Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur ítróttarárið ið fór januar / februar 2012 15 ára gamli vestmenningurin rør teir 2000 metrarnar upp á 6:37,6. Hann er góð níggju sekund skjótari enn nummar tvey. Torstein setti sær sum mál at vinna NM kappingina. Nú er málið at sleppa við til HM í inniróðri í Boston í USA. Ungi vestmenningurin kemur eisini heim til stóra móttøku í heim­ bygdini. Eini hálvthundrað fólk taka ímóti. Eitt nú helt borgarstjórin røðu. Tíverri fyri Torstein, so náddi hann ongantíð fram til móttøkuna, tí flúgvari fekk ikki lent vega mjørka. – Eg skuldi lenda klokka 20.30, men av tí at tað var mjørki, so lendu vit ikki fyrr enn á midnátt. Men tað er ein góð kensla at vita, at nógv fólk stuðla mær, segði Torstein. Leikliga var stórur munur, hóast máltalvan vísti, at munurin bara var trý mál. Tala er um fjórða steypagullið til Neistan upp í slag. Finnur Hansson gongur á odda. Hann skorar 7 av mál­unum hjá teimum bláu. Hjá kvinnunum er størri spenn­ ingur. Stjørnan er fyri níggjundu ferð upp í slag í finaluni, meðan VB fyri fyrstu ferð kom í finaluna í 2007. Tað eru eisini tær úr royndara lið­num, sum fara avstað við sigr­ inum, 27-23. Simona Petersen er í einum flokki fyri seg. Hon skjýtur ikki færri enn tíggju mál. Tað er tvífalt so nógv sum nakar annar megnaði í dystinum. Sostatt eru tað tvey lið við stórari steypasøgu, sum fóru við sigrinum í høllini á Hálsi. Rógving Torstein Brattaberg vinnur norðurlendska kapping í inniróðri. Hann er skjótastur á mál á 2000 metra teininum. Hann setur sær sum mál at sleppa til HM kapping Hondbóltur Púra óvæntað kom næstbesta liðið hjá H71 í steypafinaluna. Í finaluni kom ævintýrið so at enda, tí Neistin vann greitt Torsetin Norður­ lendskur meistari Stjørnan og Neistin vinna steypagull Jóannes hjálparvenjari SÍ og Mjølnir steypavinnarar EM-Undankapping fyri U18 Effo-deildin er nýggja heitið Cieslewicz FA-Cup hetja Qvist til Gøtu Fótbóltssambandið setur Jóannes Jakobsen í starv sum hjálpar­venjara hjá A-lands­lið­ num. Hann hevur drúgvar roynd­ ir sum bæði spælari og venjari í føroyskum fótbólti. Hann og Lars Olsen fara beint til verka, og hava fleiri landsliðsvenjingar hóast tað er tíðliga á árinum. Hjá monnum vinnur SÍ 3-0 á Mjølni, sum bara megnar at fylgja við í byrjanini av hvørjum setti. Hjá kvinnunum vinnur Mjølnir á SÍ. Talan er um ein 3-1 sigur til felagið úr Klaksvík. Føroyska liðið megnar akkurát ikki at vinna seg víðari til EM endaspælið fyri smærri tjóðir, tá liðið tapur avgerandi dystin móti Luksemborg. Fýra lið eru í bólkinum og Føroyar endar á triðja plássi. Fótbóltssambandið ger avtalu við Effo, sum verður høvðusstuðul hjá bestu deildini hjá monnum. Hon hevur framman undan havt nøvnini Formula-deildin og Vodafone-deildin. Andrian Cieslewicz skorar avgerandi mál fyri Wrexham í kendu ensku steypakappingin, FA Cup. Wrexham fær umdyst, men tapur fyri Brighton. Adrian sigur eftir dystin, at hann framvegis er sinnaður at spæla á føroyska landsliðnum. Víkingur ger sáttmála við navn­ frama danska framherjan, Lasse Qvist. Hann hevur fyrr umboðað lið sum FCK og hollendska PSV. Finnur Justinussen er farin til Svøríki at spæla, og danskarin skal avloysa gøtumannin við málnøsuni Januar Februar