at koma fram í lívinum, er heldur ikki víst at tú kem­ur á mál hesumegin grøvina, tí vandi er altíð fyri, at øll orkan verður burtur­ spilt, og at onkur annar fer avstað við æruni. »Framvegis sá eg undir sólini, at tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapp­ renningini, ella kapparnir í bardag­ Um jóltíðir á hvørjum ári verður dúgliga kjakast um Bíbliuna. Og bøkur, fyri og ímóti, koma út í støðugum streymi. Men Bíblian er ikki júst nakar samanhangandi boðskapur. Visti tú til dømis, at prædikarin í Gamla Testamenti sigur, at alt er meiningsleyst? Ikki júst boðskapurin vit vanliga seta í samband við halgubók, men prædikarin er helst gleðiboð fyri nógvar modernaðar pessimistar til pessimist­ iskar sálir Gleðiboð Religión nýtist ikki vera ein spurningur um alt ella einki. Tað ber til at læna bestu eginleikarnar og sannleikarnar burturúr uttan at skriva undir uppá allan pakkan