Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 81
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 81

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 29 blaðið anum, ei heldur, at hinir vísu kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku verða væl um­hildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar« er dapurskygda niður­støðan frá »prædikaranum« í Gamla Testamenti, saman við øllum tí áður nevnda. Bókin hevur leingi vunnið frama mill­um tey skeptisku og svørtskygdu, alt meðan gudfrøðiligir myndugleikar ígjøgn­um øldir hava havt torført við at tulka hana – og ofta heldur hava roynt at burturtulka døpru hugleiðingarnar í henni. Úrslitið hevur verið, at ivi ofta hevur verið sáddur um, hvørt hon yvirhøvur hoyrir heima millum hin­ar bøkurnar í Gamla Testamenti. Orsøk­in er einføld: bókin er kynisk, skeptisk og tykist seta spurnartekin við grundleggjandi bíbilskar meginreglur um guddómliga meining og rættvísi í heim­inum. Men bókin ger ikki krav uppá at tosa vegna Gud og er skrivað frá ein­um menniskjanligum sjónarhorni. Og hóast bókin bert telir smáar 12 kapitlar, hevur hon leingi verið skýrd at verið ein hvasseggjað og djúp filosofisk eygleiðing av grundleggjandi korum tilverunnar. Og hetta er orsøkin til, at bókin er fallin í góða jørð hjá nógvum skeptiskum hugsarum og øðrum, sum kanska annars ikki hóva Bíbliunnar boðskap. Men hvar vóru gleðiboðini av? Eru nakrir glottar at hóma í Prædik­ar­ anum, nøkur vón? Ella er lívið nú bara kalt og kyniskt, tí at alt fær ein enda? Ella er Prædikarin bara ein váttan fyri tey, ið longu frammanundan hava eina kyn­iska tilgongd til tilveruna? Lukkan finst her og nú Í bókini er lítið at hóma av tí stóra gud­dómliga perspektivinum. Og eing­ in orsøk er at bíða eftir nøkrum himm­ alsk­um herskarðum, sum vit lesa um í jólaevangeliinum. Lívið snýr seg ikki um »lívið eftir lívið«, men til­ ver­una hesumegin. Og tað er kanska her prædikarin verður eitt vet meiri kon­struk­tivur enn í sínum annars pessi­mistisku eygleiðingum. Christine Hays, professari í religiónsvísindum á Yale University í USA, hevur víst á, at Prædikarin í roynd og veru ikki er nakar nihilist­ur – og ætlanin við bókini er ikki at fáa fólk til at umhugsa at taka seg av døgum, sum ein annars kundi freist­ast at hildið, um ein bert leggur dent á teir einamest kynisku partarnar av bókini. Tvørturímóti tykist Prædikarin at leggja dentin á verandi løtuna og gerandisgleðirnar. Og við hesum flytir hann fokus frá tí, sum annars hevur valda í nógvari gudfrøði: bíðistøðan eftir tí komandi og heilaga, hevur Christine Hays professari víst á. Eitt nú sigur Prædikarin: »Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva. Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strev­ inum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi« og »Nei, tað, ið eg haldi vera gott og vakurt, er at eta og drekka og njóta hitt góða aftur fyri alt strevið, ið ein pøsir seg við undir sólini, allar lívs­dagar­nar ið Gud gevur honum; tí hetta er lutur hansara.« (Prædikarin 3.12-13 og 5,17). Lívið snýr seg ikki um stóra per­spek­ tivið, men um gerandisdagin og møðina, og um at eta og drekka her og nú, eru boð­ini. Franski heimsspekingurin úr 16. øld, Michel de Montaigne, var ávirk­aður av Prædikaranum. Tað slóð­ brót­andi við honum var, at hann sum heimspekingur legði stóran dent á menn­iskjanligu avmarkingarnar og triviel ger­andis­mál. Endamálið var at stað­festa, at lívið í stóran mun ikki kann greinast við støði í háfloygdum heim­ spekiligum tankum, men at tað veruliga eru tey smáu triviellu viðurskiftini, sum í sein­asta enda seta dagsskránna og av­ gera okkara lukku. Vit eru hugsandi likam, og okkara størsta avbjóðing eru okkara egnu sinn­ ir, ið elva til stóra stúran um líkt og ólíkt. Vit eru snøgt sagt ov klók fyri okk­ara egna besta. Vit áttu at lært av djór­unum, ið ikki gera sær stórvegis hugs­anir um, hvat onnur halda um tey, vóru boð­ini frá Michel de Montaigne. Og um vit taka Prædikaran og Michel de Montaigne í álvara, er lívið rættu­liga einfalt. Lukkan er her og nú – í teim­ um smáu lutunum. Ikki í bíðan eftir tí guddómliga ella í háfloygdari heims­ speki, sum ikki tekur okkara »her og nú« við í myndina. Okkara irreligiøsa samtíð Prædikarin hevur, eins og nógvur annar gamal vísdómur, sett síni greiðu fingramerki á okkara samtíð og mentan, eins og hann hevur vunn­ið frama millum skeptiskar og nýhugs­ andi heimspekingar áður. Nógv brúkta orðafelli »einki nýtt er undir sólini« er dømi um hansara ávirkan á okk­ara mentan, eins og nógv annað ið hev­ ur religiøsan uppruna. Bókin er so­statt dømi uppá religiøsan tekst, hvørs boð­ skapur framvegis gevur stórt aftur­ ljóð í einari skeptiskari og irreligiøs­ari samtíð. Orsøkin til, at hugleiðingarnar hjá Prædikaranum í smáum tólv kapitl­ um hava vakt so stóran ans, skal helst bæði skiljast sum eitt úrslit av, at hann hugleiðir um nakrar felags­menn­iskjan­ ligar stúranir og upplivingar av tilveruni, ið hava verið universellar ígjøgnum menn­iskjasøguna, samstundis sum at hann talar til generellu skeptisismuna, ið eyð­kennir okkara samtíð, eisini á jól­ um, nú Bíblian, enn einaferð, verður løgd undir luppin. Prædikarin er kyniskur, skeptiskur og tykist seta spurnartekin við grundleggjandi bíbilskar meginreglur um guddómliga meining og rættvísi í heiminum. Men bókin ger ikki krav uppá at tosa vegna Gud og er skrivað frá einum menniskjanligum sjónarhorni