fríggjadagur 28. desember 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
Fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður
og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
L
at meg byrja við, at eg, fyri
ikki so mongum døgum
síðani, sá og hoyrdi tíðindi
um, at tað virkið, sum eg stovnaði
fyri nærum 50 árum síðani,
hevði kastað saman við eitt
annað vælkent og næstan líka
gamalt virki. Samanlagda virkið
er komið at eita JANUAR, løggilt
grannskoðaravirki. Hugsanin
aftanfyri navnið er, at á hvørjum
ári, tá vit koma til ársskifti, fara
vit – og ikki minst grannskoðarar
– at gera upp, hvussu gamla árið
hilnaðist og síðani gera okkum
metingar um útlitini fyri fram
tíðina. At byrja við, hvakk eg eitt
sindur við av navninum, men sum
frá líður haldi eg, at navnið hevur
góðan týdning. Mítt ynski skal
vera, at tað fer at gangast væl við
nýggja virkinum.
Nú eri eg ikki virkandi grannskoð
ari longur, men tann samfelags
áhugi, sum enn er mær í holdi
borin, ger at eg royni at gera mær
mínar metingar, bæði av tí farna
og farandi og tí komandi.
Tá ið hyggjast skal at tí, sum hent
hevur í føroyska samfelagnum
og annars verið á breddanum
í Føroyum í 2012 slepst ikki
undan at taka við seinastu tveir
mánaðarnar av 2011. Nýtt lands
stýri varð skipað í byrjanini av
november 2011, og tað fór til
arbeiðis beinanvegin. Nú vit fara
inn í 2013 hevur landsstýrið sostatt
virkað í næstan 14 mánaðar. Tað
vil siga, at møguligt er nú at gera
eina meting av arbeiðslagi og
arbeiðsúrsliti hjá landsstýrinum.
Árið sum fór, serliga
politiskar hendingar
Fyrst er at gera sær greitt, at
stjórnarvaldið er latið upp til
4 flokkar, sum hóast teir hava
rættiliga nógv til felags, kortini
eisini hava nakrar politiskar
ymiskleikar. Harafturat eru tveir
av flokkunum relativt stórir,
meðan hinir báðir eru smáir. Tað
slepst ikki undan, at hetta av og
á merkist í samarbeiðinum, tá
neyðsemjur skulu gerast. Men
samstundis er tað eitt meiriluta
landsstýri, og tað hevur við sær,
at sjálvt um roynt verður at fáa
breiða undirtøku fyri teim polit
isku tiltøkunum, so er altíð møgu
ligt at “bakka” aftur til tað, sum
meiriluta samgongan hevur givið
tilsøgn um.
Tiltøk, partvís ávirkað
av krepputíðum
Landsstýrið legði út við einum
samgonguskjali, sum í ávísan mun
legði upp til ein broytingarpoli
tikk, men eisini á onkrum øki fór
aftur í fortíðina. Eitt, sum tó hevði
stóran týdning, var, at álvarsama
búskaparliga støðan í stórum parti
av heiminum, og eisini partvís í
Føroyum, gjørdi tað alneyðugt
at vísa varsemi í búskapar- og
fíggjarpolitikki, samstundis sum
búskaparligur vøkstur í veruleik
anum var eitt “must”.
Eitt høvuðsmál hjá landsstýrinum
var – og er – at minka um
hallið á fíggjarlógini og
landskassaroknskapinum, tað
vil siga at fáa betri javnvág
millum útreiðslur og inntøkur
landskassans. Hetta hevur langt
á leið eydnast. Men samstundis,
sum hetta verður gjørt, skuldi
búskaparligur vøkstur verið at
sæð í samfelagnum sum heild.
Hetta hevur í ávísan mun eisini
víst seg at hepnast. Fortreytirnar
fyri hesum eru fleiri, fyrst og
fremst at vinnuligt virksemi og
framgongd er í samfelagnum, og
her hevur tað størsta týdningin, at
vinnulívið hevur góðar karmar at
virka innan fyri.
Í Europa sum heild er stórt,
summastaðni ógvuliga stórt,
arbeiðsloysi. Arbeiðsloysi er og
hevur eisini verið í Føroyum, tó
minni enn í flestu europeisku
londunum. Tað gleðiliga er hent
í Føroyum, at arbeiðsloysið
er minkað, og heldur eftir
øllum at døma á at minka. Ein
av orsøkunum til hetta er, at
landsstýrið sum eitt sínum fyrstu
málum fekk gjøgnumført týðandi
broytingar í lógini um skatting av
persónum.
Broyting av skatta
viðurskiftunum
Hendan broyting verður rópt
flatskattaskipanin, hóast skatturin
framhaldandi ikki er heilt flatur,
men tó minni progressivur.
Nýggja skipanin hevði við sær ein
munandi skattalætta fyri so gott
sum allar persónligar inntøkur.
Tað vil siga, at fólk flest sluppu at
varveita størri part av síni egnu
inntøku, tí tilsvarandi minni varð
tikið frá teimum. Fyri einstaka
persónin kom tað tí at loysa seg
betur at arbeiða.
Nýggja skattaskipanin umfatar
bert landsskattin og ikki
kommunuskattin. Her er størsti
munurin skattafría botnmarkið.
Botnmarkið í landsskattinum
er nú 65.000 kr., meðan tað er kr.
30.000 í kommunuskattinum. Fyri
at fáa betri “symmetri” í, eigur tí
markið í kommunskattinum at
verða hækkað til tað sama sum
í landsskattinum. Hetta kann tó
ikki gerast í einum høggi, men má
lagast til yvir eitt ávíst áramál.
Eisini eigur botnmarkið í báðum
skattaskipanunum at verða
prístalsjavnað á hvørjum ári.
Nógv tjak hevur verið í sambandi
við sokallaða flatskattin. Álopini
á landsstýrið, samgonguna og ikki
minst á fíggjarmálaráðharran
hava verið, og eru framvegis,
ógvuslig. Men eftir míni meting
hevur landsstýrið framt eitt bragd
við nýggju skipanini. Hetta hevur
longu partvís víst seg, men sum
tíðin gongur fer tað at vísa seg enn
meira. Um eini tvey/trý ár kemur
tað at síggjast rættiliga væl aftur
í búskaparligari menningini av
samfelagnum og eisini, við neyvari
stýring, í betri fíggjarligari støðu
hjá tí almenna. Tað ræður tí um
hjá landsstýrinum at halda fast
við førda politikkin.
Ein onnur umskipan i skattalóg
gávuni var broytingin av pensións
skattingini. Nýggja skipanin
hevur við sær, at inngjøldini
til persónliga eftirlønarskipan
verða skattað beinanvegin,
meðan útgjøldini til sína tíð vera
skattafrí. Fyri skattaborgaran
skuldi hendan skipanin
peningaliga verið neutral. Um
nakað annað kann ávísast
eigur hon at verða justerað. Tað
skuldi ikki veri serliga torført
at gjørt tað. Tá skipanin hevur
virkað í nøkur ár, verður tað
ólíka betur hjá borgaranum at
fáa sína pensiónsuppsparing
útgoldnað skattafrítt. Tað skuldi
verið løgið, um ikki fleiri lond
sum frálíður eisini fara yvir til
hesa skipan. Tað tekur tó helst
sína tíð, tí mótstøðan frá trygg
ingarfeløgunum helst er nakað
stór. Tey umsita jú, sum er, útsetta
skattapeningin hjá stjórnunum.
Annars umfatar pensiónsspurn
ingurin nógv onnur viðurskifti
enn tær her umrøddu privatu pen
siónsuppsparingarnar. Samlaðu
pensiónsviðurskiftini eru, so vítt
eg havi skilt, til politiska við
gerð í løtuni, og hetta umfatar
bæði møguliga tvungna privata
uppsparing eins og fólkapensión
og samhaldsfasta v.m. Hetta er
ivaleysa stórt evni til eina sjálv
støðuga grein.
Fiskivinnan
Eitt annað stórmál, sum politiska
skipanin, í fyrsta umfari fiski
málaráðið, hevur til viðgerðar er
komandi langtíðar fiskivinnu
politikkurin. Roknast kann við,
at eitt ella annað úrslit kemur
undan kavi í 2013. Vónandi fæst
ein breið semja um eina nýggja
fiskivinnuskipan, hon skal bæði
vera politisk breið og gjarna breið
yvir eitt longri áramál. Eitt hugtak,
sum nú eina tíð hevur oyðilagt
tjakið um fiskivinnupolitikkin
er orðini:”ogn Føroya Fólks”. Hesi
orðini komu í lógarverkið fyri
at geva landsstýri og Løgtingi
heimild at lóggeva og ráða yvir
fiskivinnuskipanum, og ikki, sum
mangur hevur misskilt tað, at
hvør einstakur føroyskur borgari
skuldi hava rætt til sín part av
fiskatilfeinginum. Inntøkurnar
frá fiskivinnuni eiga tey, sum reka
vinnuna, eigarar og manningar,
innan fyri teir karmar, sum ásettir
eru av lóggávuvaldinum og polit
isku skipanini. Vónandi vera hesir
karmar so góðir og rættvísir sum
møguligt.
Skúladepilin v.m.
Eitt mál, sum landsstýrið í løt
uni baksast við er byggingin
av Marknagilsdeplinum. Einki
er at ivast í, at projektið er
ógvuliga “avanserað” og eisini
ivaleysa dýrt. Men samstundis
er tað sera neyðugt at fáa
hendan útbúgvingardepilin
gjørdan. Eg má tí ynskja menta
málaráðharranum eydnu við at
fáa prísin nakað niður afturat, og
so fáa gongd á byggingina.
Í sambandi vi skúladepilin kann
eg koma inn á ein spurning, sum
er nógv frammi í orðaskiftinum,
nevniliga fólkafráflytingin. Eg
skal tó ikki fyrigykla nakra loysn á
hesum trupulleika. Spurningurin
er nógv meira kompleksur enn
bert at snúgva seg um útbúgving,
vinnumøguleika, barnaansing,
pensionistatilveru, veðurlagið
v.m. tað er í djúpastu merking
ein spurningur um, hvat ein
vil og ynskir við sínum tilveru
grundarlag. Undir orðaskiftinum
um hetta fyribrigdi hoyrist mang
an, at “ tað er nógv betri í Danmark
enn í Føroyum á ymiskum økjum”.
Tað virkar mest sum, at tey, sum
rópa harðast, vilja niðurgera
umstøðurnar í Føroyum. Mín
pástandur er, at tað er júst øvugt,
Føroyar eru avgjørt eitt tað besta
landi í verðini at búgva í. Men
harvið er ikki sagt, at tað ikki kann
gerast uppaftur betur.
Tað er fallið mær í lut at skriva eina grein til seinasta Sosialin í hesum
árinum 2012. Tað er tí ikki heilt ónatúrligt at gera sær nakrar tankar í
samband við ársskifti. Slíkt vil ofta snúgva seg um hendingar, og tað ein
annars hevur verið upptikin av, í tí farna árinum, og so kanska hugleiðingar
um tað, sum væntast kann at fara fram í tí enn ókomna ári 2013.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Framhald á næstu síðu
Afturlítandi og framáskoðandi