Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Marknagilsdepilin – Eitt stig fram og tvey aftur Tað er eitt sera óheppið sig­ nal, at politiska skipanin nú byrjar at sáa iva um skúla­ byggingina á Markna­gili. Allir politiskir flokkar hava lovað føroyska ungdóminum nýggjan skúla, tí verandi karm­ar bæði á Tekniska skúla, á Handilsskúlanum og á Før­oya Studentaskúla í Havn eru út av lagi vánaligir. Vit hava sum politisk umboð ár undan ári á veljarafundum í Hoydølum og á øðrum skúl­ um staðið og lovað, at hetta er síðstu ferð, at veljara­ fundir verða hildnir á hesum staðið, næstu ferð verður tað í nýggjum skúla og undir betri kørmum. Bara hetta átti at givið okkum øllum ein beiskan smakk í munnin. Men nú tað stundar til, at vit skriva 1. jan. 2013, tað árið, har skúlin sambært verklagslógini skuldi standa liðugur, hoyra vit ta einu undanførsluna fyri og aðru eftir, fyri at hendan verkætlan ikki skal síggja dagsins ljós. Summi meta kostnaðin ov høgan, onnur at bygningurin ikki hóskar seg til føroyska veðurlagið, og uppaftur onnur vilja nú heldur hava eitt nýtt Fróð­ skapar­setur. Var fíggarliga grundar­lagið undir verk­ætlanini nóg væl undir­bygt Nógv hava fingið kaldar føt­ ur, nú tað vísir seg, at verk­ ætlanin er vorðin 150 mió dýrari enn upprunaliga ætlað. Tað tykist sera undarligt, at hetta kemur sum eitt ”big surprise” fyri fleiri í politisku skipanini. Ístaðin fyri at seta spurnartekin við Landsverk, so haldi eg, at politiska skip­ anin skal taka í egnan barm og taka fulla ábyrgd av, at kostnaðarmetingin ikki held­ ur. Undir viðgerðini í Ting­in­ um varð fleiri ferðir víst á veika fíggjarliga grund­ar­ lag­num undir verkætlanini, soleiðis sum tað varð greitt frá í verklagslógini. Tá verk­ lags­lógin varð samtykt í 2008 lá ongin útgreinað byggiskrá ella projektering við í lógini, sum neyvt kundi geva Ting­ in­um greiðar ábendingar um kostaðin, og somuleiðis var hvørki innbúgv ella ser­ lig útgerð, eitt nú KT út­gerð við í upprunaliga kost­að­ in­um á 391 mió. Tann ein­ asta fíggjarliga metingin var ein fermeturprísur á 23.000 x 17.000 fermetur. Enn­tá í viðmerkingunum til lógaruppskotið segði Lands­ verk, at tey ikki kunnu standa inni fyri tí upphædd og tí fermetratali, sum eru nevnd í uppskotinum og sagt verður í teirra viðmerkingum: ”Við tað at skotbráið er stutt, hava vit ikki havt stund­ir til eina gjølla viðgerð av lógaruppskotinum, men vit meta, at grundarlagið fyri kostnaði og arealtørvi, nú studentaskúlin er kom­in við í verkætlanina, er so veikt enn, at vit sum byggi-harri ikki kunnu standa inni fyri tí uphædd og tí fer­metra­ tali, sum eru nevnd í upp­ skotinum”. Tí er tað so harmiligt, at politikarar kropp á kroppi nú stíga fram og siga, at verk­ætlanin er vorð­in ov dýr samanborið við játtaðu upphæddina í verk­lags­lóg­ ini, tá tann veruliga ábyrgdin liggur hjá politiska myndug­ leikanum sjálvum. Politiska skipanin eigur tí at taka í egnan barm, so at flaggskipið í føroyskari skúlasøgu kann koma aftur á beint. Fleiri melda seg til at geva landinum olmussu, eitt nú borgarstjórin í høvðus­ stað­num, og tað er alla æru vert, men vit eiga sum lands­ politikarar at megna at bera eina slíka verkætlan ígjøg­ num, alt annað er ein full­ gjørd ”falliterklæring”. Tað eru brúktar 40 mió longu nú, og spakin er ikki settur í, og at broyta kós enn einaferð er bert pluff og vánalig nýtsla av skatta­ borg­arans pengum, og tí skal spakin setast í ongantíð ov skjótt. Verkætlanin á Marknagili er sera prinsipiel, og vit í politisku skipanini skylda hvør sær føroya fólki at geva okkara støðu til kennar í hesum máli. Tað er nú, vit skulu standa saman í polit­ isku skipanini, tað er nú, vit í verki skulu vísa, at vit taka fólkafráflytingina í stórsta álvara, tað er nú, vit skulu vísa ábyrgd og áræði føroya ung­dómi og føroyskari fram­ tíð at frama. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Í vikuni hoyrdist, at ivasamt er, um næstfor­mað­ur­ in, sum seinni gjørdist formaður í fyrrverandi Eik banka, hevur møguleika fyri at fíggja sína verju í einum rættarmáli um endurgjald, sum Fíggjar­ligt Støðufestið hevur reist móti honum. Í heyst kom brádliga fram, at Kringvarp Føroya hevði ikki pening til at halda fram við sínum virk­semi uttan so, at eini 10 – 15 starvsfólk vórðu upp­søgd. Hesar báðar hendingarnar fingu meg at seta mær sjálvum spurningin, um vit føroyingar hava ráð til fólkaræði? Ella er tað bara so, at vit føroyingar mangla realitetssans og spenna bogan ov høgt, tá vit skipa okkara samfelag og tað virksemi, sum samfelagið kann bera? Hví kom Kringvarp Føroya so brádliga í hesa støð­ una. Er onnur frágreiðing enn, at Kringvarpið hevði størri útreiðslur, enn inntøkurnar kundu bera? Hví kom fyrrverandi formaðurin í Eik banka í hesa støðuna, at hann ikki fær fíggja sína verju í rættar­ málinum um endurgjald. Er tað tí, at bankin hevði fingist við virksemi, sum var alt ov váðastórt fyri eina føroyska fyritøku? Men, hvat hava hesi bæði málini við fólkaræði í Føroyum at gera? Talufrælsið er ein týdningarmikil partur av demo­ krati­hugtakinum. Í Føroyum hava vit síðan 1957 frá almennari síðu valt at styrkja talufrælsið gjøgnum almenna stovnin, sum nú eitur Krinvarp Føroya. Allir lurtarar og seinni hyggjarar hava eftir avgerð løg­tingsins fíggjað virksemið hjá Kringvarpinum við tvungnum lurtara-og hyggjaragøldum. Inntøkurnar hjá Kvf hava sostatt verið kendar til fulnar. Leiðslan av stovninum hevur tí einans skula ansað eftir, at útreiðslurnar ikki gjørdust hægri enn tær frammanundan kendu inntøkur. Trupuleikin hjá Kvf hevur eftir øllum at døma verið hann, at Kvf eisini hevur roknað við øðrum inntøkum, sum tíverri ikki vístu seg at vera í kassanum, tá saman um kom. Rættartrygd er eisini ein týdningarmikil partur av demokratihugtakinum. Rættartrygd merkir millum annað, at allir borgarar í landinum skulu hava javnbjóðis atgongd til hjálp í rættarmálum. Sam­bært tíðindastubba í útvarpinum viðvíkj­andi rættar­mál­inum móti fyrrverandi Eik for­mann­in­um er trupul­leikin tann, at fær hann ikki játtaða fría rættar­gond, er ikki møguligt at rinda fyri sak­førara­ hjálp, tí endurgjaldskravið er óvanliga stórt, minnist meg rætt umleið 150 mió. kr. Eg haldi tí, at svarið uppá spurningin frammanfyri má vera, at vit (einans) hava ráð til eitt avmarkað fólkaræði í tann mun, tað er tillagað tí fíggjarliga veruleika, sum valdar í Føroyum. Gott nýggjár. Eyðfinnur Jacobsen advokatur EYGA MÁLIÐ Føroyingar ikki ráð til fólkaræði Annika Olsen Fólkaflokkurin