Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 82
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 82

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 30 blaðið lagt til rættis: Barbara Holm Fýra ferðir um árið skiftir stílurin í Make-Up Store, og hvørja ferð fylgir ein ørgrynna av nýggjum vørum við. Í heyst var stílurin gandakendur, og nú í vetur hevur Make-Up Store almanna­ kunngjørt eina nýggja seriu, sum avgjørt er sera áhugaverd. Mær dámar so væl hendan nýggja stílin, og tí fáa tit eina gjøgnumgongd her av tí, sum BonBon rákið hevur at bjóða Sjokoláta, pistasio og kanel BonBon stílurin hevur fingið íblástur frá einum bakaríið. Tað merkir, at litirnir eru heitir og romantiskir, og allar vørurnar eru uppkallaðar eftir ymsum lutum, sum ein finnur í einum bakaríið. Eygnaskuggarnir í hesari seriuni eru pistasio grønir, kanel brúnir og sjokoláta brúnir. Pistasio og kanel eygnaskuggarnir eru mildir, meðan sjokoláta liturin er sterkari, og hóskar væl til kvøldsmyrsl. Gull og reyðar negl Gull og reytt riggar altíð ógvuliga væl til myrku tíðirnar, og hesaferð hevur Make-Up Store latið neglirnar koma til sín rætt við sterkum reyðum og gull neglalakki. BonBon stílur í Make-Up Store Scarlet Creme varrastift Varrastiftirnar í hesari seriuni eru eisini ógvuliga vakrar og onkursvegna øðrvísi enn tað, sum vit annars síggja frá Make- Up Store. Varrastiftin er ferskulitt, tó nakað ljósari enn tær, sum áður hava verið á marknaðinum. Slíkar ljósar varrastiftir hóska seg oftast best til summar og sól, men eftir mínum tykki er tað eisini frískt og øðrvísi at nýta hesa varrastiftina til veitslukvøldini á jólum.