fríggjadagur 28. desember 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Okkurt kundi verið betur
Tá eitt landsstýri verður skipað
og samgonguskjal skrivað er
tað neyvan nakar, sum er heilt
samdur við allar ásetingarnar
í tí. Tað, sum hetta landsstýri
hevur framt ella er í ferð við
at fremja eri eg fyri rættiliga
stóran part samdur við. Men
kortini er okkurt, sum eg ikki
heilt kann góðtaka. Eg havi
nevnt tað fyrr, og nú málið
er avgreitt vil eg nevna tað
eina ferð afturat, avtøkuna
av Landsbankanum haldi
eg ikki vera klókt at fremja.
Allur bankasektorurin, bæði
i Europa, í Danmark og fyri
sovítt í Føroyum eisini, er í
einum slagi av koma. Fyri
stóran part virka bankarnir
ikki, teir niðurpína vinnulívið,
teir eru eisini byrjaðir at biðja
um umberingar (dømi Danske
Bank) og fíggjareftirlitini
virka mangan á løgnan hátt.
ES er í ferð við at stovna sítt
egna felags fíggjareftirlit,
Danmark er í iva, um teir skulu
vera við í hesum. Føroyar eru
uttanfyri ES, men undirlagt
danska eftirlitinum. So
støðan er beinleiðis fløkjaslig.
Hóast Landsbankin ikki er
fullkomin, so hevur hann tó
ávísan týdning, og ger ikki
nakran skaða. Undir verandi
umstøðum hevði tað tí verið
skilabetri at arbeitt við
útbygging av Landsbankanum.
Eitt annað mál frá
samgonguskjalinum, sum eg
eri beinleiðis ósamdur við, er
spurningurin um ríkisstuðulin.
Soleiðis sum eg skilji løgmann,
hevur hann uppgivið at fáa
stuðulin hækkaðan. Tað er
at gleðast um. Hann hevur
eisini í Ólavssøkurøðuni sagt
frá, at hann droymir um einar
meiri sjálvstøðugar Føroyar.
Prístalsviðgerðin av stuðlinum
er eisini skaðilig, men hon telur
ikki so nógv í fyrsta umfari.
Vónandi heldur hon ikki fram
so leingi.
Samanlagt meti eg, at tað
hevur gingið framá í Føroyum
tað seinasta árið. Og tað er mín
vón, at tað heldur fram. Eitt
sum eg kortini ikki haldi hevur
gingið framá er tjakmentanin
í Føroyum. Nøkur lesarabrøv
hava beinleiðis eitt ljótt orðalag,
tað er so, hvat tað er. Men
tað vánaligasta eru allar tær
ymisku viðmerkingarnar, sum
koma á face book til greinar
og tíðindi á teim ymisku
portalunum. Tær flestu av
teimum eru ikki annað enn
persónlig ljót álop, serliga á
politikarar. Viðmerkingarnar
siga meiri um viðmerkjaran enn
um tann teir loypa á. Vónandi
fer hetta at batna í komandi
ári, so vit kunnu fáa tjak og
orðaskifti á einum væl hægri
støði.
Eg skal enda við at ynskja
øllum heima á landi eitt gott og
vælsignað komandi ár.
tíðargrein
Framhald av síðu 19
Søgan um eina und
og ein viðvendan v
tíðargrein
Fiskivinnutingið og frágreiðingin til aðalorðaskiftis á løgtingi um fiskivinnuna
hava strikað undir: At umsitingin av lógini um vinnuligan fiskiskap hevur
verið í stríð við lógina, við endamálini og við rættarligar grundreglur. At
umboð fyri vinnuna eru væl frammanfyri politisku skipanina í hugsanum
um fiskivinnupolitikkin. Og at allur veruleikin um tilfeingisgjøld, vinnuliga
kapping og búskaparligt avkast til samfelagið, er skeiklaður og viðvendur
16. november skipaði Fiskimálaráðið
fyri fiskivinnutingi á Hotel Føroyum
í Havn. Høvuðsdenturin varð í
skránni og framløgunum lagdur á at
fáa fram sjónarmiðini hjá vinnuni –
serliga umboðum fyri veiðiflotan og
fyri peningastovnarnar. Men eisini
umboð fyri manningarfeløgini og
aðrir serfrøðingar høvdu innlegg og
viðmerkingar. Í hesum sambandi
komu nógv ymisk sjónarmið og
evni á borðið, sum til dømis: Týdn
ingurin av fiskiflotanum sum ar
beiðspláss. Hvussu áhugin er fyri
fiskivinnuni millum ungdómin.
Hví búskaparligu úrslitini bæði til
arbeiði og kapital eru so ymisk – og
hvussu úrslitini eru hjá ymsu skipa
bólkunum. Týdningurin av burðar
dyggari veiði og hvussu fiskidagar/
kvotur skulu ásetast. Um hvussu
fiskidagaskipanin hevur eydnast
undir Føroyum. Um “sovandi veiði
loyvi”. Um útlendskan kapital og
áhugan at keypa seg inn í flotan og
veiðiloyvini. Um vantandi søluliðið,
og at útróðrarmenn framvegis ikki
fáa betri prís fyri góðsku og væl
hagreiddan fisk. Um leiklutin há
fíggingarstovnunum. Og um hug
takið fólksins ogn, tilfeingisrent
una, og hvør skal hava hana.
Nakrar niðurstøður frá
fiskivinnutinginum
Fiskivinnutingið prógvaði, at ongin
greið mál eru sett frá politiska
myndugleikanum í sambandi við
arbeiðið at endurskoða fiskivinnu
politikkin, lógina og umsitingina.
Og tí er nærum ógjørligt hjá em
bætisfólki, serfrøðingum og vinnu
at geva svar, útvega hagtøl, og
gera haldgott tilfar og uppskot til
loysnir frameftir. Orðaskiftið fer tí
í nógvar ymsar ættir, og týdningar
miklir partar verða lítið og onki
viðgjørdir.
Kortini vóru innlegg og orða
skifti, ið høvdu rættiliga greiðar og
álvarsligar niðurstøður:
1. Lógin um vinnuligan fiskiskap
hevur verið umsitin í stríð við
lógina og endamálini við henni
– og hon hevur verið umsitin í
stríð við fyrisitingarligar grund
reglur og rættartrygd. M.a. metti
Halgir Winther Poulsen í sínum
fyrilestri, at kunngerðin um
makrelfiskiskapin fyri 2012 var
sera ivasom og helst í stríð við
lógina um vinnuligan fiskiskap
og fyrisitingarlóg.
2. Stovnsrøktin av botnfiskastovn
unum og reguleringin av veiði
trýstinum, er farin heilt av lagi
við politiskum avgerðum. Atli
Gregersen hevði eitt brennandi
innlegg um hetta og vísti enn
einaferð á, at stovnsmetingar
og fiskifrøðilig ráðgeving mugu
fylgjast í áseting av fiskidøgum
ella kvotum. Umboð fyri vinn
una tóku sum heild undir við,
at fyri at áseta veiðitrýstið
(fiskideyðatalið)
rætt,
sama
hvør skipan verður nýtt, má
hetta byggjast á ráðgevingini
hjá
fiskifrøðingum.
Einasti,
sum mótmælti harðliga, var ein
løgtingsmaður, sum eisini er
fyrrverandi landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
3. Umboð fyri peningastovnarnar
løgdu stóran dent á, at teir ikki
bert fíggja virðið á veiðitólinum,
men at teir fíggja eisini virðið á
loyvunum. Tí legga teir trý st
á at fáa so long fiskirættindi
til skipini, sum gjørligt, ið so
eisini skulu kunna seljast, um
setast og pant takast í loyv
unum. Men onnur vístu á, at
hetta bert skapar øktan váða og
spekulasjón. Víst varð á, at til
feingisrentan og tilfeingisgjøld
eru longu sera stór í Føroyum.
Handilin við loyvum hevur
gjørt, at tilfeingisrentan og til
feingisgjøldini higartil eru farin
beinleiðis í privatar lummar. So
statt er ikki talan um, at vinnan
ikki rindar tilfeingisgjald. Tað
ger hon, men tað fer til tey, sum
fingu veiðiloyvini upprunaliga
fyri einki og sum selja loyvini.
Víst varð eisini á, at orsøkin
til, at áhugin hjá útlendingum
er so stórur at keypa seg inn í
føroysk skip og loyvir er, at til
feingisrentan er stór. Varð til
feingisrentan tikin inn í lands
kassan, so hevði áhugin hjá
útlendingum minkað burtur at
uppkeypa skip og loyvir í Før
oyum bert til tess at leggja seg
á rættindini. Yvirhøvur tókt
ust umboð fyri vinnuna ikki
at avvísa gjøld fyri tann brúks
rættin reiðaríini hava, men tey
førdu fram, at hetta skuldi verða
skatting av staðfestum, yvirnor
malum profitti.
Frágreiðingin til aðal
orðaskiftis á tingi
Tann frágreiðingin, ið landsstýris
maðurin legði fyri tingið til aðal
orðaskiftis, er eisini eyðkend av, at
ongin verulig eftirmeting er gjørd
av fiskivinnupolitikkinum og av
lógini um vinnuligan fiskiskap.
Frágreiðingin er tí eisini eyðkend
av vantandi upplýsingum og tilfari
til at viðgera teir stóru politisku
spurningarnar:
-
Hagtøl vanta um til dømis veiði
tøl og stovnsmetingar, og ongi
boð eru uppá, hvussu veiði
trýsið eigur at verða ásett.
-
Hagtøl og metingar eru ikki
tøk um skipasølur og sølur av
veiðiloyvum ella ognarviður
skiftum í flotanum – t.e. hvussu
nógv er rindað í tilfeingisgjaldi á
privata marknaðinum seinastu
10-12 árini?
-
Ongi hagtøl ella metingar eru
um útlendskan kapital, og
hvønn leiklut hann hevur í før
oysku fiskivinnuni.
-
Ongi hagtøl ella metingar eru
um
sáttmálaviðurskifti
og
manningarstøðuna í føroyska
flotanum.
-
Ongi hagtøl ella metingar eru
um fígging og kapitalkostnaðin
í føroyska flotanum.
-
Ongi hagtøl ella metingar eru
um tilfeingisrentuna og tey
tilfeingisgjøld, ið longu verða
goldin umvegis keyp, sølur og
lánsavtalur í veiðiflotanum.
Høvdu vit havt hesi tøl og hetta
tilfar, hevði uttan iva verið stórur og
greiður meiriluti fyri broytingum
umgangandi.
Vit mugu seta ein
greiðan setning!
Embætismannabólkar kunnu ikki
gera uppskot til nýskipan av einum
stórum lógarøki uttan at politiski
myndugleikin hevur givið teimum
greiðan arbeiðssetning. Er tílíkur
setningur givin, ber til at finna fram
til tøkniligar loysnir og at meta um
avleiðingarnar av hesum loysnum.
•
Sigur, t.d. politiski myndugleikin,
at arbeiðssetningurin er at
seta á stovn eina skipan, har
brúksrætturin
verður
latin
loyvishavarum til æviga tíð, so
ber til at lýsa avleiðingarnar av
hesum.
•
Um politiski myndugleikin sigur,
at loyvishavararnir einki skulu
gjalda fyri loyvi, og frítt kunnu
selja tey til hægstbjóðandi, so
ber til at lýsa avleiðingarnar av
tí.
•
Ella um politiski myndugleikin
Høgni
Hoydal