Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar & tøkkir 90 ára føðingardagur Elisa Dam verður 90 ár nýggjársaftan. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Lisu, eru vælkomin á Mørkina í Streymnesi millum kl. 15.00 og 18.00. 80 ára føðingardagur Tann 30. desember fyllir Óli Jákup Müller 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 75 ára føðingardagur Sunnudagin 30. desember fyllir Anna Louise Falkenberg 75 ár. Opið hús verður á Torkilsgøtu 6, Hoyvík, sunnu­ dagin 30/12 frá kl 13-18. Brúdleyp Leygardagin 29.12.12 kl 12.00 giftast í Havnar Kirkju, Eyð Tórhalsdóttir og Bjarni í Dali. Tey, ið ynskja at heilsa upp á brúðarparið, eru vælkomin til ein drekkamunn í Losjuni "Støt Viljen", Tinghúsvegur 18, Tórshavn, millum kl 14 og 18. Brúdleyp Fríggjadagin 28. desember 2012 giftast Tanja Klein Petersen og Martin í Toft Simonsen. Opið hús verður frá kl. 19.00 Niðan Horn 34, Klaksvík Brúdleyp Leygardagin 29.12.12 giftast Jóhanna Heðinsdóttir Poulsen, Vatnsoyrar og Pól Rosenmeyer Wolles, Søldarfjørður. Vígslan verður í Elim í Søldarfirði kl. 13. Reseptión verður aftaná vígsl­ una, har møguleiki er at heilsa uppá brúðarparið. Veitsla verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúdleyp Mánadagin 31.12.2012 giftast Elin Dagbjartsdóttir og Símun Neshamar. Vígslan verður í Ebenezer kl. 12. Eftir vígsluna er móttøka í niðara sali. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 30.12.2012 hava Esther og Jóhannes Jakobsen, Leirvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í kjallaranum í missiónshúsinum í Leirvík frá kl 17 til 21. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eg takki tykkum øllum, ið gleddust saman við mær og familju míni 14. oktober, tá eg bleiv konfirmerað í Argja kirkju. Sersøk tøkk til tykkum, ið hjálptu til við mati og í KFUK. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Emma á Lofti Gren, Mumbai, India Vit ynskja at takka tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á brúdleypsdegi okkara 21.07.2012 og gjørdu dagin ógloymandi. Samstundis ynskja vit øllum eitt av Harranum signað nýggjár. Rannvá og Jónleif Hjartaliga ynskja vit at takka øllum, sum vóru við til at gera brúdleypsdag okkara 7. apríl 2012 so gleðiligan og ógloymandi. Takk fyri gávur, heilsanir, blómur og alla hjálp á ymiskan hátt. Gott nýggjár ynskja vit tykkum øllum. Kærar heilsanir Beinta N. og Arnstein Davidsen