fríggjadagur 28. desember 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Mamma Bjørghild var Anna Serina
Malena Sofia Sivertsen (1875-1956)
ættað úr Nólsoy. Hon giftist við
Johannes Frederik Poulsen (1877-
1958) í Havn. Hann var eitt slag av
vatnmeistara í Havn í sínum ar
beiði fyri Nyholm Debes. Í hesum
sambandi hevði hann smiðju í
Tinganesi.
Tey bæði fingu 10 børn.
Tað fimta í røðini var Bjørghild
f. 1906. Hon gjørdist sjúk av
tuberklum í skúlaaldri. Bjørghild
var konfirmerað 3. oktober 1920,
men sæst ikki á felagsmyndini frá
konfirmatiónini. Hon kann hava
verið konfirmerað á Sanatoriinum
í Hoydølum.
Bjørghild doyði í 1925, ikki fylt
19 ár.
Systkini hjá Bjørghild vóru:
Andrea 1901-1985. Hon fór 20 ára
gomul til Danmarkar, har hon
giftist við dananum Christoffer
Jørgensen. Eftir krígslok fluttu
tey til Føroya, og í 1947 gerast tey
vertir á tí gamla Hotel Føroyum á
Kongabrúnni. Hetta starv høvdu
tey inntil 1970, tá ið tey fluttu aftur
til Danmarkar. Teirra synir Ejler og
Børge giftust í Føroyum.
Hans Sofus (1902-1978). Hans
vaks upp undir Varða. Seinni fluttu
tey út á Reyn at búgva. Eftir loknan
barnaskúla fór Hans til skips og
sigldi millum annað við Knørri,
Elisabeth, Mýlingi, Tre Søskende,
Haraldur, Tjaldrinum, Havhesti,
Høgoy og Koralhav.
Hans fór á skiparaskúla hjá Jens
Paula í Dali, har hann fekk prógv
22.2. 1927.
Um vetrarnar hevði Hans fyri
fallandi arbeiði, eitt nú vegagerð,
og var hann eisini við at byggja
oljutangarnar á Viðanesi.
Tey árini Hans ikki var til skips,
leigaði hann deksbátar, m.a. Lítlu
Emmu og Slangan. Hann keypti
hvalatvøst við Áir og suðuri í Lopra
og sigldi millum oyggjarnar at selja.
Hans fekst eisini nógv við útróður.
Undir krígnum sigli hann millum
annað fyri bretska hervaldið mill
um oyggjarnar við hermonnum og
útgerð.
Eitt skifti undir krígnum og nak
að eftir tað hevði Hans saman við
Jens Reinert revagarð úti í Víka. Í
1951 fór Hans at føra oljubátin Esso
Søldarfjørð, og sigldi hann við hon
um millum oyggjarnar til 1963.
Tá Hans var giftur búðu tey til
leigu í Bøgøtu, beint yvirav baka
rínum hjá Andreas í Horni. Í 1950
keyptu tey hús úti í Hornabø og
yvirtaka matvøruhandilin Kovan
eftir Petur Háberg. Tey handla til
1969.
Hans giftist í 1927 við Elsebeth
Susanne Fuglø av Viðareiði. Hon
var systir Esmar Fuglø. Tey fingu
børnini Bjørghild, Sonju og tví
burarnar Hákun og Eyðfinn. Hans
andaðist 9. mai 1978, 75 ára gamal.
Bjørghild var uppkallað eftir
fastrini. Hon giftist við systkina
barninum Ejler Jørgensen. Bæði
Ejler og Bjørghild doyði í uppá seg
góðum árum. Dóttir teirra Randi
doyði í bestu árum í 2004, og bert
fá ár seinni, í 2010, doyði maður
hennara Olaf, bert 63 ára gamal.
Hann er millum tey starvsfólk,
sum hevur starvast eina longst
í føroysku fakfelagsrørsluni og
dugnað henni. ”Tøkkina” hann fekk
fyri hetta er minnilig og kemur at
gerast ein partur av føroyskari
fakfelagssøgu.
Ein ommusonur Bjørghild er
Tróndur Sigurdsson, yngsti býráðs
limur í Havn.
Johannes Juul (1903-1975) giftist
við Jonu Joensen (1909-1968) av
Hvítanesi.
Juul, sum hann varð kallaður, var
ungur til skips m.a. við Knørri. Um
1929/50 gjørdist hann arbeiðsmaður
hjá Tórshavnar kommunu, seinnu
árini sum hjálparmaður hjá gravar
anum Pola í Mattalág.
Hann gjørdist virkin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, og var hann í
fleiri ár fyristøðumaður hjá kola
søluni og klædnahandlinum, sum
Havnar Arbeiðsmannafelag stovn
aði í 1940.
Hjartvar 1905-1979 fór ungur
út at sigla. Tað hoyrdist einki frá
honum í mong ár, og hildið var, at
hann var deyður. Men eftir kríggið
frættist kortini frá honum. Hann
var blivin giftur við Mary. Hon var
blivin illa sjúk, og spurt varð, um
børnini kundu koma til Føroya, tí
roknað varð ikki við, at mamman
kom fyri seg aftur.
Børnini
Marianne
og
John
Robert ”Bobby” komu til Føroyar
í 1949 og búðu hjá familju í Havn.
Mamman kom kortini fyri seg aft
ur, og børnini fóru aftur til New
York. Umframt hesi bæði áttu tey
Audrey. Hjartvar er grivin í New
York.
Leif 1908-1983 fór í blikksmiðju
læru hjá Nyholm Debes, har hann
arbeiddi nøkur ár. Undir krígnum
fór hann at arbeiða hjá Vilhelm
Nielsen, har hann var, til hann
gavst fyri aldur. Hann var ógiftur.
Astrid (1909-1933) doyði av
tuberklum bara 23 ára gomul. Er
kanska jarðað saman við systrini.
Ásmund (1910-1983) byrjaði sum
sjálvstøðugur byggimeistari í 1939,
og tað standa nógvir bygningar
eftir hann.
Hann bygdi eisini fyrsta hond
bóltsvøllin í Havn uttan at skot var
latið av.
Aftaná kríggið fór Osmund
at stoypa sementsteinar í eini av
bretsku barakkunum. Hann keypti
eina maskinu, sum kundi stoypa
12 steinar í senn. Hetta var einasta
maskina av sínum slagi í landinum.
Osmund bygdi fleiri kaminur og
garðar úr hesum steinum.
Osmund giftist við Johannu
Julionnu Petersen í Vági
Anna f. 1913 giftist við dananum
Henning Andersen, og tey búði
niðri.
Asbjørn 1915-1988, giftist við
Johannu Jacobsen úr Víkarbyrgi.
Hann var rørleggari og búði á
Ternuryggi.
Hann var eisini reiðari á trol
aranum Havborgin, sum havnar
menn áttu aftaná kríggið. Millum
eigararnar var Havnar Arbeiðs
mannafelag. Tað gekk ikki væl.
Havborgin gjørdist í fólkaspei til
Havnasorgin. Men hetta var ikki
øðrvísi enn við so nógvum øðrum
trolarum.
Teir flestu av hesum persónslýs
ingum eru frá Birgar Johannessen
Hálvsystkin
Umframt hesi systkin átti Bjørghild
tvey hálvsystkin, nevniliga Sólrun
fødd í 1920 og Hildegun, sum var
átta ár yngri. Mamma teirra var
Hanna Olsen úr Søldarfirði.
Sólrun arbeiddi í mong ár í
handlinum hjá Demmusi og giftist
í 1955 við Niels Juel Háberg, kendur
sum prentari. Hann var millum
annað við til at prenta fyrstu
føroysku bíbliuna í 1949. Hetta var
eitt slíkt stórverk, at sjálvt í dag
verður ein slík bók ikki prentað í
Føroyum.
Tey fingu eina dóttir, Linu, sum
knappliga doyði í 1981, einans 23 ára
gomul í sama aldri, sum fastirin
Astrid. Sólrun doyði í summar, so
har er eingin ætt eftir teimum.
Hildegun giftist í Danmark, og
hon doyði eisini í summar beint
áðrenn Sólrun.
Bjørghild gjørdist
einans 19 ára gomul
Bjørghild Poulsen var ein av teimum mongu ungu, sum doyðu av tuberklum í Havn
tíðliga í undanfarnu øld. Hon hevur eina ættarsøgu við fleiri sorgarleikum
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Familjan hjá Bjørghild hjá Hans, beiggja Bjørghild og hjá Ejler, dóttir Andreu, systir Bjørghild.
V.f. Erling, Bjørghild, Edna, Ejler og Randi
Hans, beiggi og pápi Bjørghild
Astrid doyði eins og systirin,
Bjørghild, av tuberklum,
einans 23 ára gomul.
BJØRGHILD POULSEN
F. 17.7. 1906
D. 18.6. 1925
HVÍL Í FRIÐI
Komandi partur:
Í komandi partur um
tríggjar vikur verður greitt
frá Johannes Christian Dam
og hansara ætt.