fríggjadagur 28. desember 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
irgrivna fiskivinnulóg
veruleika
sigur, at verkætlanarbólkurin
skal finna fram til eina skipan,
sum tryggjar at veiðitrýstið
verður rætt stillað, lívfrøðiliga
og búskaparliga, so ivist eg ikki
í, at bólkurin hevði megnað at
svara hesum spurningi væl, og
lýst avleiðingarnar av fara ta
leiðina.
•
Ella um politiski myndugleikin
bað bólkin lýsa avleiðingarnar
av at áseta brúksgjald og at
skatta vinning út um tað van
liga, so hevði bólkurin uttan iva
kunna lýst, hvat hetta hevði týtt
fyri vinnuna og fyri inntøkur
landskassans.
•
Ella um politiski myndugleikin
bað bólkin um at lýsa eina skip
an við almennari útbjóðing av
fiskirættindum á einum markn
aði, so hevði borið væl til at víst
á avleiðingar og møguleikar í tí
sambandi.
•
Ella um politiski myndugleikin
bað bólkin lýsa avleiðingarnar
av, at farið verður undir at
áseta fiskidagarnar ymiskt fyri
ymiskar bólkar av fiskiførum.
Ein verður skorin við 6.3. % ein
annar við 20 % o.s.fr, so hevði
verkætlanarbólkurin megnað
at lýst hvørjar fylgir hetta hevði
havt fyri stýringina blandaðu
botnfiskaveiðuna undir Før
oyum.
Rættarstøðan og um
sitingarliga undirgravingin
Sostatt finst ongin nágreinilig lýs
ing av, hvat er broytt í rættarstøð
uni síðan 1994. Ein tílík meting
átti at verið stórur partur av eini
endurskoðan. Sama slag av meting
átti at verið gjørd um broytingar
í umsitingini av lógini síðan 1994.
Mesta av hesum tilfari finst í Frá
greiðingini hjá Fiskaorkunevndini
frá 2008.
Dømi í frágreiðingin til aðal
orðaskiftis vísa tó greitt, at skiftandi
landsstýrismenn hava ikki umsitið
eftir bókstavinum og endamálinum
í lógini, og skiftandi løgmenn hava
ikki útint tað eftirlit teir eiga, sam
bært stýriskipanarlógini.
Í frágreiðingini kemur fram
ein fatan av rættarstøðuni, sum er
vandamikil og beinleiðis skeiv. Eitt
brot i frágreiðingini, vísir hetta:
“Fiskiskapurin eftir botnfiski í
føroyskum sjógvi (fiskidagaskipanin)
er reguleraður í lógini um vinnu
ligan fiskiskap. Lógin sigur, hvussu
býtt varð fyrstu ferð, hvør sleppur
framat og hvussu býtt verður mill
um bólkar av fiskiførum. Fyri allan
annan fiskiskap gevur lógin lands
stýrismanninum víðar heimildir at
gera kvotuskipanir ella fiskidaga
skipanir, har rættindini ikki eru býtt
út í lógini. Útluting og býti skulu
vera í samsvari við góða fyrisiting,
men í lógini eru ongar ásetingar um,
hvat landsstýrismaðurin skal leggja
dent á, og hvørji atlit hann skal taka,
tá hann býtir út.” (Úr frágreiðing til
aðalorðaskiftis)
At skriva soleiðis merkir, at atlit
verður ikki havt at almennum
meginreglum fyri rættartrygd, at
fyrisitingarlóg og at sjálvari lógini
um vinnuligan fiskiskap og enda
mál hennara.
Tann sum lesur uppskotini til løg-
tingslógina um vinnuligan fiskiskap
nr. 51, og uppskot um broyting í
løgtingslóg um vinnuliga fiskiskap
nr 96, finnur einki sum bendir á, at
Løgtingið ætlaði, at skipanirnar at
stýra botnfiskiskapi undir Føroy
um og at stýra fiskiskapinum eft
ir uppsjóvarfiski og á fjarleiðum,
skuldu vera ymiskar. Ikki eitt orð
um, at í einum føri skal býtið av
veiðirættindum ásetast í lóg, og í
hinum skal landsstýrismaðurin
hava “fríar teymar.”
Beint øvugt var lógin ein roynd
at sleppa burtur úr teirri politisku
smálutastýring, sum hevði eyð
kent árini undan 1993. Hvussu til
vildarliga hetta hevur verið umsitið
er væl lýst á síðu 9 í frágreiðingini
í talvuni: “Fordømi um býti av før
oyskum fiskirættindi”. Har verður
víst á fullkomna tilvild og skiftandi
grundgevingar, tá landsstýrismenn
hava býtt veiðirættindi út.
Niðurstøðan er sostatt, at lógin
um vinnuligan fiskiskap hevur verið
umsitin soleiðis, at lógarteksturin
og endamálini við henni, stútt og
støðugt eru undirgrivin. Lógin er
vorðin nýtt til at gera ta øvuta av
tí, sum endamálið var. Hetta er ein
sera álvarslig niðurstøða, og tað er
rætt og slætt óskiljandi, at løgfrøð
ingar kunnu hava góðtikið tær um
sitingarligu avgerðirnar, sum eru
tiknar.
Eitt annað dømi um tað, er
spurningurin um tilfeingisrentu og
tilfeingisgjøld.
Tilfeingisrentan og
tilfeingisgjøld
Upprunaliga lógaruppskotið um
vinnuligan fiskiskap hevði eina
áseting um gjøld og tilfeingisrentu.
Í §14 í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap, lýst í mars 1994, er henda
orðing, sum varð samtykt av løg
tinginum:
“§ 14. Landsstýrinum er heim
ilað at áseta avgjald fyri kvotu
rættindi fyri hvørt fiskiár sær. Tá
avgjaldsupphæddin verður ásett
skal mesti dentur leggjast á tilfeing
isrentuna.”
Í viðmerkingini til hesa grein
verður sagt: “Út um tær vanligu
inntøkurnar í vælskipaðum fiski
skapi er ein tilfeingisrenta, sum
eigur at koma aftur til føroysku
tjóðina. Aftur fyri nýtslurættin til at
vinna pening burtur úr tilfeinginum,
verður ein partur førdur aftur til
samfelagið. Tilfeingisrentan broytist
eftir støðuni í fiskastovnunum.”
Hetta er ein rættiliga neyv lýs
ing av øllum spurninginum um
tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld.
Serliga í mun til tann ruðuleika
og tær misskiljingar, sum síðani
hava valdað um hesi hugtøk. Týdn
ingarmikið er at skilja, at tilfeingis
renta er ein vinningur út um tað
vanliga.
Tilfeingisrentan er tað eykavirðið,
sum eitt avmarkað náttúrutilfeingi
hevur í mun til aðra vinnuliga
framleiðslu, har tú skalt gjalda fyri
rávøruna. Tað er altso eitt virði,
sum er útyvir tað, tá kostnaðurin
og ein vanligur vinningur av at fáa
tað til høldar, eru drigin frá. Henda
tilfeingisrentan skal sjálvandi fyrst
og fremst koma inn í landskassan.
Tað ivast vit til dømis ikki í, tá talan
er um olju ella gass. Feløgini, ið
gjøgnum alment útboð fá loyvi at
vinna út olju og gass, sum vit øll
eiga, gjalda størsta partin av til
feingisrentuni til tað almenna. Og
tað forðar teimum sjálvsagt ikki í at
hava eitt stort yvirskot av bæði sín
um íløgum, rakstri og framleiðslu.
Tú kanst ikki selja
tað, tú ikki eigur
Verður tilfeingisrentan ikki í mestan
mun tikin burtur úr vinnuni, til
eigaran, sum er samfelagið, hevur
tað sera óhepnar avleiðingar fyri
samfelagið og vinnu yvirhøvur:
•
Hetta skapar ójavna vinnuliga
kapping millum vinnur, tí kapi
talurin leitar til ta vinnugrein
ina, har tilfeingisrentan gevur
stóran eykavinning.
•
Hetta skapar stóra spekulasjón, tí
sjálv rættindini og atgongdin til
at fáa hendur á tilfeingisrentuni,
fara at verða keypt og seld á
einum privatum marknaði. Og
sterk kapitaláhugamál og fígg
ingarstovnar mugu leggja ovur
stórar upphæddir á borðið, fyri
at gjalda fyri atgongd til hesa
eykarentuna langt fram í tíð
ina.
•
Hetta elvir til ovuríløgur og
eyka kapitalisering av vinnu
tólunum, so bæði tilfeingis
rentan og vanliga avkastið í
veruleikanum fer til at gjalda til
fíggingarstovnar og íleggjarar.
Kapping verður altso ikki um
at fáa mest burturúr og at dríva
rasjonella vinnu, men kapping
in endar í spekulasjón um til
feingisrentuna, sum ikki skapar
nakað virði í sjálvum sær.
Veruleikin er altso, at stór til
feingisrenta er sjálvsagt í føroyskari
fiskivinnu – og stór tilfeingisgjøld
verða goldin. Hetta verður goldið
við, at serliga útlendskur kapitalur
og fíggingarstovnar leggja seg á
rættindini – og skip verða keypt og
seld við fiskiloyvum. Og við ymsum
avtalum og lánum og rentum,
verður tilfeingisrentan slúsað út
úr føroyska samfelagnum. Og eftir
siglir – í heimaflotanum – í stóran
mun ein yvirkapitaliseraður floti,
sum ikki kastar nóg mikið av sær
til reiðarí og manning.
Tilfeingisrentan er stór
í føroyskari fiskivinnu
Tilfeingisrentan er eyðsýnd í før
oyskari fiskivinnu, sum er. Hetta
er partur av fólksins ogn, sum nú
fer til tey, sum upprunaliga fingu
rættindi fyri einki, og til tey, sum
seinni hava selt víðari. Hetta er ein
privatisering, som gongur beint
móti ásetingunum í §2 i lóg um
vinnuligan fiskiskap, um fólksins
ogn.
Norðurlanda Ráðharraráðið hev
ur staðið fyri tveimum kanningum
av tilfeingisrentuni í Norðanlond
um. Tveir bólkar av føroyskum
fiskiførum vóru við í hesum kann
ingum. Tølini eru ikki heilt nýggj,
men í 2003-2006 var tilfeingisrent
an hjá føroyskum partrolarum mett
til 25 % av landingarvirðinum. Og í
2007 -2008 var tilfeingisrentan í
føroyska nótaflotanum mett til 38
% av landingarvirðinum.
Um tilfeingisrentan verður tikin
inn í landskassan, skapar tað eina
sunnari og sterkari fiskivinnu, sum
yvir tíð gevur meira til reiðarí og
manning. Og tað verður samstundis
størri tileggjan til at seta tey neyðugu
mørkini fyri veiðitrýstinum , sum er
grundarlagið undir burðardyggari
fiskiveiði. Tað hevði eisini skapað
grundarlag fyri at minka um lønar
skatt og vørugjøld í inntøkum lands
kassans.
Somuleiðis hevði áhugin hjá
útlendskum kapitali fyri at taka
yvir í fiskivinnuni í Føroyum bert
verið bygdur á vanligan rakstur,
og ikki á tann eykavinningin, sum
tilfeingisrentan gevur. Hetta hevði
forðað fyri yvirkapitalisering í
fiskivinnuni og ført til ein veru
leikakendan prís á fiskirættindum.
Tilfeingisrentan kann roknast
út, soleiðis sum tað varð gjørt í
kanningunum hjá Norðurlendska
Ráðharraráðnum. Ella tað ber til at
lata marknaðin staðfesta virðið á
einari uppboðssølu. Um nóg nógvir
keyparar eru á uppboðsøluni, og tað
er greitt at tilfeingisrentan ikki kann
roknast inn í vinningin, er hetta
gongda leiðin. Tí tilfeingisrentan
– ella eykavirðið av einum av
markaðum tilfeingi – er sjálvsagt
ymisk eftir prísum og gongdum á
heimsmarknaðinum.
Landið kann altso bjóða út
rættin at fiska í ávist tíðarskeið, og
avkastið av hesum fer í landskassan.
Ongin kann leggja seg á rættindini
ella spekulera við teimum, tí tá
tíðarskeiðið er liðugt, eru rættindini
sjálvandi aftur hjá landinum. Tað
skal sjálvandi gerast greitt, at tað
eru reiðaríini sum gjalda, og at
hesin kostnaður ikki verður løgd
yvir á manningarnar, sum ikki hava
brúksrættin.
Samanumtikið
Tað skortar ikki við tilfari, royndum
og serfrøði, tá vit skulu skapa
grundarlag undir einum nýggjum
fiskivinnupolitikki. Har bæði vinna,
manningar, samfelag, fiskastovnar
og komandi ættarlið av føroyingum
kunnu fáa nógv meiri burturúr
okkara felags ogn og tilfeingi.
Flestu umboð fyri vinnuna geva
eisini greiðar ábendingar um, at tey
ynskja at taka lut í eini nýskipan, har
tað er vanlig vinnulig kapping, og
ikki politisk vinnustýring, ið avger
møguleikarnar fyri at mennast.
Forðingarnar liggja bara í polit
isku skipanini og teimum vantandi
politisku málunum.
tíðargrein