Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Í kvøld verður tónleikurin mið­punktið, tá Miðlahúsið ski­par fyri Planet Awards. Síðani 10. desember hava fólk atkvøtt umvegis SMS, hvørji tey halda skulu fara við ársins Planet Awards- virðis­lønum. 1000 fólk hava brúkt henda møguleikan, umframt at ein dómsnevnd eisini hev­ ur gjørt sínar metingar. Og tað er úrslitið av hesum, sum verður kunngjørt á stóra til­ takinum í kvøld. Fleiri live-framførslur Umframt at virðislønirnar verða latnar vinnarunum, eru eisini fleiri liveframførslur á skránni. Evi, Signar í Homr­um, Eivør, Sveinur og All In, sum øll eru millum tey tilnevndu nøvnini at fáa eina ella fleiri Planet Awards-virðislønir, fara at fram­føra á tiltakinum, har Johan í Kollafirði eisini fer at undirhalda. Aftrat hesum hevur Rex fingið danska Shaka Loveless at framføra, umframt at spæla aftaná Planet Awards til­takið, tá Eyðun og Terji eis­ ini fara á pall. Kom ella lurta Sum áður nevnt skulu sjey virðislønir handast: ár­sins bólkur, ársins ein­stak­ling­ ur, ársins nýggi bólk­ur/ einstaklingur, ársins sang­ ari, ársins songkvinna, ár­ sins útgáva og ársins sang­ur. Fimm eru tilnevnd í hvørj­ um bólki, og sms-atkvøðu­ greiðslan steðgaði á døgurða í gjár. Áður hevur Barbara Holm, fyriskipari, greitt soleiðis frá um Planet Awards. – Fyri okkum í Miðla­hús­ inum hevur Planet Awards stóran týdning. Hvørt ár vera vit ríkað við einari ørgrynnu av føroyskum løgum, sum vit og onnur í samfelagnum njóta gott av. Og tí halda vit, at tað er uppá sítt pláss at seta ein dag av til tónleikin, og geva nøkur herðaklapp til tey, sum hava klárað seg serliga væl. Vit síggja eisini, at áhugin fyri Planet Awards veksur á hvørjum ári, tí seinastu mongu árini hevur verið útselt til tiltakið, umframt at ein rúgva av sms-atkvøðum eru komnar inn í samband við tilnevningarnar, segði Bar­bara Holm við Sosialin 10. desember. Eins og undanfarin ár ber til hjá øllum at koma til Planet Awards, við at keypa atgongumerki á 150 krónur. Tiltakið verður eisini sent beinleiðis á Rás2, umframt at vinnararnir verða kunn­ gjørdir á Portalinum so hvørt tað verður avdúkað í Rex. rolant@sosialurin.fo Ársins tón­ leika­brak í kvøld PLANET AWARDS Tað verður ein veitsla av teimum stóru, tá tónleikurin anno 2012 verður fagnaður í Rex í Havn. Sjey virðislønir skulu latast og fleiri forkunnugar framførslur vera eisini Hesi eru tilnevnd: Ársins bólkur Hamferð Frodi & The Pink Slips 200 Týr Divaz Ársins einstaklingur Stanley Samuelsen Hanus G. Johansen Høgni Lisberg Eivør Teitur Ársins nýggi bólkur/ einstaklingur Sakaris Urbanus Sveinur Gaard Olsen Hans Andrias Kristel Lisberg Ársins sangari Teitur Finnur Koba Marius Ziska Høgni Lisberg Fróði Hansen Ársins songkvinna Eivør Greta Svabo Bech Lív Næs Evi Kristina Bærendsen Ársins útgáva Høgni Lisberg - Con Man Eivør – Room Sanganna Veingir - MC Restorff Frodi & The Pink Slips - The Mouse 200 – Vendetta Ársins sangur All In – Vanja Signar í Homrum – Mín skattur Eivør – Rain Dynamitt – Hví gongur Tom altíð skid 200 – Við love skulu vit land byggja Lena Andersen var heilt stóri vinnarin í fjør, tá hon vann tríggjar Planet Awards virðislønir Vinnararnir á Planet Awards 2011 Ársins bólkur: Swangah Dangah Ársins einstaklingur: Lena Andersen Ársins nýggi bólkur/ einstaklingur: Swangah Dangah Ársins sangari: Hans Edward Andreasen Ársins songkvinna: Lena Andersen Ársins útgáva: Letters from The Faroes – Lena Andersen Ársins sangur: Vanja – Jákup Eli