Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ynskir at vaksa um sítt kongaríki Hann er øgiligur – hann borg­arstjórin í Havn. Er ikki bara nøgdur við at stýra Havn­ini, nú ynskir hann eis­ini at stýra øðrum pørt­ um av landsumsitingini. Nú ætlar hann sær at byggja Marknagilsdepilin. Hetta var tað, sum hann boðaði sínum undirstættum frá herfyri. Boðskapurin er greiður til landspolitikkararnir, eru tit ikki førir fyri at lyfta upp­gávuna, so gevið borgar­ stjóranum í Havn hana. Ikki bara uppgávuna men eisini pengarnir. Skulu vit fáa úrslit á lands­politiska pallinum, so skal spurningurin umskipast til eitt lokalpolitisk mál í Havn. Kongurin í Havn ynskir at vaksa um sítt kongaríki. Ein einfaldur háttur at vaksa um kongaríki. Vaksa seg stóran við máttloysinum hjá ráðandi politisku leiðsluni í Føroyum á skúla- og ment­ unarøkinum. Hetta er greiði boð­skap­ urin. Marknagilsdepilin er fyrsta stigi. Ikki eiti á uppgáva. Lasse klein lasse@olivant.fo Havnin stuðlar gásadalsfilmi Mentamálanevndin í Tórs­ havnar kommunu hev­ur sam­tykt at stuðla films­verk­ ætlanini The Bird Catcher, sum ætlandi verður størsta films­ætlan, sum nakrantíð er spæld inn í Føroyum. Film­ urin verður slakar tveir tímar til longdar, og fíggjarætlænin verður um 32 mió kr. Stórur áhugi er fyri film- in­um í Norðurlondum eins og í eitt nú Fraklandi og Kekkia. Størsti parturin av játtanini kemur tí úr hesum londum, men filmsleikstjórin Richard Hobert úr Svøríki ger ikki filmin uttan føroyskan áhuga eisini. M e n t a m á l a n e v n d i n hev­ur samtykt at játta til­ sam­ans 300.000 krónur til filmsverkætlanina fyri árini 2012 og 2013. Ein arbeiðs­bólk­ ur við eitt nú umboðum fyri ferðavinnuna, sum hevur søkt um stuðulin, sigur, at ar­ beitt verður fyri at fáa films­ ætlanina framda av tí, at filmurin kann skapa áhuga fyri Føroyum sum heild, geva arbeiðspláss og leggja inn­ tøkur eftir seg til landið. Daniella Sandberg úr Sør­vági, sum býr í Svøríki, hevur fingið Richard Hobert áhugaðan í søguni um Frans í Gása­dali, sum er ein sonn søga úr 1800-talinum um, ráðini, ið takast mátti til fyri at føra bóndaættina víðari. Richard Hobert hevur gjørt handritið til filmin, sum í høvuðsheitum verður spældur inn í Vágum, Bø. Gásadali og á Víkum, eins og í Koltri og í Mykinesi. Ætl­anin er at taka filmin uppí 2013 og frumsýna hann á festi­ valinum í Cannes í 2014. Richard Hobert er ein tann kendasti filmsleikstjórin í Svøríki. Hann hevur gjørt 20 filmar og hevur fingið nógvar virðislønir fyri sítt arbeiði. Jógvan arge formaður í menta­ málanevndini í Havn kjak Tøkk til tónleikarar Góðu tónleikarar. Eg vil hervið gjarna takka tykk­um, sum spældu í REX fríggjakvøldið 14. desember. Hetta er annað árið, at vit skipa fyri einari stuðuls­ konert fyri Í menniskjum góðu­r tokki. Enn eina ferð riggaði tað avbera væl, sjálvt um tað vóru fleiri forfall, ótrúligt at hugsa sær, at eitt og sama tiltak kann verða rakt av so nógvum. Petur Háberg legðist sjúkur, Lív Næs legðist sjúk, Eyðun Nolsøe gjørdist seinkaður við Smyrli, og bæði Bárður á Lakjuni og MC-Hár høvdu gittarleikarar, ið løgdust sjúkir. Tónleikarar eru soleiðis, at teir hjálpa hvørjum ørðum og eru øgiliga fleksiblir. Soleðis var eisini fríggjakvøldið, tá avlýsingarnar komu, traðk­ aðu onnur til, og spældu longri enn tey skuldu og Ják­ up Eli var enntá tvær ferðir á pallinum. Alt hetta tryggjaði, at gestirnir fingu eina góða uppliving. í ár gav tiltakið kr. 41.800 krónur í gávukortum frá Klávus og vil eg eisini takka Klávus fyri hjálpina. Vónandi koma gávukortini væl við, hjá hart sperdu familj­unum. Ein serlig tøkk til Niels Una Dam og REX fyri stóra hjálp í sambandi við fyri­ reikingina. Rúni djurhuus Gongd á aftur við Javnaðar­ flokkinum Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin hevur sítt heilt greiða boð uppá einar rættvísari Føroyar, har øll kenna seg heima. Nú fíggjarlógin verður endaliga avgreidd í dag, hevur Javnaðarflokkurin, sam­an við hinum and­støðu­ flokkunum, eitt alternativt broytingaruppskot, sum tingið skal atkvøða um. Javnaðarflokkurin er sannførdur um, at til ber at venda hallinum til avlop eftir bert fáum árum uttan samstundis at niðurpína vælferðarsamfelagið. Tað ber ikki til at spara seg úr kreppuni. Hinvegin er neyðugt at seta gongd á samfelagshjólini aftur, so fólkið aftur fær vón og álit á framtíðina. Hetta gongur nú endi­ liga upp fyri búskapar­ frøðingum og politikarum kring allan heim. Millum upprað­fest­ing­ arnar, sum Javn­aðar­flokk­ urin hevur lagt stóran dent á í alternativu fíggjarlógini, finna vit hesi: Á rakstrarsíðuni: • Lønarframskrivingar á øllum almennum stovnum • Strandfaraskip Land­ sins har túratalið verð­ur varðveitt og ferða­seðla­prísurin verður lækkaður • Til eldrarøkt og heima­ røkt • Fróðskaparsetur Føroya • Fountain Hús • Mentanargrunn Før­oya og aðrar mentanar- játtanir • Kringvarp Føroya • Fyritíðarpensjónir Á íløgusíðuni: • 18,5 mió.kr til Markna- gils­depilin, ið vórðu skorn­ar burtur í sein­ astu viku • 7 mió. kr. til nýtt Hav­ rannsóknarskip • 5 mió. kr. til at fyrireika Tjóðleikhús • 2 mió. kr. til at fara und­ir at talgilda banda- savnið hjá Kringvarpi Føroya • 4 mió. kr. til lestrar­ íbúðir • 3 mió. kr. til føroyskan eftirskúla • 5 mió. kr. til orkugrunn, ið skal stuðla grønum orku­verkætlanum kring Føroyar • 7 mió. kr. til at gera sein­astu kjarnu­bor­ing­ arnar í sbd. við Sand­ oyartunnil • 5 mió. kr. til at fyrireika Hvalbiartunnil • 5 mió. kr. til borivogn og útgerð til smærri tunnilsverkætlanir • Eyka peningur til bú­staðir til fólk við ser­ligum tørvi í Eystur­ oynni www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum