fríggjadagur 28. desember 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Her går det godt
– her bor de tossede
Aftan á tíðindini - bert dagin
í dag - má mann spyrja seg
sjálvan, hvat íð Guðs garði
fyrigongur í okkara lítla
landi? Er alt farið út at koyra,
ella hevur tað ongantíð
koyrt?
Almannastovan
hevur
havt 6 ár um at avgreiða eitt
mál viðv. fyritíðarpensionisti.
Gott at hann livir enn, so
hann kann fáa uppreisn.
MMR hevur havt hálvt ár
um at finna út av, um skúla
leiðsla av sínum eintingum
kann broyta givin støðumet
fleiri stig uppeftir, soleiðis
sum hon hevur gjørt, alt
meðan fleiri onnur stilla seg
upp í raðið fyri at fáa somu
sømdir. Trupult hjá MMR.
Andstøðan legði 156 upp
skot um broytingar til fíggjar
lógina fyri 2013. Meirilutin
feldi øll. Aftur í hesum føri
sóu vit meirilutadiktatur í
verki.
Øll vita, hvat minniluta
diktatur er, at ein minniluti
stýrir einsamallur. Tá ein
meiriluti ikki tekur hædd
fyri øðrum enn sær sjálv
um og avger tingini hareft
ir, so verður tað kallað fyri
meirilutadiktatur.
Spurn
ingur er bert, um tað er
ein minni- ella meiriluti, ið
fremur diktaturið. Munurin
- í demokratiskum høpi - er
ikki tann stóri. Ein stórur
demokratiskur trupulleiki.
Gjaldið fyri makrelin varð
viðtikið við einum innihaldið,
ið ger, at øll taka frástøðu
frá tí - eisini fólkaflokkurin
við fiskimálaráðharranum,
sum legði uppskotið fram.-
Orsøkin sigst vera, at fólka
flokkurin - ið gongur ímóti
hesum gjaldi - soleiðis kann
fáa øll at mótmæla, so at teir
næstu ferð kunnu koma við
einum
reiðaravinarligum
uppskoti og fáa tað viðtikið.
Soleiðis kann mann eisini
gera. Lump og lirk og magt
demonstratión.
At studenturin ætlar at
taka ræði av Fróðskapar
setrinum í starvssetanar
málum, nú hann m.a. við
lygnum
hevur
niðurlagt
landsbankan, er topmáldur
frekleiki. Bara tankin er ab
surdur, tíðansheldur hin al
menni uppblásti framferðar
hátturin. Har er einki mark.
Sum er, kunnu vit velja,
um vit skulu lata tvey og sjey
vera eins og framleiða tvey
neon- skilti við tekstinum;
Her går det godt - her bor de
tossede, sum vit kunnu seta
at blunka á Molanumog við
flogvøllin, so fremmandafólk
verða kunnaði í góðari tíð um
støðuna.
Ella eisini , mugu vit krevja
broytingar har vit síggja, at
broytingar eru fyri neyðini.
Okkara størsti trupulleiki
sær út til at vera líkasælan:
Gongur tað, so gongur tað.
Gongur tað ikki, so gongur
tað nokk álíkavæl. Men í
veruleikanum er tað als ikki
so einkult . Vit eru so líðandi
við at koyra okkum føst á
fleiri økjum. Og einasta loysn
er, at vanligi føroyingurin fer
til verka, so vit saman kunnu
finna góðar fólksligar loysnir.
Og tað kunnu vit, bert vit
vilja.
Alternativið er, at vit - ein
fyri og annar eftir - pakka
kuffertið og biðja tey síðstu
um at sløkkja ljósið. Men
tað er eingin loysn. Bert ein
jarðarferð. So í veruleikanum
hava vit einki alternativ. Vit
skulu steðga galskapinum
samstundis sum vit mugu
og skulu skapa haldgóðar
loysnir her og nú. Og tað
kunnu vit, tí saman hava vit
alt tað, ið skal til.
Tykkum
øllum
verður
ynskt eini góð og hugnalig
jól.
Dagfinnur
Danbjørg
kjak
Tað stundar ímóti jólum
og vit gleðast um jólaboð
skapin í øllum rokanum.
Men í ár gleðast vit eisini
um
gleðiboðskapin
hjá
Jørgeni Niclasen. Fyri júst
einum ári síðani gjørdi
tað bragd, at loysir seg
at arbeiða. Hetta bragd
er ein søga, sum í fram
tíðini verður fortald børn
um á songarstokkinum,
sum góðanátt søga, og eitt
bragd, ið verður skrivað í
søgubøkurnar. Ein søga har
høvuðspersónurin
eigur
status, sum tann føroyski
Robin Hood. Dúgliga verð
ur trivið í søguna um Rob
in Hood um, at hann var
sosialist. Men her fara fólk
so dyggiliga skeiv. Robin
má tykjast at vera størsti
mótstøðumaður
sosial
ismurnar. Robin Hood tók
ikki frá teimum hægstu
inntøkunum. Hann tók frá
konginum, sum ikki ar
beiddi, frá statsvaldinum,
og býtti skattapengar út
til tí arbeiðandi fjøldina,
sum vóru knokkroytt við
skatti, so tað loysti seg at
arbeiða. Eins og Robin gav
fjøldini
ein
skattalætta,
so gav Jørgen Føroya fólki
ein skattalætta, sum 14000
føroyingar hava notið gott
av, og nógv lesandi sleppa
undan at gjalda landsskatt.
Hvønn dag koma nýggj og
góð hagtøl inn, sum vátta,
at vit eru á rættari kós. Lat
okkum gleðast um hesi
hagtøl.
400 nýggj arbeiðspláss
síðan samgongan tók við.
Fólk hava forvunnið 305
mió. kr. meira í ár enn somu
tíð sum í fjør.
Arbeiðsloysið er komið
niður á 4,6%, sum er tað
lægsta síðan 2009, hetta
hóast 100 fólk eru færri í al
mennum starvi enn tað var
við ársbyrjan. Samanbera
vit við ES-londini, er tað
bert Eysturríkið, sum hev
ur lægri arbeiðsloysið enn
Føroyar. Nú hava vit eitt
tað lægsta arbeiðsloysi í
Evropa.
Kommunurnar
hava
fingið 30 mió. kr. meira í
skattainntøkum enn somu
tíð í fjør. Landsskatta
inntökurnar halda, meðan
landskassin hevur havt
stóran inntøkuvøkstur frá
m.a. MVG (uml. 6% meira)
og skrásetingargjaldið (góð
40% vökstur)
Almennu útreiðslurnar
eru seinastu 10 árini vaksn
ar við 4,8% í meðal um árið.
Í 2012 er hesin vøkstur
minkaður til 2,2% og fyri
2013 er útreiðsluvøksturin
steðgaður. Næsta ár verður
samfelagið rikið fyri somu
krónur, sum í ár. Hetta fyri
at geva inntøkuvøkstrinum
møguleika at fáa útreiðsl
urnar aftur.
Hallið á figgjarlógini,
sum toppaði á knøppum
700 mió. kr. nærkast í ár 300
mió. kr. og næsta ár verður
hallið 242 mió. kr.
Jú sanniliga eru vit á
rættari kós.
Gleðiligan flatskatt.
HUXA ynskir øllum eini
gleðilig jól
Huxa
Nevndin í Huxa
Gleðiligan
flatskatt
Í fjør kom fyribilsútgáva í
føroyskum fyrisitingarrætti
til hoyringar. Bókin var væl
móttikin og mestsum út
seld.
Í ár er bókin komin í meiri
fullførdari útgávu við fleiri
nýggjum brotum.
Bókin viðger evni sum
sakliga fyrisiting, formliga
fyrisiting, alment innlit og
roynd av fyrisitingarav-gerð
um.
Harumframt er dentur
lagdur á almennar førleikar
sum at finna lóg og á upp
gávutøkni.
Fyrisitingarlóg er lærubók
skrivað í føroyskum høpi.
Bókin greinar mest týðandi
ásetingar fyri fyrisiting í
Føroyum og nertir eisini við
søgu, mál og aðrar fortreytir
fyri góðari fyrisiting.
Tørvurin á lærubók um
fyrisitingarlóg er eyðsýndur.
Lógir, kunngerðir og aðrar
reglur eru á føroyskum; um
sóknir, avgerðir og úrskurðir
av mongum slagi eru á
føroyskum;
men
kortini
eru fakmál og hugtøk lítið
ment á føroyskum og út frá
føroyskum dømum.
Bókin
skiftir
ímillum
siðbundna frálæru og djypri
frágreiðing í serligum teigum,
umframt at leggja dent á
umhugsan og uppgávur, ið
lesarin kann fara undir til
tess at hvessa sær førleikar.
Bókin
hevur
margutekst
og leitorð, ið lætta um at
teingja saman fakorð og frá
greiðing.
Høvundar
eru
Bárður
Larsen og Kári á Rógvi, ið
báðir starvast við at byggja
upp lógkunnleika á Fróð
skaparsetri Føroya. Teir hava
eisini drúgvar og ymiskligar
royndir við lóg bæði teoret
iskt og praktiskt.
Fyrisitingarlóg er fyrsta
bókin í ætlaðari røð av
lærubókum um føroyska
Lóg. Í stoypiskeiðini er bók
um føroyskan kollektivan
arbeiðsrætt.
tíðindi
Lærubók í Fyrisitingarlóg í øktari útgávu