Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur ítróttarárið ið fór mars / apríl 2012 SÍ vann seinna finaludystin 3-1 á Mjølni. Talan bleiv ongantíð um eina veruliga spennandi finalu. Til tað var SÍ liðið ov sterkt. Sørvingar skuldu bara brúka tvær finalur til at seta alt upp á pláss. Kvinnurnar hjá Mjølni skuldu somuleiðis bara brúka tveir dyst­ir fyri at seta SÍ upp á pláss. Mjølnir vann báðar finalurnar sann­før­ andi. Hetta var trettandi ferð, at kvinn­urnar hjá Mjølni vinna FM heitið. Tær hava vunnið áleið annað­hvørt meistaraheitið síðani mitt í 80unum. Sostatt varð talan um greiðar sigr­ar í báðum finalunum. Í trimum tøttum og spennandi final­um tapa teir fyri H71, sum rakar topp­in júst tá tað er umráðandi. Vinna seg akkurát í finaluna, og spæla tríggjar góðar dystir. Triði og seinasti dysturin endar við at H71 vinnur við einum málið. Neistin vinnur ikki óvæntað final­una hjá kvinnum móti Stjørn­ uni, sum annars vann steypa­kapp­ ingina. Neistin skuldi bara brúka tveir dystir fyri at tryggja sær gullið. Fyrra dystin vinna tær 27-23, og seinna dystin vinna tær 32-27. Barbara Brauer skjýtur ikki færri enn 13 mál í seinnu finaluni. Flogbóltur Eisini í FM kappingin eru vinnandi liðini SÍ hjá monnum og Mjølnir hjá kvinnum Hondbóltur Tað var óvæntað H71, sum vann FM í hondbólti hjá monnum. KÍF hevði verið oddalið gjøgnum alla landskappingin, men í FM finalunum er lítið veiggj í kollfirðingum SÍ og Mjølnir vinna FM H71 og Neistin FM vinnarar EB/Str. vinnur stórsteypadystin Magnus skjót­ astur í ríkinum René nýggjan sáttmála Bjørk undir 37 minuttir U23 landsliðið vinnur silvur FM tiltak fyri badminton, borðtennis og judo Startskotið til fótbólts­kapp­ing­ arárið er Stórsteypadysturin mill­um meistaraliðið og steypa­ vinn­ararnar. Hesa ferð vóru tað steypavinnararnir úr EB/ Streymi, sum vunnu á meistara­ lið­num B36. Úrslitið gjørdist 2-1. Magnus Jákupsson svimur 50 metra rygg upp á 25.22 sekund á stevnu í Danmark. Umframt at verða nýtt persónligt met, so er talan eisini um eina tíð, ið er skjótari enn juniormetið í Danmark. Magnus er sostatt skjótastur í ríkinum á 50 metra rygg. René Shaki Joensen skrivar undir sáttmála, sum ger U21 lands­liðsspælaran til yrkis­ spæl­ara í danska stórfelagnum Brøndby IF. Hann tekur eitt stig á gang­in, men sigur við Sosialin, at hann hevur ein dreym um at enda í Manchester United. Bjørk Herup Olsen rennur sum tann fyrsta føroyska kvinnan 10.000 metrar upp á undir 37 minuttir. Tað ger hon í kapping í USA. Tíðin hjá henni er eisini góð 30 sekund skjótari enn gamla metið hjá føroyska rennarinum. U23 hondbóltslandsliðið hjá kvinn­um vinnur tríggjar av fýra dystum í Challenge Trophy kapp­ ingini. Føroyar vinna á Malta, Estlandi og Ísrael, men tapa í final­uni fyri Bulgaria. Marjun F. Danberg og Liljan Djurhuus koma á »All-Star« liðið. Stóri vinnarin á stóra FM til­tak­ inum var Rannvá D. Carlsson, sum vann trý gullheiðursmerki. Hon vann í einmansleiki, tví­ mans­leiki og blandaðum tví­ mans­leiki. Mars Apríl