Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Mikkjal Joensen til minnis Hollur í ráðum Trúgvur sum fáur Røddin sermerkt Ei hoyrist meir Hvílur nú trygt undir fosturlands flagi Ævinleikans strond fyri stavn. Takk fyri vinarlag, frægi frændi. M. Føðing 11. desember fingu Ann Gvødny og Johannes Ólavsson ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3470 g. Sitandi undir vetrarklædda sólgylta Grímsfjallli, inni í fjálgu stovuni hjá most­ ur og gubba, lítandi út á spegilsblankan Hvalbiar­ fjørð, við Lítla Dímun í ein­ ari dimensión, nærri enn nakran­tíð, fyllist mítt sinni við minnum. Tá eg skrivaði tað seinasta summarkortið til tín mostur á sumri 2011, var Grímsfjall myrkagrønt og vallað. Levi Gerðisheim – tín maki í 56 ár – var akkurát farin undir grønu torvu, og hjá tær var tíðin fyri framman ein broyt­ ingartíð. Eitt hálvt ár seinni, tá føroysk jørð var íklødd snjó­hvítan vetrar­búna, lá okk­ara kæra mostir undir børu. Tit bæði – familjan Gerðis­ heim høvdu havt eitt ríkt lív saman. Tit vóru nakað serligt – ja, vit kunnu siga, at tit vóru ”orginalar” – livdu saman í ”tykt og tyndt”, arbeiðsom og røkin sum fá og funnu alla tíðina uppá ymiskt, sum tit gingu uppí. Tykkara felags ítriv var at fjálga um heimið, fyrst í Klakksvík og síðani í Hvalba. Á Kráargøtu var tann vakr­asti urtagarðurin – eitt lit­hav av blómum, rósutrøum og smølum gøtum, ið vóru klæddar vid ævintýrkendum skeljum og steinum. Tá mann opnaði tykkara grind steig fót­urin á reydar og gular flis­ ar, sum søgdu vælkomin inn til okkara. Takk fyri minnisríkar løt­ ur, tær ríkaðu okkara barna­ verð. Tá vesturskynið lýsti á tykkara lívsveg, vóru tit enn røsk og røkin og tað vóru tit, til tit fóru her frá. Tit bygdu eitt vakurt heim, innan og uttan, vesturi á Heyggi, sum gav tykkum stóra gledi og eitt eydnuríkt tídarskeið í meira enn tvey áratíggir. 1000 takk fyri alt tað góða tit hava gjørt fyri meg og míni. ”Tíðin rennur sum streymur í á”, yrkti lan­g­ ommu­beiggin Fríðrikkur Peter­sen sáli, og tað er so satt, so satt. Hugtakið ”tíð” er óskilj­andi og heilt einfalt ab­ strakt, og tað verða vit menn­ iskju noydd at góðtaka. Tað handlar um at njóta løtuna her og nú og liva lívið. Tit bæði mostir & gubbi vóru góð til at vera nær­ver­ andi í tykkara gerandisdegi, og vóru ongantíð bangin fyri at geva eina hjálpandi hánd. Uttan fyri á Heyggi stend­ ur ein megnar grótlagaður garður sum ein minnisvarði yvir, at tit vóru her. Frá fyrsta degi, spakin varð settur í jørdina á Heyggi, byrjaði Levi at laga – skjótt hillnaðist, og áðrenn nakar visti av, vóru nýbygdu húsini umgyrd av einum vøkrum grótgarði. Eitt vala verk. Innar í stovu sótu gestir væl, í stovu sum osaði av hugna og gyltum ljósi, nips­ tingum, familjumyndum, bro­ deraðum dúkum, glimmur og glimt, ið mostir dámdi so væl og brúkti 100 tals tímar til at arrangera, og í sínum stilla sinni frøddist um. Mostir tú vart nakað í tær sjálvum – tú vart ektað – tú vart serlig – tú vart áhugað í tilveruni í øllum lutum og viðurskiftum viðvíkjandi okku­m systkjum, tíni familju og vinum. Tú hevði vón og álit á tí besta - tí góða rundan um teg. Tú vart altíð væl nøgd við tilveru tína. Giltir veingir vermdi og vardi tykkum – yvir um sýn­ ina. Mostir og gubbi, eg takki fyri alt, sum tit góvu mær og mínum børnum. Og vil eg enda við orðun­ um hjá Jørn Riel. Dagen rejser sig Af sin søvn Dagen vågner Sammen med det gryende lys Også du skal vågne sammen med dagen, der kommer Fortalt til Knud Rasmussen Af polarinuitten Simigoq Við minniskvøðu Ingun Liljan Minningarorð um Ingrid og Levi Gerðisheim Leygarkvøldið 29. desember 2012 klokkan 19 verður skipað fyri sangløtu í sambandi við, at Ovin Klein Olsen hevur givið sína fyrstu jólafløgu út á føroyskum, og eisini verða heimligar sangkreftir við. Ovin Klein Olsen hevur sam­an við fleiri øðrum í 2012 givið ikki færri enn fýra fløgur út við andaligum tón­ leiki á – bæði við nýggjum og gomlum sangum. – Byrjað verður stundisliga klokkan 19, so at sangløtan kann enda klokkan 21, soleiðis at fólk kunna sleppa yvir um fjørðin aftur við Teistanum klokkan 23:05 av Gomlurætt, siga fyrireikararnir. Luttakarar eru á sang­ løtuni verða: Ovin Klein Olsen Fríðbjørg Jensen Sangbólkurin »Teir fimm úr Norð Streymoy« Nógvir ymiskir tónleikarar vera við. Møguleiki er at ogn sær fløgur hetta kvøldið og tær eru hesar: Tilbage til Livet Valdið er í tínum hondum Bjartir Vitar (teir 4) Streingjakórið í G. MH. í Tórshavn CD Nr. 1 Tá ódnirnar herja Halleluja! nú eru jól – Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir. Sangløta í Vesturkirkjuni Nú er aftur høvið at vitja Ísrael. Hesaferð er talan um eina páskaferð við før­ oyskum ferðalag, sum verð­ ur í døgunum 21. mars – 1. apríl 2013. Millum annað verður vitj­að á teimum kendu bíb­ ilsku og søguligu støð­unum í Ísrael, sum til døm­is í Nasa­ ret, Kaper­na­um, Betlehem, Massada og Jerúsalem. Siglt verður eisini á Genesaret­ vatninum og svomið í Deyða­havinum. Sum nakað heilt ser­ligt er høvið at uppliva pásk­ ir­nar í Ísrael, og páska­ morgun at vera við til stóra norðurlendska páska­ guds­tænastu við ta tómu grøvina. Vitjað verður eisini á nógvum øðrum støðum. Farið verður eisini til heim­sins lægsta stað, Deyða­havið, har ein kann flóta á vatninum. Eisini verður farið niðan á fjalla­ borgina Massada, har jød­ iskir frælsisstríðsmenn mann­liga í ár 73 stríddust móti rómverjum. Í Jerúsalem er høvi at uppliva bæði kristnar og jødiskar páskir. Gingið verð­ur líðingarvegin ‘Via Dolorosa’, har Jesus eisini gekk einar aðrar páskir. Vitj­að verður eisini á Golgata­heygnum og ein sær ta tómu grøvina. Á ferðunum eru eisini frí­dagar, har ein kann slappa av, handla ella fáa okk­urt eyka upplivilsi. Ferðaleiðarar verða Marj­an Nielsen og Ingrid Hansen, báðar av Nesi. Meira fæst at vita um ferð­ ina á www.israel.fo ella hjá ferðaleiðarunum. Páskaferð til Ísraels