Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Hesum hava vit bíðað eftir í fleiri ár. Tønnis Wardum, poli­ tist­ur, sigur, at tað er harð­liga tiltrongt, at vápna­lógin verður endur­ skoð­að. Hann heldur, at vápna­ lógin eigur at verða endur­ skoðað, øll sum hon er og ikki bara tann parturin, sum hevur við skotvápn at gera. – Vápnini í dag kunnu ikki samanberast við tey vápn, ið vóru til taks, tá ið vápnalógin varð smíðað í 1961, sigur hann. Hann nevnir sum dømi, at í dag eru summar­luft­ byrsur líka kraftigar, sum ein rifla. Men hann vísir eisini til, at lógin um knívar av yms­um slagi, eigur eisini at verða dagførd. Hinvegn dugir Tønnis Wardum ikki at síggja nak­að endamál í at øll vápn skulu skrásetast. – Tað fer bara at spyrj­ ast eitt ómetaliga stórt, um­sitingarligt arbeiði burt­ur úr tí, sigur hann, tí tað eru so nógvar byrsur. – Tað er í grundini held­ ur ikki byrsan, sum er tað vandamikla, tað er fólki, sum eigur byrsuna. Politisturin dugir held­ur ikki at síggja, at tað hev­ur nakra ávirkan á stovn­in av fugli ella haru, at seta hámark fyri, hvussu nógv skot ein byrsa kann hava. Sjálvur er Tønnis Wardum íðin veiðimaður, men hann heldur, at hev­ ur tú byrsur við fleiri skot­um, fært tú ikki ann­ að burtur úr, enn at tú brúk­ar fleiri patrónir – og kanska ger tær minni ómak at raka. – Harafturat er veiði­ tíðin er ógvuliga av­mark­ að rundanum ársskiftið, so eg dugi ikki rættiliga at síggja mun á um tú skjýt­ ur við byrsu við tveim­um skotum, ella við 18 skot­ um. Hinvegin staðfestir hann eisini, at tað er onki duls­mál, at føroyingar, sum hava siglt í Grønlandi og aðra­staðni, hava keypt riflur, so tað er lítið at iv­ ast í, at ólógligar riflur eru í landinum. Í hesum sambandi kundi politisturin hugsað sær, at tey, sum hava ólóg­ ligar riflur fáa eitt hálvt ella eitt heilt ár til, frítt at lata tær inn á politi­støð­ ina, uttan at fáa bót. aki@sosialurin.fo Einasta treyt fyri at keypa høgl­byrsu, er, at ein er fyltur 18 ár. Tó er loyvt hjá 16 ára gomlum at skjóta við høgl­byrsu, tá ið tey eru sam­an við vaksnum fólki yvir 18 ár. Aldursmarkið fyri at brúka seyðabyrsu er 16 ár. Fugl er bara loyvt at skjóta við byrsu, sum í mesta lagi hevur tvey skot, men í haruveiði er ong­in avmarking. Summi hava havt ill­ gruna um, at tað er eitt mistak, at tað ikki eisini er galdandi fyri haruveiði, at byrsur í mesta lagi kunnu hava tvey skot, Løgreglan sigur, at í dag fáast høglbyrsur, sum hava heilt upp í 18 skot og eis­ini tær eru lógligar at keypa í Føroyum og at skjóta haru við, men ikki fugl. Hinvegin er ikki loyvt at eiga skammbyrsu ella riflu, uttan við serligum loyvi frá løgregluni. Men tað skal nógv til fyri at fáa serloyvi, og tað eru at kalla bara al­ar­ ar, sum fáa serloyvi fyri at verja aliringarnar fyri kópi, sum leggjast á ring­ ar­nar og skræða nótirnar at fáa fatur á laksinum. Onkur einstakir, sum hevur útlendskt veiðu­ prógv, og sum plagar at ferð­ast uttanlands á veiði­ ferð, hevur eisini fing­ið loyvi at eiga riflu og at goyma hana her í Før­oy­ um, men tað er ikki loyvt at brúka hana í Føroyum. Hava bíðað í fleiri ár 18 ár hevur onkur hug at keypa byrsu, fer viðkomandi í ein handil, sum seljur byrsur og velur sær eina byrsu. – Síðani skal seljarin fylla skjøl út við skrásetingar­ numm­ari og øðrum upp­ lýs­ingar um byrsuna, sum við­kom­andi síðani fer til myndugleikarnar við og fær eina góðkenning til at ogna sær hesa byrsuna. – Keyparin fer so aftur í handilin við váttanini um, at hann er góðkendur til at keypa hesa ávísu byrsuna. Smidlig skipan Ólavur Weihe sigur, at tey eru einaferð biðin um at koma á fund við Rættarnevndina hjá Løgtinginum um broytingar í vápnalógini. – Eitt, sum varð umrøtt á tí fundinum, var at gera gera eina smidligari fyri tey, sum hava skjóting sum ítróttar­ grein. – Skalt tú hugsa um skjót­ ing sum ítrótt, og koma nakr­ an veg, er tað ov seint at byrja 18 ára gamal. Hinvegin heldur Ólavur Weihe, at verður vápnalógin herd, eiga myndugleikarnir eis­ini at hugsa um luft­ byrsur. – Í Danmark er bannað at eiga lyftbyrsu við størri høgl­ um enn 4,5 mm. Tann, sum vil hava kraftigari høglbyrsur, skulu hava veiðiprógv, tí í dag fáast luftbyrsur, sum eru líka kraftigar sum riflur, sig­ ur stjórin í Jógvan Weihe. aki@sosialurin.fo Skerpað eftirlit – Tað er í fínasta lagi, at eftirlitið við skotvápnum verður hert, sigur Ólavur Weihe hjá Jógvan Weihe, har tey eisini selja byrsur Mynd: Birgir Waag Høgnesen Skalt tú hugsa um skjóting sum ítrótt, og koma nakran veg, er tað ov seint at byrja 18 ára gamal