Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Leygardagin 29. desember fyll­ir Heini Heinesen í Havn 70 ár. Heini er føddur í Porkeri 29. desember í 1942. Sum heilt ung­ur fór hann til skips. Hann giftist við Ingibjørg Pet­er­sen úr Kald­bak 11. mai í 1963, og búðu tey í Por­keri frá 1963 til januar 1968, tá tey fluttu til Havnar at búgva. Í Havn fór Heini í læru sum timburmaður hjá Peturi í Gong byggimeistara. Eftir at hann varð útlærdur, arbeiddi hann saman við svágri sínum Páll Petersen og Vermund Joen­sen, sum var giftur við systir Ingi­bjørg. Seinast í sjeytiárinum byrj­aði Heini fyri seg sjálv­ an sum sjálvstøðugur byggi­ meistari. Mong sethús hevur hann smíðað hesi árini, og nógvar ábøtur hevur hann gjørt. Sonur og abbasonur eins og fleiri aðrir mans hava fingið útbúgving í virki hans­ ara hesi árini. Heini hevur verið og er ógvu­liga virkin innan brøðra­sam­komuna. Hann er ein trú­fastur møti­gang­ari, og hans­ara anda­liga heim er Ebe­nezer. Heini hevur í mong ár saman við øðrum góð­um monnum verið ein av undan­gongu­monn­unum at halda Zarepta-bygn­inga­r­nar í Vatns­oyrum viðlíka. Tá umbyggingin av Ebene­ zer fór fram í 2006, var Heini eisini ein av undan­gongu­ monn­un­um í tí stóra arbeið­ in­um. Heini er altíð klárur at hjálpa har sum á stendur, og mangur hevur notið gott av hansara hjálpsemi. Eisini er Heini eitt náttúrumenniskja, sum gleðist um at koma út í náttúruna. Hann hevur verið fastur fjallmaður inni á Sundi í mong ár. Honum dámar væl at skjóta harur um heystið, og hann hevur skotið harur í Saksun í meira enn 20 ár. Eis­ ini dámar honum væl at fara á flot. Hann ger nógvar túrar út í fjørðin, bæði at fiska og at taka náta. Eisini hevur hann gjørt nógvar góðar túr­ ar á Norðhavinum. Heini eigur húsini í Por­ keri, har hann vaks upp. Hann hevur sett tey í stand, og Ingi­bjørg og Heini og dáma væl at vitja aftur í bygd­ini. Heini hevur eisini eitt gerði inni á Sundi, har hann hevur veðra­gjólingar gang­andi. Hetta gongur hann sera nógv uppí. Ingibjørg og Heini eiga fýra børn: Heibrith, Idu, Hans Jacob og Berit. Barna­børn­ini eru 9 í tali og í lang­ommu- og abbabørnini eru seks. Føð­ ingardagurin verð­ur hildin hjá dóttrini í Svend­borg. Vit ynskja Heina hjartaliga til lukku við degnum og Harrans ríku signing í kom­ andi døgum við ynski um mong góð ár framyvir. Vinir Ein góður vinur fyllir sjeyti Heini á Norðhavinum Frá vinstru: Frank Højbjerg Poulsen, P/f KJ-Hydraulik, Kaj Müller Hansen, P/f Klaksvíkar Sleipistøð, Pól í Skorini Jacobsen, P/f Klaksvíkar Sleipistøð, Sámal Johannesen, P/f Mekanik Runavík og Jákup Ejdesgaard, P/f Petur Larsen. Maskinsmiðir prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík