Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Ongantíð betri, at vápna­ lógin verður herd. Ólavur Weihe, stjóri hjá Jógvan Weihe, sum selja byrs­ur, heldur, at tað er í fín­ asta lagi, at vápnalógin verð­ ur skerpað. Í Sosialinum beint fyri jól greiddi Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í inn­lendis­ málum, frá, at arbeitt verður við at herða vápnalógina. Í fyrstu syftu er ætlanin, at allar byrsur, sum verða seldar, skulu skrásetast, so at tað er skrásett, hvør keypir byrsu og hvørja byrsu, hvør eigur. Samstundis er ætlanin, at øll, sum keypa byrsu, skulu prógva, at tey hava verið á skeið í at handfara byrsu. Hesin tekur stjórin hjá Jógvan Weihe undir við. – Ongantíð betri, at vit fáa skipað viðurskifti á økinum og at vit, sum selja byrsur, ikki skulu taka støðu til, hvør skal sleppa at keypa byrsu og ikki. – Sum viðurskiftini eru í dag, er tað ov óskipað. – Vit taka undir við, at øll, sum keypa byrsu skulu skrá­ setast og at tey skulu hava verið á skeiði, sigur hann. Kunnu ikki nokta Hann sigur, at sum støðan er nú, kunnu øll, sum eru 18 ár, keypa sær eina byrsu. – Vit hava ikki loyvi at nokta at selja einum 18 ára goml­um fólki eina byrsu, hóast vit kenna viðkomandi og halda, at tey ikki eru skikk­að at eiga byrsu. Ólavur Weihe sigur, at tað er eisini komið fyri, at tey hava ringt á politistøðina at vita, hvussu tey skulu gera, tá ið fólk hava staðið við disk­in og vilja hava byrsu til keyps, hóast vit halda, at við­kom­andi er ikki skikkað at eiga vápn. – Men boðini frá løg­regl­ uni eru hvørja ferð tey, at eru viðkomandi 18 ár, hava vit ikki rætt at nokta at selja teim­um byrsu. Kortini leggur Ólavur Weihe stóran dent á, at tey all­ar, allarflestu, sum keypa byrsu, eru hampafólk, sum als ongar ætlanir hava um at brúka hana til annað enda­ mál enn tað, byrsan er ætlað til. Keyparar skulu góðkennast Hann sigur, at hóast tað ikki er krav, at byrsur skulu skrá­ set­ast, hava tey hjá Jógvan weihe gjørt tað, at tey hava skrá­sett byrsuna. Men tað er ikki nøkur kravd skráseting og keyparin hevur ikki skyldu at upplýsa rætt og sølumaðurin biðjur ikki um samleikaprógv. Kortini sigur han, at tey kenna fólk og at tey vitað ikki um, at nakar hevur giv­ ið teimum ósannar upp­lýs­ ingar. – Vit spyrja um navn og føð­ingardag og so skráseta vit nummarið á byrsuni, Hvat síð­ani verður av byrsuni, vita vit einki um. Hann sigur, at sum hann hevur skilt tað er ætlanin, at Vápna­seljari vil hava strangari vápnalóg VÁPNALÓGIN Tað kemur fyri, at vit noyðast at selja fólki byrsu, sum vit halda, ikki eru skikkað at eiga vápn, sigur vápnaseljari í Havn Vit hava ikki loyvi at nokta at selja einum 18 ára gomlum fólki eina byrsu, hóast vit kenna viðkomandi og halda, at tey ikki eru skikkað at eiga byrsu Sum viðurskiftini eru í dag, er tað ov óskipað – Sum viðurskiftini eru í dag, er tað ov óskipað, sigur Ólavur Weihe Mynd: Birgir Waag Høgnesen