Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Eitt drúgt stríð millum Heilsu­frøðiligu Starvsstovu og Tórs­havnar kommunu um Sølu­torgið í Vágsbotni er at enda komið. Í síðstu viku komu boðini frá Vinnukærunevndini, at Sølu­torgið ikki skal løg­gild­ ast. Harvið fekk Tórshavnar kommuna viðhald í, at Heilsu­frøðiliga Starvsstovan skal strika góðkenningina, hon hevur latið torginum. Í góðkenningini lá, at komm­unan hevði eftir­lits­ skyld­una av torginum. Ta skylduna noktaði kom­ mu­nan at taka á seg og kærdi til Vinnu­kæru­nevnd­ina. – Fyri okkum var tað eitt prinsippmál. Vit vildu ikki spæla politi fyri Heilsu­frøði­ ligu Starvsstovu og funnu okkum ikki longur í hasum ágang­inum, sigur Heðin Mort­en­sen, borgarstjóri í Havn. Kommunan hevur alla tíð­ina hildið fast við, at kommunan ella Sølutorgið ikki er nakað virki, og tí hev­ur Vinnukærunevndin giv­ið kommununi viðhald í. Kommun­an hevur bara gjørt karm­ar til góðkendar mat­ vøru­fram­leiðarar at selja á og til hissinisølu. – Kommunan hevur ong­ an­tíð og fer ongantíð t. d. at hagreiða, framleiða ella selja nakra vøru á Sølu­torgi­num og er sostatt bert form­ligi eigari av torginum og lendinum, har torgsøla fer fram av og á, skrivaði kommu­nan í kæruni til Vinnu­kærunevndina. Gjørt betri umstøður Í kæruni nevndi kommunan, at síðan næstseinastu øld hev­ur verið torghandil í Vágs­botni, og til fyri fáum ár­um síðan vóru karmarnir nógv verri, enn teir eru í dag. Eftir at kommunan brúkti meira enn hálva aðru mió. krón­ur til at gera torgið, kom Heilsu­frøðiliga Starvsstovan uppí og sammetti torgið við eitt bygdarhús. Bygdarhús skulu løggildast. Kommunan nevndi eisini, at handilin á torginum fyri tað mesta er millum ein veiði­ mann og privatan borg­ara, og slíkur handil er undan­tikin í ES-reglunum. – Um Sølutorgið í Vágs­ botni skal ver fevnt av kravi­ num um løggilding, krev­ur hetta í fyrsta lagi, at mat­ vørur kunnu metast at verða ha­g­reiddar, viðgjørdar ella goymdar á Sølutorginum í Vágsbotni, har tær verða veittar til endabrúkaran, sig­ ur Vinnukærunevndin, sum við­merkir, at tað ikki verður gjørt. Heðin Mortensen er ovur­fegin um avgerðina hjá Vinnukærunevndini. – Avgerðin gevur seljar­ un­um meira frítt spæl, og eg vóni, at handilin á Sølu­ torg­inum fer at økjast, sigur borgar­stjórin. Frítt at selja í Vágsbotni Vinnukærunevndin hevur givið Tórshavnar kommunu viðhald í, at Sølutorginum í Vágsbotni ikki nýtist nakra løggilding, og at seljararnir sjálvir hava ábyrgdina av matvørum, sum seldar verða á torginum tíðindi Nú eru allir møguleikar opnir fyri at hava fjøkbroytta matsølu í Vágsbotni Randi Jacobsen Kommunulæknarnir og Læknavaktin hava havt nógv at gjørt ikki bara á jólum men eisini ein stóran part av desember. Tað er ikki óvanligt, at fólk fáa krím um veturin. – Men nú gongur alt møgu­ligt. Krímsjúkur ganga, og aft­rat tí hava fólk verið sjúk av leys­um lívi, og nógv hava havt spýggi­sjúku, sigur komm­unu­læknin Jenis av Rana. Av tí at allir kommunu­ læknarnir ikki hava verið til arbeiðis um jólini, hevur so mikið meira verið at gjørt hjá teimum, sum hava havt viðtalu. Børn og vaksin hava ligið við nógvum fepri í sambandi við krímsjúku. Krímsjúka varar ofta eina heila viku. – Nógv fólk hava havt tað ógvuliga ringt, tí tey hava havt leyst lív, og hava tey so eisini havt krímsjúku, hevur verið uppaftur verri, sigur Jenis av Rana. Hann veit, at bæði í Dan­ mark og í Noregi hevur støð­ an verið tann sama. Nógv fólk hava verið sjúk av leys­ um lívi, og tey hava spýð illa. Spýggisjúkan varar ikki so leingi, men verri er við leysa lívinum, sum nógv fólk hava ligið av í daga vís. – Serliga tá talan er um børn, sum antin hava leyst lív ella spýggja, ræður um at ansa eftir, at tey ikki fáa vætu­trot. Tá er eisini skila­ gott at tosa við lækna, sigur Jenis av Rana. Tað ger ikki tað sama, um krímsjúkan er virussjúka, ella tað eru bakteriur. Skjótt er hjá læknanum at staðfesta antin við at pota ella við ein­ um blóðroynd, um sjúkan er hatta ella hitt. Eru tað bakteriur, hjálpir penicillin, og tað hjálpir heilt skjótt. Er tað virus, er eingin heilivágur at taka til, men bakteriur koma ofta aftrat. Sjúkurnar smitta illa, og tað síggja læknarnir væl, tí tá ein í eini familju hevur verið hjá lækna, koma hini ofta nakað aftaná til læknan. Ikki er lætt at verja seg móti sjúkunum, sum ganga. Einasti máti er at stongja seg inni, men tað eig­ur bara at vera gjørt, um fólk­ini frammanundan eru álvars­ liga sjúk. Best er at lata standa til og fáa nøkur and­ evni í seg. Leyst lív og spýggisjúka tað ringasta Óvanliga nógv fólk hava verið sjúk í jólamánaðinum