fríggjadagur 28. desember 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur - fólkaheilsa,
úrvalsítróttur og verkløg
Góðir rørsluvanar, sum eru lærdir á
ungum árum, kunnu fáa avgerandi
týdning fyri heilsuna seinni í lívi
num.
Nú um ársskiftið er upplagt
hjá okkum øllum at steðga á eina
løtu og hyggja eitt sindur nærri
at ymiskum viðurskiftum í samfe
lagnum. Sum forseti í Ítróttasam
bandi Føroya kenni eg tað sum eina
skyldu serliga at hugsa um tað, sum
rørir seg á ítróttarøkinum.
Niðanfyri fari eg at tríva í trý
ymisk viðurskifti, sum hava ser
ligan týdning í løtuni: fólkaheilsa,
úrvalsítrótt og ítróttarverkløg.
Fólkaheilsa
Ítróttasamband Føroya átti í síni
tíð hugskotið at skipa fyri einum
rørsluári, og varð hetta fyriskipað
í 2009.
Endamálið við árinum - at varpa
ljós á týdningin av rørslu fyri fólka
heilsuna - varð væl og virðiliga
rokkið.
Afturat
fjølbroyttum
rørslu- og fólkaheilsutiltøkum við
ymiskum fyriskiparum og einum
stórum luttakaraskara, varð ein
neisti birtur, sum síðani hevur verið
væl stimbraður av stóra talinum
av fólki, ungum sum gomlum, sum
røra seg í skipaðum og óskipaðum
ítrótti. Vit fegnast um hetta.
Men ynskiligt er, at enn fleiri
koma at kenna vælveruna og
heilsuligu ágóðarnar við at vera
likamliga virkin. Nógv av teimum,
sum íðka motiónsítrótt, hava verið
virkin stóran part av lívinum.
Tíanverri hoyra vit javnan um,
at okkara børn og ungu hinvegin
gerast alt meiri óvirkin. Samstundis
sum nógv taka lut í skipaðum
ítrótti, eru tað alsamt fleiri, sum
fáa lítla rørslu útyvir ítróttatíman
í skúlanum.
Eg vil tí heita á landsins myndug
leikar at royna at fáa fleiri ítrótta
tímar inn í skúlagongdina. Øll børn
ganga í skúla, og tí hava vit í skúl
anum eitt gylt høvi at fáa øll børn í
Føroyum til at gerast meiri virkin.
Eitt hóskandi mál kundi verið, at
øll børn frá 1.-10. flokk skulu røra seg
minst ein tíma um dagin í skúlanum.
Áðrenn
vit
missa
endamálið
burtur í útrokningum av kostn
aðinum av einum slíkum átaki, er
vert at minnast til, at ítróttarfeløg
kring landið hava útbúnar venj
arar, sum dagliga taka sær av at
venja børn og ung. Tað kundi tí
verið eitt hugskot, at almennu
myndugleikarnir
samstarvaðu
við ítróttarfeløgini um at veita
øllum skúlabørnum rørslutilboð í
tilknýti til skúlagongdina, t.d. seint
seinnapartin.
Tað kundi samstundis verið
ynskiligt, at skúlarnir taka táttin
uppaftur við landsumfatandi ítrótt
ardøgum, sum afturat sosialu sam
veruni millum næmingar úr øllum
landinum varpa ljós á ítróttin innan
skúlagátt.
Í skúlunum hevur tað eisini
stóran týdning, at skúlagarðar og
uttanumøki eru skipaði, soleiðis
at næmingar fáa hug og umstøður
fyri rørslu í fríløtunum.
Endamálið við rørslutilboðunum
í skúlanum er, at okkara børn og
ungu fáa hug til rørslu og likamligt
virksemi fyri lívið. Góðir rørslu
vanar, sum eru lærdir á ungum
árum, kunnu fáa avgerandi týdning
fyri heilsuna seinni í lívinum.
Úrvalsítrótt
Komandi summar verða Oyggja
leikir aftur fyriskipaðir - hesuferð
á Bermuda. Eini 100 føroysk ítrótta
fólk fara longu leiðina yvir um hav
at luttaka á leikunum. Hesi 100 eru
úrvalsítróttafólk innanfyri sínar
ítróttagreinir.
Í summar høvdu vit tveir íðk
arar við á ávíkavist Olympisku og
Paralympisku leikunum. Eisini í
øðrum ítróttagreinum taka úrvals
ítróttafólk lut í landsdystum og
øðrum
millumtjóðakappingum
kring heim.
Seinnu árini hevur verið arbeitt
miðvíst við eini serstakari játtan til
úrvalsítrótt. Hetta arbeiði hevur
stóran týdning fyri okkara bestu
ítróttafólk, men so sanniliga eisini
fyri okkara ungu íðkarar, sum
finna sær fyrimyndir millum tey
vaksnu.
Eitt miðvíst úrvalsarbeiði, ið
gevur ungum talentum og úrvals
íðkarum møguleikan at gerast so
góð, sum til ber, kann hjálpa okkum
at røkka málinum at kappast í
fremstu røð í heiminum og enntá at
vinna heiðursmerkir í evropeiskum
og alheims kappingum.
Samfelagsliga hevur luttøkan
hjá okkara úrvalsítróttafólkum
í altjóða kappingum eisini ovur
honds týdning. Ítróttur er fremsta
brandingin
hjá
Føroyum.
Fót
bóltslandsliðið og avrikini hjá Pál
Joensen innan svimjing eru livandi
dømi um hetta.
Samstundis sum ítróttarfeløg
kring landið, sersambondini og ÍSF,
kommunur og landsmyndugleikar
royna at geva breiða hópinum av
føroyingum
ítróttartilboð,
sum
eru skipaði í mun til støðið hjá tí
einstaka, hevur tað stóran týdning
at skipa fyri tilboðum til úrvals
ítróttarfólkini, sum mynda før
oyska ítróttarsamleikan í mun til
umheimin.
Ítróttaverkløg
Ein týðandi partur av øllum ítrótt
ararbeiði eru tær hallir og teir vallir,
sum skulu nýtast til at íðka ítróttin
í og á.
Vit hava góðar ítróttaumstøður
í føroyum, og tað eru vit takksom
fyri. Land og kommunur útbyggja
støðugt
karmarnar,
so
lokalu
ítróttarfeløgini kunnu skipa fyri
virksemi sínum.
Eitt rák, sum gerst alt meiri
sjónligt, er, at verkløg verða bygd
saman í deplar. Hetta fegnast vit
um, eftirsum ítrótturin og lokal
samfeløgini
annars
fáa
størri
gagn av verkløgum, ið kunnu hýsa
ymiskum fjølbroyttum virksemi og
størri tiltøkum.
Ymiskt er, hvussu raðfest verður,
og nær ítróttarverkløgini verða
gjørd. Afturat natúrligu menningini
eru tíðarskeið, tá neyðugt er við ein
um eyka innsatsi. Fram til Oyggja
leikirnar í 1989 vórðu eyka tøk tikin,
m.a. við økinum til frælsan ítrótt á
Svangaskarði.
Og nú bjóða vit okkum fram til
at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019.
Tað er tí ein hóskandi løta hjá okk
um beint nú at hyggja at, hvussu
støðan er við ítróttarverkløgum í
Føroyum. Hvussu hava vit ment
okkum síðani 1989? Hvørji verkløg
mangla, ella hava tørv á endur
nýggjan?
Tað er greitt, at tørvurin er
stórur á einum golfvølli í Føroyum,
og eru fyrstu stigini tikin at gera
ein vøll á Glyvursnesi.
Ítróttasamband Føroya fer í næs
tum at taka stig til eina kortlegging
av føroysku ítróttarverkløgunum,
soleiðis at myndugleikar, ítróttar
feløg og sersambond betur gerast
før fyri at meta um tørvin.
Føroyskur ítróttur er í støðugari
menning - í luttakaratølum, í breidd,
í dygd og í týdningi fyri samfelagið.
Ein fortreyt fyri hesi menning er,
at vit øll samstarva um ítróttin -
úti í okkara lokalsamfeløgum og í
landshøpi.
Ítøkiliga er tørvur á, at ítrótt
urin verður raðfestur í fíggjar
ætlanunum hjá landi og komm
unum, bæði tá tað snýr seg um
hallir og vallir, og tá tað kemur til
beinleiðis stuðul til sjálvbodna ar
beiðið í ítróttarfeløgum, sersam
bondum og Ítróttasambandinum.
Petur Elias
Petersen
Forseti
Ítróttasamband Føroya
tíðargrein