Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undirvísing & tøkni Randi Jacobsen Í januar fingu allir lærararnir í Tórshavnar Kommunuskúla tedlar frá skúlanum. Beint áðrenn skúlin fór í jóla­frí, varð farið eitt stig víðari. Allir teir samanlagt 120 næmingarnir í 1., 5. og 6. flokki fingu hvør sín teldil við heim. Teldil er tað, sum á fremm­ and­um máli nevnist i iPod. Sum ráðini loyva tað, skulu allir næmingar hava teldil. Tað er eitt ár síðan, skúlin fór undir tilgongdina, og lær­ ar­arnir fingu fyrst teldlar fyri at venja seg við at brúka teir. Tórshavnar kommunu­ skúli er frammarlaga á tøkni­liga økinum, og hesin skúli hevur ikki longur eina einasta talvu at skriva við kriti ella penni á. Allar eru elektroniskar. – Vit hava gjørt tað, tí vit eru greið yvir, at teldl­ar eru framtíðar undir­vísingar­am­ boðið, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri. Næsta stigið verður at taka appur niður, skráir. Tað ber til at taka tekstir og heilar bøkur inn á teldilin, og í framtíðini fer teldilin at kunna brúkast í flestøllum lærugreinum. Føroyskt tilfar vantar – Ein trupulleiki er, at enn eru so fáar føroyskur bøkur, sum kunnu takast inn, men tað man fara at koma, sigur Jón Kragesten, sum er lærari hjá fyrsta flokki í Tórshavnar Kommunuskúla. Hann hevur útiskúla við fyrsta flokki, sum hvørja viku er úti onkrastaðni og í øll­um veðri. Teldilin fer eisini at kunna brúkast í ymiskum saman­hangi úti, væntar Jón Krage­steen. Allir lærararnir vóru ikki líka fegnir um nýggju leiðina, skúlin hevur valt at ganga. Skúlin kunnaði foreldrini hjá teimum næmingum, sum hava fingið teldlar, og summi foreldur vóru eisini ivasom. Onkur vildi hava at vitað, hvussu nógva tíð børnini skulu brúka teldiin heima í skúlasamanhangi. Lærararnir ásanna, at tað er ein avbjóðing bæði fyri lærarar og foreldur, at børn­ ini hava fingið teldil. Næmingarnir fara vænt­ andi at sita so leingi, sum teir sleppa, við teldlinum, og bæði foreldur og lærarar mugu átaka sær at fáa børnini at sleppa tólinum, sum eisini kann brúkast sum leika, av og á. Gera tey ikki tað, er vandi fyri, at børnini røra seg ov lítið. Tað er stórt álit at vísa børn­unum at geva teimum so kostnaðarmikið amboð heim sum ein teldil. Lærararnir halda tó, at hetta ikki er nak­ að øðrvísi enn at lata børn­ unum bøkur. Í báðum førum snýr tað seg baar um álit. Jón Kragesten sigur, at tá ið skúlin byrjar aftur eftir høgtíðina, verða teldlar­nir tiknir í nýtslu sum undir­vís­ ingar­amboð. Nýtt amboð í undirvísingini Tríggir árgangir í Tórshavnar kommunuskúla fyri fyrst hava fingið teldlar Børnini fingu teldlarnar, beint áðrenn tey fóru heim í jólatfrí, og tey  hava nú nakrar dagar aftrat at venja seg við at brúka nýggja amboðið Hava lært av okkum Fyri jól sendu nøkur ónevnd fólk út eina áheitan til hýruvognsførarar í Klaks­vík um at gera sum starvs­felagarnir í Havn og ikki keypa rúsdrekka fyri fólk. Óla Hans Johannesen, sum rekur bilstøðina Garða­taxi í Klaksvík, hevði hug at smírast, tá ið hann las hesa áheitan. ­– Tað er meira enn eitt ár síðan, at vit góvust við slíkari koyring, so tað er frá okkum, at bilstøðirnar í Havn hava fingið hug- skot­ið, sigur Óla Hans Jo­ hanne­sen. Hann sigur, at hann steðgaði tí koyringini, tí hon voldi so nógvar trupul­leikar. Ofta komu tey í hús, har annar hjúna­ felagin hevði bíligt, at hin stóð fyri teimum, tá ið bilførarin kom við vøruni. Haraftrat hevði hann ikki hug long­ur at hjálpa fólki við rús­drekka­trupul­leik­ um at fáa hendur á rús­ andi løgi. Nakað annað er at koyra fólk í Rúsuna og heimaftur. Í Klaksvík eru ikki aðr­ar bilstøðir við fleiri bilum. Hinir koyra allir í sjálv­drátti. Um teir keypa rúsdrekka fyri fólk, mugu teir um. Tað koyringina kunnu teir eiga, um teir tíma, fyri Óla Hans Jo­ hannesen, sum satsar mest upp á koyringina úr Klaks­vík til og frá flog­ vøll­inum. Eyka konsert Áhugin fyri jólakon­ sert­ini hjá Føroya Sym­ foni­orkestri og øðrum 5. januar er so stórur, at út­ selt er til konsertina um kvøldið 5. januar. Tí verður ein eyka­ konsert seinnapartin sama dag.